Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 18 - 27. januar 2009 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Tem skiftir til Søllerød- Vædbæk Tem Hansen skal komandi hálva árið spæla við Søllerød- Vædbæk í triðbestu donsku deildini Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Hann kann verða við til at bjarga okkum sætið í deildini. Venjararnir hildu hann vera áhugaverdan, og so gjørdu vit eina avtalu, nú hann ikki longur er bundin at Lyngby. Soleiðis sigur Claus Larsen, stjóri í Søllerød- Vædbæk, við bold.dk, nú tað er greitt, at Tem Han- sen komandi hálva árið skal spæla við felagnum. Søllerød-Vædbæk ligg- ur í løtuni á aftasta plássin- um, fýra stig frá bjarging- ini, í 2. division øst. Menn og kvinnur ymisk úrslit Hondbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Kvinnurnar rendu seg í sítt fyrsta tap hetta kapp- ingarárið, tá VHC/Vidar basti føroysku kvinnunum 17-16. Føroysku kvinnurnar vóru annars á odda 13-8 í steðginum, har serliga álops- parturin hevði riggaði ógvu- liga væl. Tað sama kann ikki sigast um seinna hálv- leik, tá tað gingu út ímóti tíggju minuttum, áðrenn ÍF Føroyar fekk fyrsta málið. Hjá monnum gekk nak- að væl betri. Hesir vunnu 35-17 eftir at hava verið á odda 16-6 í steðginum. Dysturin var ein uppgerð millum topp og botn í deildini, og tað sást aftur á øllum brøgdum. Sum dysturin leið kom Rødovre nakað betri við, men ÍF Føroyar vísti styrki og serliga Magnus Poulsen á strikuni stóð seg væl. Sigurin, sum av sonnum staðfesti munin millum topp og botn, er eisini árs- ins størsti hjá ÍF Føroyum. Menninir hava nú 19 stig fyri 11 dystir og liggja fremstir. Nærmastu kapp- ingarneytarnir hava 14 stig fyri 8 dystir. FSF-forsetin sigur, at starvsnevndin framvegis arbeiðir eftir sama leisti í royndini at finna best møguliga landsliðsvenjaran Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Høgni í Stórustovu, FSF- forseti, sigur, at hann sum so ikki hevur nakrar við- merkingar til málið um, at Colin Calderwood er settur í starv sum venjari hjá New- castle. Heldur ikki, hóast hesin segðist vera maðurin, sum stóð ovastur á ynskis- listanum hjá FSF. - Tá talan er um nøvn og persónar, fái eg ikki gjørt nakra viðmerkingar yvirhøv- ur. Men hevur setanin hjá Newcastle av Colin Calder- wood ikki órógvað tilgongd- ina? - Eg havi ongar viðmerk- ingar til tann partin. Eg kann bara staðfesta, at vit í nevndini framhaldandi arbeiða knallhart fyri at seta rætta venjaran til landsliðið, sigur Høgni í Stórustovu. - Og tað arbeiðið gongur so framvegis sína gongd. Beint nú kanst tú siga, at vit fara til hálvleiks, tí sjálvur skal eg av landinum í øðrum ørindum í morgin. Men vit arbeiða framvegis eftir sama leisti, og tað ganga vónandi ikki alt ov nógvir dagar, áðrenn vit kunnu boða frá okkara endaligu niðurstøðu, sigur Høgni í Stórustovu. Sambært enska this is Nottingham er framvegis møguleiki fyri, at Colin Calderwood verður føroysk- ur landsliðsvenjari. Setanin í Newcastle er galdandi hetta kappingarárið, og enska blaðið veit at siga, at ein millumloysnt møugliga kann gerast, soleiðis at Calderwood kortini verður landsliðsvenjari, men at tann setanin ikki tekur við fyrr enn í juni mánaði. Arbeiða knallhart móti málinum Colin Calderwood varð í gjár settur sum venjari hjá Newcastle. Enn er ikki greitt, hvussu verður við føroyska landsliðsvenjarastarvinum Hann hevur roynt tað áður í bæði Noregi og Danmark, og um vikuskiftið bleiv hann steypavinnari í útlandinum á triðja sinni. Bárður B. Mikkelsen og Marienlyst vunnu trygt 3-0 í finaluni FloGbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Føroyski Bárður B. Mikkel- sen bleiv sunnudagin dansk- ur steypavinnari í flogbólti, tá ið hann saman við felagi sínum, Marienlyst, vann tryggan 3-0 finalusigur á Aalborg HIK. Settúrslitini vóru 25-16, 25-17, 25-20. Altíð nakað serligt Bárður B. Mikkelsen hevur tvær ferðir áður verið steypa- vinnari uttanfyri føroysku landoddarnar. Í 2002 bleiv hann norskur steypavinnari við Tromsø, meðan hann í 2006 bleiv danskur steypa- vinnari við Holte IF. Hvussu er tað so at gerast steypa- vinnari á triðja sinni? - Tað er altíð deiligt at vinna, hóast vit fingu lítla mótstøðu hesuferð. At vinna eina finalu er altíð nakað ser- ligt, sigur Bárður, sum peik- ar á, at dystirnir ímóti Aal- borg HIK altíð plaga at vera tættir og spennandi, men at mótstøðuliðið hesaferð ong- antíð kom í gongd, samstund- is sum at teir í Marienlyst spældu sera væl. Veteranur 31 ára gamli Bárður Mikkel- sen hevur verið partur av bæði liga- og landsliðsflog- bólti í nógv ár, og tað var eisini sum veteranur, hann luttók í steypafinaluni. - Eg kom ikki serliga nógv inn á vøllin. Mín rolla í ár er at vera ein av teimum royndu kreftunum á ungum liði, sigur Bárður. Finalan varð leikt í Odense Idrætshal, har gott flog- bóltslag var alt vikuskiftið. - Her í Danmark halda tey ein veruligan steypa- festival, har allar deildir spæla steypafinalu sama vikuskiftið, og síðan endar við mansfinalu sunnudag, sigur Bárður, og leggur hálvflennandi afturat, at dysturin hesaferð ikki bleiv vístur beinleiðis í sjónvarp- inum, av tí at tað fall so óheppið, at HM-endaspæl í hondbólti verður leikt nú um dagarnar. Stille og roligt Bárður komin nakað væl upp í árini, og vanliga eru leikarar við at rigga av á hægsta sigi, tá ið teir eru komnir í handan aldurin. Bárður tekur tað tó sum tað kemur. - Eg havi avtalu við Marienlyst hetta kappingar- árið út, og so mugu vit fáa vit at síggja. Soleiðis er tað eisini við landsliðnum; eg havi ikki givið teimum nak- að svar enn, sigur Bárður og sigur at enda, at hann ikki hevur ætlanir um at flyta heim til Føroya ella spæla flogbólt her. Altíð serligt at vinna Hóast tíðin til flogbóltin ikki longu er eins góð, so tekur Bárður B. Mikkelsen tingini, sum tey koma. So tað er ikki óhugsandi, at hann eisini verður á landsliðnum, tá oyggjaleikir standa fyri framman í summar