Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 18 - 27. januar 2009 Stevna ConocoPhilips Avvarðandi hjá monnum, sum gjørdust sjúkir ella doyðu eftir at hava arbeitt fyri amerikanska oljufelagið ConocoPhilips á norska Ekofisk-økinum, hava lagt sak ímóti felagnum. Saksøkjararnir hava valt at reisa málið í USA, har ConocoPhilips er skrásett. Teir vísa á, at fleiri menn gjørdust sjúkir, og at fimm doyðu eftir at hava arbeitt á einum palli hjá ConocoPhilips á Ekofisk-leiðini. Saksøkjararnir vilja vera við, at oljufelagið helt ikki sínar skyldur viðvíkjandi trygdini hjá arbeiðsfólkinum. Eingin lodnukvota enn Íslendsku nótaskipini vilja fegin sleppa at fiska lodnu, men sambært fiskifrøðingunum er ikki nóg mikið av lodnu á teimum vanligu fiskileiðunum, til at tað ber til at útluta kvotur, skrivar Vísir. Havrannsóknarskipið Árni Fríðriksson leitar nú úti fyri Eysturlandinum. Teir hava rakt við lodnu, men kortini ikki so nógva, at tað ber til at loyva fiskiskapi. Vanliga plaga íslendingar at byrja lodnutíðina beint eftir nýggjár, og teir stúra nú fyri, at lodnan fer fyri fyri einki í ár, tí tíðin verður so stutt. Tess longri tú bíðar við truplu samrøðuni, tess truplari verður hon. Tí skalt tú heldur taka hana í dag enn í morgin - men umstøðurnar skulu vera í lagi, sigur Bergtóra H. Joensen, løgtingskvinna og HR-mennari ArbeiðsmArknAður Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Vit kunnu ímynda okkum støðuna, har ein persónur drekkur ov illa, luktar, ikki ger sínar skyldur, er óreiði- ligur, ella skal sigast úr starvi. Summar samrøður eru so truplar, at vit blíva við at útseta tær. Hetta er bæði galdandi í privatlívinum, millum vinfólk, viðskifta- fólk og á arbeiðsmarknað- inum. Í øllum førum er tað galdandi, at samrøðan skal takast, áðrenn hon nær at blíva ein óloysiligur knútur ella ein konflikt. Og so skulu karmarnir fyri sam- røðuna verða í lagi. Hetta var boðskapurin hjá Berg- tóru Høgnadóttir Joensen, tingkvinnu og HR-mennara, á ársins leiðaradegi á Hotel Føroyum fríggjadagin. Av tí, at áhoyrararnir vóru leiðarar, var hetta eis- ini málbólkurin í framløg- uni hjá Bergtóru H. Joen- sen. Men í prinsippinum kunnu øll læra av hesum, tí vit koma øll í støður, har vit hava lindi til at útseta eina trupla samrøðu. Til dømis í hjúnalagnum, sum lærarar, sum familjulimir, vinfólk ella leiðarar. Ikki lætt, men lættari Heitið á framløguni var: “Trupla samrøðan upp á tann lætta mátan”. - Eg var ikki so nøgd við yvirskriftina. Tí tað ber ikki til at hava truplu samrøðuna upp á tann lætta mátan. Men tað ber til at gera tað lættari hjá báðum pørtum, um umstøðurnar eru í lagi, og tá tú hevur roynt tað nakrar ferðir, sigur hon við Sosialin. Men hvat er tað, sum eyð- kennir truplu samrøðuna? spyrja vit Bergtóru H. Joensen. – Tað er samrøðan, sum vit helst vilja útseta, tí vit vóna, at trupulleikin fer at laga seg. Hetta kemst av, at vit ræðast avleiðingarnar. Til dømis um viðkomandi, ella vit sjálvi, verða kedd ella óð, ella tí tit kennast privat, eru í familju ella ikki vilja sneyta í privat- lívinum hjá fólki, greiðir Bergtóra H. Joensen frá. Hon leggur stóran dent á, at hetta er ein púra greið avbjóðing hjá nútímans leiðarum: at taka um rótina á trupulleikum í góðari tíð, og heldur taka eina samrøðu ov nógv, enn eina ov lítið. Eisini fyri at fyribyrgja misskiljingar og óneyðugar konfliktir. Greitt endamál Karmarnir hava nógv at siga, tá vit biðja fólk um at koma til eina álvarsliga sam- røðu, har vit skulu siga nøk- ur ting, sum kunnu misskilj- ast. Í fyrsta umfari skal leiðarin gera sær púra greitt, hvat endamálið við sam- røðuni er. Er talan um eina ávaring, at finna eina loysn á einum trupulleika, ella at siga einum starvsfólki úr starvi. Í øllum førum eigur við- komandi, sum verður boðin til samrøðu at fáa boð um, at talan er um eina álvarsliga samrøðu, og at hann ella hon er vælkomin at taka onkran við, til dømis eitt álitisfólk. Leiðarin skal vera væl fyrireikaður til samrøðuna. Her ber til dømis til at visualisera, hvussu sam- røðan helst fer at vera. Spyr teg sjálva/n: Hvat ætli eg at spyrja um? Hvussu kann eg Trupla samrøðan – eitt Við truplu samrøðuni tekur tú um sjálva rótina á trupulleikanum, áðrenn hann verður ein óloysilig ósemja, ella í ringasta føri eina uppsøgn, sigur Bergtóra H. Joensen, HR-mennari Mynd: Jens Kristian Vang