týsdagur 27. januar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 18 - 27. januar 2009
www.betri.fo
Hevur tú hugsað,
hvat hendir familjuni,
um tú doyrt ?
Semja í Zimbabwe
Stjórnin og andstøðan í Zimbabwe samdust í nátt um, hvussu tað politiska
valdið skal býtast teirra millum. Eftir samráðingar í 14 tímar kunngjørdi
suðurafrikanska stjórnin, sum hevur virkað sum semingsmaður, at partarnir
vóru samdir um valdsbýtið. Eftir semjuni skal andstøðuleiðarin, Morgan
Tsvangirai, taka við sum forsætisráðharri tann 11. februar, og Robert
Mugabe skal halda fram sum forseti. Stjórnin og andstøðan hava stríðst um
valdið síðani forsetavalið í mars í fjør. Tá skuldsetti andstøðan stjórnina
fyri valsvik.
- Tað er hópur av
peningi at spara við
lágorkubygging,
sigur danin, Frank
Petersen, sum øtast
yvir, hvussu illa nógv
hús í Føroyum eru
bjálvaði
Bygging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Frank Petersen, sum eigur
donsku fyritøkuna Bozel,
hevur sæð nøkur hús á
ferðini í Føroyum, og hann
sigur seg øtast yvir, hvussu
illa mong av hesum húsum
eru bjálvaði.
- Eg eri púrasta sjokker-
aður og nógv av tí, ið bygt
verður í Føroyum, hevði
verið púrasta ólógligt, um
slík bygging fór fram í
Danmark í dag.
Frank ivast onga løtu í, at
føroyingar
kunnu
spara
hópin av peningi í orku, um
rætt verður atborið.
Hann sigur, at vánaliga
bjálvingin
merkist
í
næsunum, tá tú kemur inn í
hús, sum eru illa bjálvað.
- Rúmini eru køld, vegg-
irnir eru kaldir, og fuktig-
heitin stingur í næsarnar.
Hetta er ikki gott fyri
heilsuna hjá fólki.
Frank vísir á, at tíðin er
farin frá vanahugsan, bæði
í Danmark og í Føroyum.
- Eg fái ilt í búkin, tá eg
síggi keðiligu bygningarnar
í Danmark – og nú eisini í
Føroyum.
Hugflogið
er
bæði goymt og gloymt, sig-
ur Frank Petersen.
Tað var av tilvild, at Frank
kom inn í byggivinnuna, og
nú hevur hann nógv at gera
við at sniðgera hús, sum
skilja seg burtur úr mongd-
ini.
Næstan alt legur seg gera,
og hugflogið hjá dananum
er stórt.
- Hann hevur hugskotini,
teknar
nakrar
tjúkkar
blýantstrikur og letur so
fakfólk fremja hugskotini í
verki, sigur Gilli Trónd,
sum eisini verður við á
temakvøldinum um lágorku-
bygging í Miðlahúsinum í
annaðkvøld.
Nógv at spara
Tað ræður um at bjálva húsini væl...
- Neyðugt er við nýhugsan innan húsabygging...