týsdagur 27. januar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
vinnan
Nr. 18 - 27. januar 2009
rokna við, at viðkomandi
reagerar? Hvussu kundi eg
hugsað mær, at tað bleiv
sagt við meg? Hvat er tað
ringasta, sum kann henda?
Uppsøgnin
Um orsøkin til eina uppsøgn
er eitthvørt, sum viðkom
andi kundi bøtt um, til
dømis rúsdrekkamisnýtsla,
vánalig arbeiðsavrik ella
atburður, so eigur viðkom
andi at hava fingið eina ella
tvær ávaringar, áðrenn farið
verður til uppsøgn.
Hóast tað altíð er ein
stórur smeitur at verða
sagdur úr starvi, koma fólk
yvir tað við tíðini. Men, er
mátin óheppin, so minnast
tey tað restina av lívinum,
sigur Bergtóra H. Joensen.
Tí skulu karmarnir ikki
leggja upp til hugna ella
smalltalk,
eins
og
við
øðrum truplum samrøðum,
tí tað er at lumpa fólk.
Eisini skal samrøðan sjálv
andi fara fram fyrst í vikuni,
og ikki beint upp undir
vikuskifti ella feriu.
Tá tú skalt siga fólki úr
starvi, snýr tað seg um at
fáa tað sagt. Og síðani at
tryggja tær, at viðkomandi
hevur skilt boðini. Síðani
skalt tú verða fyrireikað/ur
upp á, at fólk reagera
ymiskt, og at tað er í lagi.
Summi verða óð, onnur
kedd, meðan onnur kanska
siga púrt onki. Her eigur
leiðaranum at lata fólk
reagera, uttan sjálv/ur at
fara í verjustøðu, gráta ella
at blíva óð/ur, sigur Bergtóra
H. Joensen.
Hon leggur afturat, at
fólk hoyra ofta onki, tá tey
hava skilt, at tey eru upp
søgd. Tí skal leiðarin verða
til reiðar at práta við við
komandi aftur, til dømis
dagin eftir, har pláss er fyri
spurningum, og at fáa tað
praktiska upp á pláss.
Finna loysnir í felag
Hitt slagið av truplum sam
røðum, sum Bergtóra H.
Joensen vísir til, eru tær,
har endamálið er at loysa
upp fyri og at finna loysnir
á trupulleikum. Her eru
eisini nøkur praktisk viður
skifti, sum ein eigur at
minnast.
Til dømis, at tú tryggjar
tær, at tit verða ikki avbrot
in, hvørki av fólki, telefon
um ella mailum, sum poppa
inn á telduna.
– Fyrst og fremst skulu tit
hava góða tíð. Og so skalt
tú vera nærverandi, opin,
lurtandi og hava eygna
samband. Set opnar, gjarna
hv.. spurningar, og lurta væl
eftir svarinum. Ofta koma
fólk sjálvi við einari loysn,
og tað er altíð betri, enn at
onnur
áleggja
teimum
eitthvørt. Her eru pausurnar
gull verdar, tí har koma ofta
tey avgerandi úttalilsini,
greiðir Bergtóra H. Joensen
frá.
Mennandi ósemjur
Har menniskju eru, eru
eisini ósemjur. Verða tær
tiknar í góðari tíð og í rætta
andanum, eru tær mennandi,
men tær kunnu eisini skjótt
blíva drepandi fyri um
hvørvi, til dømis á einum
arbeiðsplássi.
Men tað kundi til dømis
eisini verið í einari familju,
millum vinfólk ella í einum
grannalagi.
Eru allir partar til reiðar
at finna eina loysn, og vanir
við at sleppa til orðanna,
koma vit ikki út, har vit ikki
grynna. Tí er umráðandi, at
vit siga okkara meiningar
beinleiðis, og gera okkara
tørv púra greiðan, uttan at
lasta okkum sjálvi ella onn
ur, sigur Bergtóra H. Joen
sen.
