Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 19 - 28. januar 2009 Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, er greið yvir, at nú má heimarøktin raðfestast. – Akuttu trupulleikarnir mugu loysast, og hetta fer at ganga útyvir alt mann ikki doyr av, sigur landsstýriskvinnan Eldraøki Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hóast játtanin Rósa Samuel­ sen hevur fingið til sítt ráð, er merkt av, at tað eru onnur øki, ið verða mett hægri, so vónar hon, at bráðneyðugi tørvurin á eldraøkinum verður loystur, áðrenn eitt hálvt ár er liðið. ­ Fyrst mugu vit hyggja at, hvar tørvurin er, men tað er greitt, at tað serliga er í Tórshavnar kommunu, at størsti tørvurin er. Akutti tørvurin er í heimarøktini, tí har fáa vit sett inn beinan­ vegin. Búpláss taka sína tíð at fáa upp á pláss, og verður tað serliga í røktini vit fara at seta inn, sigur landsstýris­ kvinnan. Fær avleiðingar Almannamálaráðharrin er tó greið yvir, at hetta fer at fáa avleiðingar yvir restina av økinum hjá henni. ­ Tað verður ikki pláss fyri at gera nakað nýtt, og í veruleikanum vil tað siga, at vit fara at minka um alt virk­ semi, sum mann ikki doyr av, sigur Rósa Samuelsen. Hon greiðir víðari frá, at økini, ið verða harðast rakt eru skeiðsvirksemi, útbúgv­ ingar og so framvegis. ­ Vit mugu loysa akutta tørvin, og so má restin bara bíða, staðfestir landsstýris­ kvinnan. Møguliga eykajáttan Eftir øllum at døma er lands­ stýriskvinnan ikki nakað serliga heit fyri eykajáttan­ um, men gerst tað neyðugt, er hon ikki bangin fyri at biðja um hana. ­ Eg má sjálvandi royna at halda meg til ta játtan, sum eg havi fingið. Og tað vil siga, at vit eru noydd at skera niður í teimum minni átrokandi málunum á máls­ økinum. Men verður hetta ikki nóg mikið, so kann tað verða, at eg verði noydd at biðja um eina eykjáttan, vísir Rósa Samuelsen á. Arbeiðir við hond og fót Í gjár vóru Heðin Mortensen og Rósa Samuelsen á fundi, har tey tosaðu um, hvat skal gerast við eldraøkið í Suður­ streymi. ­ Vit tosaðu um nakrar møguleikar, sum eg ikki konkret vil koma inn á, sigur Rósa Samuelsen, men hon vísir á, at tey seinni aft­ ur fara á fund um sama mál. Tó kann mann sterkt ganga útfrá, at tey í grundini hava tosað um loysnir innan heimarøktina, tí bæði tvey hava úttala seg um, at tað er her, fyrstu átøkini skulu gerast. Spurd um tað er rætt at hjálpa einari kommunu, sum í veruleikanum ikki hevur gjørt so nógv sjálv, svarar landsstýriskvinnan, at tað ikki kemur upp á tal at stuðla Tórshavnar komm­ unu við nøkrum, sum onnur økir í landinum ikki eisini høvdu fingið. Fyri egna rokning Tá landsstýriskvinnan almannamálum verður kon­ fronterað við útsøgnum, sum Hans Pauli Strøm, heilsumálaráharri gjørdi í Sosialinum mánadagin, sig­ ur Rósa Samuelsen, at hon nokk ikki hevði úttalað seg heilt á sama hátt og at útsagnirnar hjá Hans Paula Strøm mugu vera fyri egna rokning, men at tað er greitt, at Tórshavnar komm­ una ikki hevur raðfest, sum nógvar aðrar kommunur í landinum. Hinvegin vil landsstýris­ kvinnan ikki lasta Tórs­ havnar kommunu fyri sínar raðfestingar, tí sambært lógini er tað enn landið, ið hevur ábyrgdina av eldraøk­ inum, og kommunurnar hava bara møguleika at gera eitt íkast, sum skal vera góð­ kent av landsmyndugleikun­ um og síðani verður rikið av landinum. Leggjast til kommunurnar Landsstýriskvinnan er eis­ ini púra sannførd, at tað er ein stórur trupulleiki, at tað ikki er greiður skilnaður millum land og kommunur á eldraøkinum, men hon er fegin um alt arbeiði komm­ unur hava gjørt á økinum, og at hon í løtuni arbeiðir við einum uppskotið, ið skal leggjast fyri Løgtingið, sum inniber, at 800.000 krónur verða veittar í stuðli til hvørt røktarheimsplássið, í mun til 500.000 í dag. Hinvegin er hon sannførd um, at tað hevði verið ein betri loysn, um eldraøkið í størri mun verður lagt út til kommunurnar. ­ Tað vísir seg, at nærri myndugleikin er at borgar­ anum, nærri er eisini loysn­ in, sigur Rósa Samuelsen. Eg raðfesti tað lívsneyðuga - Tað er í heimarøktini, vit skulu seta inn fyri at kunna loysa bráðneyðuga tørvin, men hetta fer at ganga út yvir alt, sum kann bíða á mínum øki, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum Tilvildarlig, tilgjørd mynd Ein milliard líða hungur ST vil hava altjóða samfelagið at brúka eina milliard dollarar til bardagan ímóti svongd, sjúkum og fátækradømi millum kvinnur og børn kring heimin. Sambært ST eru kríggj, dýrar matvørur og náttúruvanlukkur orsøkin til, at næstan ein milliard fólk hava ov lítið til matna. Tað merkir, at tey svøltandi eru 100 milliónir fleiri í tali enn fyri bara einum ári síðani. Londini, sum hava tann størsta tørvin á hjálp, eru Sudan, Kongo og Zimbabwe, men tørvurin er eisini stórur í londum sum Pakistan, Burma og í londum í Karibiska Havinum. Fleiri hermenn til Afghanistan Undan forsetavalinum segði Barrack Obama, at hann ætlaði sær at senda fleiri amerikanskar hermenn til Afghanistan og at skerja hermannatalið í Irak ístaðin fyri, um hann vann valið. Kongressin í Washington kunngjørdi í gjár, at hon hevur játtað at senda 3.500 hermenn til landspartarnar Logar og Waddak, sum eru nærhendis høvuðsstaðnum Kabul. USA hevur frammanundan 30.000 hermenn í Afghanistan, men sambært Obama verða fleiri hermenn sendar hagar tað næsta hálva árið.