Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 19 - 28. januar 2009 Eg havi biðið til Guð um, at mamma skuldi halda uppat at drekka. Men tað geri eg ikki meiri. Tá ið hon er edrú, er hon heimsins besta omma og tað ringasta er, at fortelja børnunum, at omman fer nokk ikki at liva so leingi afturat RúsdRekka­ misnýtsla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Míni barnaár vóru ikki bara ring, men har nógv ringt. Og eg skilti ongantíð, at mamma valdi brennivínið framum síni egnu børn. Tað fortaldi Annika Juul í Miðlahúsinum í gjárkvøldið í eini hjartanemandi og botn ærligari frágreiðing um, hvussu tað er at veksa upp hjá foreldrum, sum eru bundin av rúsdrekka. Men hon legði afturat, at hon segði hetta ikki fyri at tosa ilt um mammuna, tí tað føldi hon als onga trongd til yvirhøvur. - Men tað eru nógv, sum eru í somu støðu sum eg og nú havi eg fyrigivið mammu, legði hon afturat. Ótti og ótryggleiki Tað var Blái Krossur, sum skipaði fyri almennum fundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið um rættin til tað góða lívið. Á fundinum fortaldi Annika Juul frá, hvussu tað er at vera barn, tá ið mamma drekkur at kalla hvønn dag. - Tað hevur altíð verið nógv brennivín í okkara heimi. Bæði mamma og pápi vóru alkoholikarar og tá ið vit vóru sjey ár, vórðu tey skild og eg flutti til Havnar at búgva við mammu. Mamma hennara helt fram at drekka og hon minnist, at tey fluttu rætti- liga ofta og hon tilsamans munnu tey hava búð eini 10-15 staðni og mamman hevði eisini nógvar menn. Hon minnist, at tað ein- asta, sum mól í høvdinum á henni á veg heim úr skúla, var um mamman var edrú tá ið hon kom heim ella ikki, tí tað var ongantíð til at vita. - Børn hjá alkoholikarum fáa ein sætta sans, so tað gretti ikki, at áðrenn eg latið úthurðina upp, visti eg, hvussu standurin var hjá mammu. Annika greiddi frá, at avleiðingin av hesum var, at øll barnaárini vóru merkt av ótta og ótryggleika. Í barnaárunum eigur hon nógv spor í eini barr í einum ølklubba, sum tað nevndist, tá ið hon var barn. Sjálvt um hon undrast á, hvussu tað bar til, at tað var loyvt at hava børn við inn í ein ølklubba. - Eg slapp ikki at vera barn, tí longu sum stór óvitagenta føldi eg, at eg mátti taka ábyrgdina av bæði lítlu systur míni og av mammuni. Sostatt fekk hon tíðliga eina ábyrgd, sum hon ikki var búgvin til at hava. Fekk onga hjálp Hon lærdi eisini rættiliga skjótt at lúgva um, hvussu gott tað var heima hjá heima, men vinkonur tordi hon sjáldan ella ongantíð at taka heim við, tí hon var so flóv av mammuni. Hon sigur, at tað besta, hon kundi finna upp á, var at vera so fitt sum gjørligt. - Eg hugsaði, at bara eg var fitt, so kanska mamma ikki fór at drekka aftur. Men tað gjørdi hvørki frá ella til. - Tá ið mamma var full, kundi hon verða ógvuliga ákærandi og tað var eisini mangan ógvuliga harðligt heima hjá okkum. - Eg havi sæð jólatræið hjá okkum ligið brotið á gólvinum og einaferð, eg kom heim, var úthurðin bók- staviliga sagað úr og eg havi sæð stórar knívar á køks- borðinum og nógv annað. - Einaferð var 9-10 ára gomul læsti mamma seg inni á kamarinum, hóast eg bað og bønaði hana koma út. Langt um leingi kom hon einaferð kom hon so út, men tá datt hon og fekk stórt sár í høvdið. Annika sigur, at hon hevði skil fyri at ringja eftir sjúkrabili. - Eg og fimm seks ára gamla systir mín vórðu gangandi einsamøll eftir í fleiri tímar. Hon saknar eisini, at nak- ar hjálpti henni og systrini. - Einasta roynd, ið nakran- tíð er gjørd at hjálpa okkum, var einaferð flokslærari kom til mín. Eg var eini 13 ár og eg var rýmd heiman ífrá og tá bað flokslærarin meg venda mær til barna- verndina. Tað er nokk ikki heilt vanligt, at børn venda sær sjálvi til barnaverndina, men tað gjørdi Annika so. - Barnaverndin kom heim til okkum, men mamma dugdi serstakliga væl at látast sum um og hon fekk sannført barnaverndina um, at tað var bara eg, sum gjørdi ov nógv av. - Tað var tað einasta, eg Eg eri hildin uppat at biðja Míni barnaár vóru merkt av ótryggleika og ótta, og eg eigi nógv spor á eini barr í Havn. Men nú havi eg fyrigivið mammu, fortaldi Annika Juul í hjartanemandi frásøgn í Miðlahúsinum í gjárkvøldið um, hvussu tað er at veksa upp í einum heimi, har mamma drekkur Danir brúka kortið Ongastaðni í heiminum brúka fólk so ofta gjaldskortið sum í Danmark. Ein heimsumfatandi kanning vísir, at í meðal brúkti hvør dani gjaldskortið 166,3 ferðir í 2008. Á øðrum plássi er Ný Sæland, har fólk rindaðu 140 ferðir við gjaldskortinum. Tað er umleið fimm ferðir meiri enn meðaltalið fyri allan heimin, skrivar Ritzau. Hjá PBS, sum umsitur tey donsku gjaldskortini, siga tey, at danir hava vant seg til at brúka gjaldskortið til bæði stórt og smátt. Ferðahugurin minkaður Afturgongdin í altjóða búskapinum hevur av álvara ávirkað hugin hjá fólki at ferðast. Altjóða ferðavinnufelagsskapurin UNWTO sigur, at vøksturin, sum hevur verið í ferðavinnuni, steðgaði upp í fjør. Fyrru helvt av árinum vaks vinnan, men teir seinastu seks mánaðirnar var afturgongd. UNWTO væntar, at gongdin verður tann sama í ár, og at afturgongdin verður tvey prosent í 2009. Felagsskapurin sigur, at tað er serliga ferðavinnan í Evropa og Asia, sum kennir sviðan av búskaparafturgongdini.