Her vísir hon á tvær
óhepnar typur, sum hava ilt
við at siga til og frá, og sum
tí eru í vanda fyri at blíva
offur.
– Vit kenna øll Doris
Duramáttu, sum altíð lagar
seg til onnur og ongantíð
sigur frá. Og so hesi, sum
ongantíð koma til sakina, tí
tey balla alt inn, so boð
skapurin hvørvur. Hetta er
alt annað enn gevandi fyri
eitt samstarv, har øll skulu
trívast.
Pluss gevur pláss
fyri minus
Hetta við trivnaði er eitt
sum gongur aftur í prátinum
við Bergtóru H. Joensen. Í
hennara hugaheimi er tað
ein sjálvfylgja, at arbeiðs
pláss hava ein greiðan og
implementeraðan
starvs
fólkapolitikk.
Trupla samrøðan verður
nógv lættari, um gerandis
dagurin er eyðkendur av
opinleika,
góðum
anda,
venjing, sparring og upp
byggjandi feed back. Tá
hevur tú longu so nógv
pluss á kontoini, at tað er
eisini er pláss fyri minus.
Og so skulu vit ikki gloyma
at rósa hvørjum øðrum, tá
tað er natúrligt. Sum høv
undin Oddfríður M. Ras
mussen
einaferð
segði:
Besta kenningin er viður
kenningin. Hetta skulu vit
eisini hava í huga, tá vit
hava við starvsfólk at gera.
Boðskapurin hjá HR
mennaranum er greiður: Vit
skulu heldur taka truplu
samrøðuna í dag enn í
morgin, og tá tú hevur roynt
tað nakrar ferðir, verður tað
nógv lættari.
– Men tað krevur, at tú
veruliga hevur eitt ynski
um, at fólk skulu trívast, og
at tú ikki ræðast ósemjurnar.
Tí er tað viðhvørt neyðugt
at taka um sjálva rótina,
fyri at finna eina loysn. Og
sjálvandi
áðrenn
talan
verður um irritatiónir ella
beinleiðis uppsøgn.
Aftur ein pakki í februar
Sama dag sum norski fíggjarmálaráðharrin, Kristin
Halvorsen, um vikuskiftið kunngjørdi, at stjórnin hevði
samtykt at brúka 20 milliardir krónur til at tálma
avleiðingunum av fíggjarkreppuni, segði hon, at stjórnin
kemur við einum pakka afturat longu tann 9. februar. Tá
verður talan um ein pakka, sum skal geva bankunum betri
møguleikarnar at veita vinnulívinum og tí einstaka
húsarhaldinum lán. Kristin Halvorsen segði, at úrslitið hjá
teimum norsku bankunum tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar
í fjør var í lagi, og at bankarnir høvdu mist lítið.
Leggja ikki í leiðarastørv
Ein kanning í Danmark bendir týðiliga á, at um nøkur fá ár
verður trot á leiðarum í tí privata vinnulívinum. Tað er fak
felagið C3, sum hevur gjørt kanningina. Kanningin staðfestir,
at fyri trimum árum síðani høvdu 39 prosent av teimum ungu
ongan áhuga í einum leiðarastarvi, men at hein parturin nú er
vorðin heili 61 prosent. Anders Drejer, professari, sigur, at tey
2535 ára gomlu minnast, at teirra foreldur fingu ikki arbeiði
og frítíð at passa saman, og at tey vilja ikki koma í somu støðu.
sindur lættari
Góðir spurningar
Hvat hugsar tú um tað, eg havi sagt?
Sig mær eitt sindur meir um ...
Hvørjum hevur tú tørv á?
Hvørjar eru tínar upplivingar?
Hvat meinar tú, tá tú sigur ... ?
Har menniskju eru, eru eisini ósemjur. Verða tær tiknar í
góðari tíð og í rætta andanum, eru tær mennandi. Men tær
kunnu eisini skjótt blíva drepandi fyri umhvørvið, til dømis
á einum arbeiðsplássi