Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 18 - 27. januar 2009 Í annaðkvøld verður skipað fyri áhuga­ verdum temakvøldi í Miðlahúsinum, har greitt fer at verða frá um bygging og bjálving av húsum, bæði sethúsum, virkjum og almenn­ um bygningum Bygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í annaðkvøld verður tema­ kvøld um lágorkubygging í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tiltakið byrjar klokkan 19 og teir, sum í fyrsta lagi fara at greiða frá, verða umboð fyri føroyska felagið Farhouse og Bozel í Dan­ mark. Fyritøkan RenoVent, sum hevur sæti í Hósvík, verður eisini við á tema­ kvøldinum. Tiltakið verður í fyrsta lagi ein neyv kunning um nýskapandi bygging, bjálv­ ing og eftirbjálving, sum bæði er áhugaverd fyri privatfólk, vinnulív og al­ mennu Føroyar. Greitt verður frá um konstruktiónir, tættleika og bjálving, og greitt verður eisini frá fyrimunum og vansum við tøttum og væl­ bjálvaðum húsum og bygn­ ingum. Skráin fyri kvøldið, sum er rættiliga áhugaverd og fjølbroytt, snýr seg um øll húsini – heilt úr erva og niður á fundamentið, soleið­ is at sleppast kann undan kuldabrúgvum í vælbjálv­ aðu húsunum. Kunnað verður eisini um, hvussu tú kanst byggja tær húsini úr øðrum enn tí traditionella tilfarinum, har dentur verður lagdur á eitt nú sement, flamingo, gips og viðlitað puss. Temakvøldið fer eisini at kunna um byggiskipanir í øðrum londum, og víst fer at verða á, hvussu tú kanst góðskutryggja tær bygging­ ina. Høvi til prát – Við eitt nú at nýta termo­ fotografering, trýstroyndir og loggarar kann dygdin á nýggjum bygningum skjal­ prógvast, eins og veiku punkt­ ini í verandi byggingum kann staðfestast. Gilli Trónd, sum er út­ búgvin býarfrøðingur og geografur og starvast sum verkætlanarleiðari hjá Far­ house, sigur, at eftir framløg­ urnar í Miðlahúsinum í ann­ aðkvøld verður høvi til prát um tað, ið sagt hevur verið, og tá ber eisini til hjá áhug­ aðum at fara í ”dýpdina”, sum hann tekur til. Temakvøld um bygging og bjálving – Skulu Føroyar gera seg galdandi innan lágorkubygging, er neyðugt við nýggjum hugsunarhátti innan byggivinnuna, sigur Gilli Trónd, verk­ ætlanarleiðari hjá Farhouse Bygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í ár skal Danmark verða vertur fyri stóru klima­ ráðstevnuni hjá ST. Í hesum hevur danski veðurlagsráð­ harrin, Conny Hedegaard, gjørt nógv fyri at fáa Dan­ mark á heimskortið sum landið, ið vil gera tað, sum skal til fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum. Fyri at røkka hesum máli hevur Danmark eitt nú sett nýggj krøv í byggireglu­ gerðirnar fyri 2008. Hetta verður rópt BR08. Tiltakið hevur fingið fleiri og fleiri byggifyritøkur at seta í verk tiltøk fyri at vísa á lágorku fremjandi broytingar í byggivinnuni. Ein liður í hesum er eisini at vinna kappingina um viðskiftafólkini og at verða fyrst við nýggjastu lágorku­ loysnunum og sparingunum innan orkunýtslu. ­ Skulu Føroyar gera seg galdandi innan hetta økið, er neyðugt við nýggjum hugsunarhátti innan byggi­ vinnuna, sigur Gilli Trónd, verkætlanarleiðari hjá Far­ house, sum er ein av fyritøk­ um, ið er farin í gongd við at skapa nýggjar og slóð­ brótandi loysnir innan byggivinnuna. Farhouse er farið undir hetta arbeiði í samstarvi við eitt nú týskar, pólskar og danskar fyritøkur. ­ Farhouse er ikki gomul fyritøka, men hóast hetta eru vit til reiðar at veita heildarloysnir innan lágorku­ byggjing í Føroyum, sigur Gilli Trónd. Teir fara at greiða frá um nýskapandi lágorkubygging, kunstruktiónir og bjálving av serhúsum, virkjum og almennum bygningum Mynd: Jens Kr. Vang Farhouse til reiðar við lágorkubygging Gilli Trónd, verkætlanarleiðari og Frank Petersen, sum eigur fyritøkuna Bozel Mynd: Jens Kr. Vang Sum snarljós av himli ­ Hugskotini um nýggj sethúsasnið koma sum snarljós av bláum himli. Eg gangi í nakrar dagar og hugsi um trupulleikan, og so við eitt kemur loysnin. Tað sigur Frank Petersen, sum eigur donsku fyritøkuna Bozel. Skotsmálið, hann er, er, at hann hevur sera gott hugflog og veit, hvat hann vil. Ein avgerandi partur er, at húsið hóskar til umhvørvi og náttúru. ­ Tað skal verða stuttligt at búgva í einum Bozel húsi, sigur Frank Petersen. Hann var í Føroyum, tá kreppan herjaði í nítiárunum, men tá var hann bert í ein dag. var í 90’unum. Hann hevur altíð ynskt sær at komið aftur, og nú er hann so aftur her og fer at greiða frá í Miðlahúsinum í annaðkvøld. Tað var ikki Goya Í mong ár hava serfrøðingar verið í iva um, hvør veruliga málaði tann kenda málningin ”El Coloso”, sum hongur á Prada­savninum á Madrid. Tað hevur verið hildið, at tann kendi listamaðurin Goya var meistarin aftan fyri málningin, men nú halda spanskir serfrøðingar, at teir hava funnið tann veruliga listamannin. Sponsku serfrøðingarnir komu í fjør til ta niðurstøðu, at tað var ikki Goya, sum hevði málað ”El Coloso”, og í gjár kunngjørdu teir so, at tað rætta navnið er Asensio Julia, sum var lærlingur hjá Goya. Meira verður um lágorkubygging í Sosialinum í morgin