Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 19 - 28. januar 2009 fyri mammu fekk burtur úr barnaverndini og eg havi ikki upplivað, at tað er blivið stórt frægari síðani. Omman, lítlasystir og Guð bjargaðu henni Annika Juul sigur, at tá ið hon var barn, høvdu tey ongantíð ráð til nakað annað enn til brennivín til mammuna. Tí fingu børnini ongantíð nakað. - Eg hevði nakrar góðar vinkonur, sum høvdu eitt vanligt familjulív. Men systir mín og eg fingu ongantíð nakað, so eg fór at stjala, tó at tað bara var smáttarí. Hon fór eisini at drekka, men tað var rættiliga tíðliga, at hon kom til ta niðurstøðu, at hetta var leiðin, hon skuldi ganga. - Tað, sum hevur bjargað mær, er at eg eri trúgvandi. Og so havi eg eina ótrúliga fitta og góða ommu, sum hevur verið ein avbera stórur stuðul hjá mær alt lívið og er tað enn. Og so sigur Annika, at hon hevur eisini sera tætt sam- band við yngru systrina. - Vit báðar hava brúkt hvørja aðra ótrúliga nógv. Hevur fyrigivið mammuni Hon sigur, at nú skal hetta ikki ljóða sum um at alt var so óluksáliga ringt, tí tað var tað hóast alt ikki - sjálvt um nógv hevur verið ringt. - Mamma var ótrúliga góð við okkum og hon hevur gjørt tað, hon megn- aði. Hon megnaði bara ikki altíð so nógv. Nú er Annika gift og eigur fýra børn. Men tað var ringt sleppa undan at hugsa um brennivíni, tí tað hevði fylt so nógv. - Tá ið maðurin fór í býin, sjálvt um tað var sjáldan, var tað ótrúliga ringt og tað gekk útyvir alt. Hon sigur, at fyri nøkrum árum síðani tók hon avgerð um at fyrigeva mammuni. - Eg havi altíð verið ógvuliga góð við mammu og eg gjørdi upp við meg sjálva, at tað skuldi eg halda fram við, sama hvat hon gjørdi og hvussu hon var. - Men at koma til hesa sannføring, hjálpti nógv upp á støðuna hjá allari familjuni og tað hjálpti eisini mær. - Eg fortaldi tað fyri mammu og síðani hava upp á mangar mátar fingið eitt nógv betri samband. Men tað merkir ikki, at mamman er hildin upp at drekka, tí nú drekkur hon kanska verri enn nakrantíð. - Í hesi 30 árini, hon hevur verið alkoholikari, er hálvur annar mánaði tað mesta hon hevur verið edrú ísenn. - Hon hevur verið til avvenjingar mangar ferðir, men tað hevur ikki gjørt mun og eg havi ongantíð væntað, at tað fór at hjálpa. Men hon er edrú inn ímill- um og tá kann hon vera heima hjá Anniku í nakrar dagar og tá hava tey tað gott. - Edrú er hon av allar fittastu og allar stuttligastu fólkum og hon er heimsins besta omma. Hildin uppat at biðja - Eg eri trúgvandi, men eg eri givin at biðja fyri mammu. Eg kann gott biðja fyri henni, men eg eri givin at biðja fyri at hon skal halda upp at drekka. Tað havi eg biðið um, men tað hjálpti ikki hjálpt. Eitt tað tyngsta hjá Anniku er kanska at tey hava langt síðani góðtikið, at mamman fer at doyggja nokk so skjótt. Upp á nógvar mátar verður tað ein lætti. Men børnini elska hana og tað ringasta verður at for- telja børnunum, at omman fer kanska ikki at liva so leingi afturat. Sjálv eigur Annika fýra børn. Hóast hon ásannar, at hon sjálv neyvan er tann full- komna mamman, følir hon tað sum hennara kall í lívi- num at geva børnunum ein góðan og tryggan upp- vøkstur. - Tá ið míni børn verða vaksin er tað mín vón, at tey kunnu siga, at tey eru heil og at tey vita, at eri til reiðar, tá ið tey hava brúk fyri mær. Annika sigur, at tá ið hon sjálv fekk børn, valdi hon brennivín frá, sjálvt