Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 19 • 28. jan. 2009 3. partur Vit eru framvegis í Grønlandi í 1954. Petur hjá Luffu og Petur í Gásadali vóru eisini í fleiri ár í Dagmarsvík. Teir høvdu ein bát sum æt Niclas Oluf. Hetta sama summarið var Eirikur Reyði í Føroyingahavnini. Við honum vóru Niclas Olsen av Tvøroyri og Kristin Holmsund úr Froðba. Teir vóru systkinabørn. Niclas var ein av eigarunum av Eiriki Reyða, sum var ein av teimum bátunum, ið vóru við til útróður í Grønlandi í 1939. Niclas var eisini bátabyggj­ ari, so helst hevur hann verið við til at byggja báðar bátarnar, Eirik og Boga. Hann er eisini pápi at tí núverandi bátabyggjaranum á Tvøroyri Johan Olsen. Lagnan hjá Drelnes Teir hildu til í Sprittvíkini, sum í veruleikanum ikki var ein vík, men var vestari armur av buktini, sum Dagmarsvík liggur í. Tætt norður úr tí tanganum, har Sprittvíkin liggur innan fyri, liggur eitt sker, sum kallast Drelnesskerið. Navnið komst av, at Drelnes, ein slupp av Tvøroyri, fórst á skerinum. Tað bar soleiðis til, at skipið kom inn til damparin at landa. Fyri at koma uppá síðuna á damparanum, svingaði Drelnes aftur um skipið, sum lá við aftur­ endanum inn ímóti skerinum. Men vanlukkutíð kom hann ov nær og bar við skerið. Fjarandi sjógvur var, og skipið var fult av fiski. Tískil brotnaði Drelnes og sakk niður við skerinum. Ein nólsoyingur, Herluf, var eisini har yviri. Hann var í einari vík, sum kallaðist Kollafjørður. Í somu vík var eisini Berint úr Kollafirði, sum víkin æt eftir. Karl Jespersen av Tvøroyri, var í einari vík innan fyri Polaroil. Her kan vera nevnt, at Karl var seinasti formaður í Suðuroya Fiskimanna­ felag, sum breyt seg úr Føroya Fiskimannafelag í 1934. Í 1957 komu feløgini saman aftur. Karl er uppi í 90­unum og er framvegis hanpuliga væl fyri. Sama skúr leigaði eg í 1958, tá ið eg fyri fyrstu ferð var formaður á báti sjálvur. Tað var á Boga, tí gamla. Jefri í Garðastovu var eisini í fleiri ár í Føroyingahavnin. Hann hevði tveir bátar, Eyðfinn 1 og Eyðfinn 2. Hann helt til inni í Lektaravíkini. Julius í Syðradali var somuleiðis í Føroyingahavnini við einum dekksbáti sum æt Glyggur. Teir búðu har inni, sum tann gamla smiðan var. Eg haldi, at hann var bara tað eina ári. Ein maður frá Ljósá var eisini í Føroyingahavnini. Hann keypti ein bát, sum danska skonnartin Arctic hevði havt. Hon hevði róð út við bátum. Tað hevur verið onkuntíð áðrenn seinna heimsbardaga. Ein stóran skúr átti Arctic eisini í Føroyingahavnini. Hann stóð á vestara armi í víkini, har sjómansheimið stóð fyrr. Innifrystir í Grátufjørðinum Í 1954 høvdu vit bygt ein lítlan skúr í Grátufjørðinum. Tá var tað hetta góða loyvi, sum greitt hevur verið frá í seinasta parti, komið. Vit høvdu ligið og bíða eftir tí í 1953, men tað kom ikki fram. Skúrurin var gjørdur til heima, so stórviðurin var bara at skrúva saman. Hann var klæddur við krossfinerplátum. Hann hevði átta koyggjur. Til hita høvdu vit ein Valorovn, og at matgera við brúktu vit ein primus. Hesin skúrur var bara ætlaður til at vera í teir dagarnar, ið vit plagdu at royna har suðuri í Grátufjørðinum. Skúrurin stóð í einari vík, sum við einum eiði var skild frá teirri vík, sum skúrar blivu bygdir í seinni, og sum bleiv kallað Norðara Havn. Ein túr vóru vit har suðuri síðst í september ella fyrst í oktober. Vit høvdu verið á útróðri um dagin og havt hampuligan fiskiskap. Um kvøldið, tá ið vit vóru lidnir at gera reint, var blivið stilli og nokk so kalt. Hetta hugsaðu vit einki um, men fóru heim í skúrin. Vit skuldu fara norður í Føroy­ ingahavnina morgunin eftir. Tá ið vit um morgunin komu til bátarnar var alt fryst. Av tí at víkin, sum bátarnir lógu í, var lítil og smøl og lá sum ein blindtarmur av restini av víkini, sóu vit ikki, hvussu tað í veruleikanum sá út. Men tað vísti seg skjótt, at tað var fryst langt út, einar 200 metrar og hartil var ísurin umleið hálvan annan tumma tjúkkur. Tað vóru stórir trupulleikar at koma út aftur. Vit sigldu undan við tí stóra bátinum og royndu at bróta fyri við skottum og árum fyri ikki at fáa hol á bátin. Men tá ið vit komu út úr ísinum var hol komið á bátin kortini, so sjógvurin fossaði inn. Vit máttu so seta bátin afturá, so holið kom uppundan har frammi. Síðani stungu vit tvist í holið, og so bleiv siglt norður í Føroyingahavnina. Hetta bleiv so sjálvandi gjørt aftur, tá ið vit komu norður. Hesin góði skúrur, sum her er umtalaður, bleiv ikki langlívaður. Longu um veturin 1954­55 er hann farin. Vit fingu at vita, at hann var farin av einum stormi um veturin. Hesin fiskiskapur helt so uppat av sær sjálvum, tá ið skúrurin var farin. Anton Petersen: Fingu sápu til døgurða Anton heldur fram við síni frásøgn um útróður í Grønlandi. Í dag ber illa til at ímynda sær knossið, sum hevur verið. Í mongum førum vóru hesir menn fyri sum nýbyggjarar, sum komu á beran klett og skuldu byrja frá botni av. Ofta stóð eisini nógv á, og teir komu í nógvar vandastøður. Anton roynir eisini ein annan part av okkara fiskimannasøgu, nevniliga sum nógvir aðrir fiskimenn at fara til Íslands Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ Her síggjast báðir skúrarnar, saltingarskúrurin og búskúrurin. Niðanfyri saltingarskúrin sæst kranin, sum varð brúktur at hiva fisk og annað upp við. Bogi liggur við klettin Norski damparin Rask liggur í Føroyingahavnini. Her er hann komin yvir við fólki og útgerð