um hon ikki er fanatisk, tí hon kann gott fáa sær eitt glas av víni ella bæði tvey av og á. Men seinasta heilsanin frá Anniku til áhoyrararnar var av tí positiva slagnum. - Nú livi eg eitt gott lív og eg eri glað fyri lívið, segði hon. Kanska ópolitiskan ráðharra Tað er eftir øllum at døma ikki óhugsandi, at íslendingar fáa ein serfrøðing uttan fyri tað politiska umhvørvið til vinnumálaráðharra, nú arbeitt verður við at skipa nýggja stjórn. Morgunblaðið visti í morgun at siga, at Samfylkingin og Vinstri Grønir hava tosað um tann møguleikan. Blaðið visti eisini at siga, at millum ráðharraevnini eru hagfrøðingarnir Gylfi Magnússon, Þorvaldur Gylfason og Lilja Mósesdóttur. Samráðingarnar um at skipa stjórn hildu fram fyrrapartin, og roknað verður við, at tann nýggja stjórnin verður mannað í morgin. Útseta rakettætlanir Forsetaskiftið í USA hevur fingið Russland at útseta ætlanina at seta rakettir upp í Kaliningrad. Rakettirnar í Kaliningrad vóru upprunaliga eitt svar frá russum upp á amrikonsku ætlan- ina at seta verjurakettir upp í Póllandi, men nú er russiska ætlanin útsett, skrivar Interfax frá einari keldu. Keldan sigur, at ætlanin er útsett, tí tann nýggja amerikanska leiðslan hevur ongan skund við at fremja rakettverjuskipanina í Eysturevropa, sigur ein vælvitandi kelda við russisku tíðindastovuna. Sama kelda sigur, at tann nýggja stjórnin í Washington hevur útsett ætlaninar um verjuskipanina í Póllandi og Kekkia. Leygardagin skipar felagið Hundavinir fyri fyrstu­ hjálparskeið fyri hunda­ eigarar. Endamálið er at kunna hundaeigarar betri um sjúkueyðkenni hjá teirra hundum, og gera teir førar fyri at hjálpa teimum tá teir gerast sjúkir hundarøkt Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tað verður rættiligt hundalív í Royndarstøðini í Kollafirði leygar- dagin, tá hundaeigarar hittast til fyrstuhjálparskeið fyri hundaeigarar. Tað er felagið hundavinir, ið skipar fyri skeiðnum, og er hetta eitt av mongu skeiðunum, Hundavinir skipar fyri. - Vit meta, at tað er brúk fyri einum slíkum skeiði. Vit hava nógv skeið í hundavenjing av ymsum slag, men vit halda, at vit sum hundaeigarar ofta vita lítið um heilsuna hjá okkara hundum. Tað er ein tørvur millum hundaeigarar á at kunna hjálpa okkara hundi, tá hann gerst sjúkur ella verður yvirkoyrdur, greiðir Fríðhild Debes frá Hundavinir frá. Fær hundurin ikki ta hjálp, hann hevur tørv á, doyr hann, og fleiri dømi eru um hetta. Eitt nú doyggja tíkir ofta av bruna í lívmóðurini, tí tær ikki fáa røttu hjálpina. Umframt fyrstuhjálparskeiðið verður frálæra í røkt, til dømis í at klippa negl og reinsa oyru á hundinum. Tað verður Lars Mohr Nielsen djóralækni, ið kemur at halda skeiðið. Hann er í løtuni í ferð við at spesialisera seg innan kelidjór. Higartil hava nógvir hundaeigarar meldað til, og Hundavinir rokna við nógvum fólki. Best er at siga frá áðrenn 29. Januar, um ein ynskir at luttaka í skeiðnum. Fríðhild Debes sigur, at føroyskir hundaeigarar hava stóran áhuga í teirra hundum, og at sjálv hundamentanin í Føroyum er í broyting. - Tað er nógv broytt síðan eg var barn, og hundurin búði í kjallaranum ella stóð bundin í túninum. Hundaeigarar í dag ganga høgt upp í vælveru hjá hundunum, at røkja og venja hann væl, sigur hon. Hundaeigarar á fyrstuhjálparskeið Leygardagin fáa hundaeigarar frálæru í fyrstuhjálparskeið og røkt av sínum hundum Savnsmynd