mikudagur 28. januar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
10
nr. 19 • 28. jan. 2009
Strævið var tað eisini, og heldur
ikki kom tað stóra burtur úr
hesum arbeiðsháttinum.
Ófantalig heimferð
Hetta heystið komu vit heim við
einum norskum dampara, sum
æt Rask. Hetta var ein gamal
bátur. Tað segðist, at hann hevði
undirvatnsbátamotor. Meðan
innskipað varð, lá skipið við
brúnna á Nordafar. Tað var komið
út í november mánað. Tá var
blivið kalt og ótespuligt veður við
vátaslettingi. Tað ringasta var, at
eingin proviantur var eftir.
Fyri ikki at tarna arbeiðinum
bleiv matgjørt á tí norska væl
ferðarhúsinum. Eitt kvøldi, ella
meira at siga um náttina, komu
vit niðan móðir og troyttir at fáa
okkum at eta, eftir at vit høvdu
skipað fisk inn allan dagin.
Vit fingu kókaðan fisk og smelt
afturvið. Allir høvdu helst fingið
sær væl uppá tallerkin og væl
av smelti útyvir. Tá kom róp í,
at tað var sápa og ikki smelt á
tallerkinum!
Hetta komst av, at tað var jú
næstan eingin proviantur eftir og
heldur einki feitt. Kokkarnir høvdu
so funnið nøkur blikk, sum høvdu
ligið eftir frá norðmonnunum. Um
eingin áskrift hevur verið á hesum
góðu blikkum, ella um tað var
skrivað á kinesiskum, veit eg ikki,
men hetta var so smeltað og sett
á borðið sum feitt.
Tað var ein øgilig gálvan og
snerkjan, sum tá var á monnum.
Eg minnist einki um, at nakar
føldi nakra serliga trongd til at
takka kokkunum aftur fyri teirra
ætlaðu góðgerð!
Tá ið liðugt var at skipa inn, var
farið at sigla heim, men umstøð
unar umborð vóru sera ringar. Tað
var lítil og eingin matur, og tað
dryppaði niður allastaðni.
At eingin matur var umborð
var ikki okkara skuld. Skipið var
jú komið yvir eftir fólki og fiski,
og skuldi sostatt havt nóg mikið
av útgerð við, men so var ikki. Eg
minnist ein døgurða, óskrællað
sild beint úr tunnuni og eplir. Og
sum vant var heldur eingin hiti.
Harðlig útpurring og
løgtingsval
Eina náttina, meðan teir flestu
lógu í fasta svøvni, var eitt øðiligt
skrambul. Tá var tað akkersket
an, sum rann út. Hon rann út øll
somul, til tað stóð á í ketukjall
aranum, og ketan slitnaði við
einum ordans bresti. Tað var ein
harðlig útpurring. Tað hoyrdist,
at stýrimaðurin fekk sekkin, tí at
hann ikki hevði koyrt bremsurnar
orduliga fyri.
Vit komu so heim í øllum góð
um tann 13. november. Tað var
løgtingsval 8. november, so vit
lukkaðust ikki heim til valið.
Hetta var annars eitt val við
stórum broytingum. Drúgv fiski
mannaverkføll høvdu verið í tvey
ár. Fyri hendingina við skalkijarni
num undir verkfallinum í 1954 var
formaðurin í fiskimannafelagnum
Erlendur Patursson dømdur at
sita í 40 dagar. Hann valdi at sita,
meðan valið var, og varð roknaður
sum martýrur fyri fiskimenn.
Hetta útvegaði hansara flokki,
tjóðveldisflokkinum, so stóra
framgongd, at hann fór úr
tveimum upp í seks tingmenn.
Tað kann eisini verða nevnt, at
grønlandsútróðurin var eitt fast
evni til løgtingsval í spurninginum
um loysing ella samband. Ført
varð fram, at uttan ríkisfelags
skap mistu vit okkara rættindi
til hendan útróður. Men so við
og við datt hetta burtur sum
grundgeving!
Við hetta summarið vóru
umframt meg sjálvan:
Jens Kristian Petersen, Magnus
Magnusen, Froðba, Mikal Tausen,
Poul Rasmusen, Danial Poulsen,
Martin Johannesen, Sand.
Fingu kokk og væl
var tað
Í 1955 eru vit eisini í Føroyinga
havnini. Men nú vóru vit bara við
einum báti, Boga. Tað var blivið
so ringt at fáa fólk. Orsøkirnar
vóru kanska fleiri. Hetta var einki
serligt lív, og inntøkurnar vóru
einki at reypa av. Vit vóru fýra
manns hetta summarið, tríggir
føroyingar og ein grønlendingur,
sum var frá Fiskanesi.
Hetta var eisini fyrsta ári,
vit høvdu ein fastan kokk, eina
kvinnu. Hon var eisini úr Fiskanesi
og átti ein fýra ára gamlan drong,
Arne, sum hon hevði við sær.
Tað hevði víst seg ígjøgnum
árini, at tað bar ikki til at hava
ein fastan kokk fyri fullan part, tá
ið mann var so fámentur. Tískil
komu vit aftur at landi til útkaldan
fýr og ongan tilgjørdan mat.
Tað var so, tá ið vit komu
aftur at landi, ofta við nógvum
fiski, at ein maður leyp upp úr
bátinum, og kókaði ein temunn.
Samstundis setti hann eina grýtu
út á við einum døgurðabita. Tá
ið vit so høvdu drukkið, fóru
vit út aftur at rigga til at gera
reint, flekja og salta fiskin. Tá
ið kókað var, so var farið at
fáa sær eta, aftaná var farið at
flekja. Her bleiv staðið til liðugt
var, ofta til út í móti morgni alt
eftir, hvussu nógv fiskað var. Tá
ið alt var komið í salt og alt var
liðugt, so vit kundu tørna inn,
vóru ofta nógvir tímar liðnir. Var
so leygardagur dagin eftir ella
man væntaði illveður út á dagin,
so var frívaktin ofta stytt fyri ikki
at missa ov nógv av degnum eftir.
Sunnudag var altíð friður.
Nú bleiv hetta so roynt at fáa
fastan kokk. Tað var ein stórur
munur at koma aftur til heitan
og reinan skúr og mat standandi
á borðinum. Hartil vóru klæðini
vaskaði.
Men tað var strævið, ógvuliga
strævið. Tann, sum ikki hevur
verið við til slíkt, dugir ikki at seta
seg inn í tað. Men hinvegin kann
sigast, at mítt ættarlið livdi í einari
stórari broytingartíð til tað betra.
Við hetta summarið vóru
umframt meg sjálvan:
Jens Kristian Petersen, Froðba,
Mikal Tausen, Sand,
Renatus, Grátufjørðurin, Marta
Stefani, (kokkur), Fiskanes.
Fóru at royna Ísland
Í 1956 var ikki farið til útróður í
Grønlandi. Hesa tíðina vóru so
nógvir føroyingar farnir at leita
sær til Íslands. Skipaflotin var í
ringum standi, og tí vóru inntøku
møguleikarnir hjá fiskimonnum
vánaligir. Íslendingar høvdu nógv
góð skip, sum teir høvdu trupult
at manna. Sigast kann, at Ísland
gjørdist bjargingin hjá føroyskum
fiskimonnum hesi árini. Teir vóru
fleiri enn 1.000 mans og eisini
kvinnur, sum fóru til Íslands stór
an part av fimmtiárunum. Seinna
partin av fimmtiárunum byrjaði
endurnýggingin av føroyska
fiskiflotanum av álvara, tá kundu
føroyingar koma heim aftur.
Pápi mín og eg avgjørdu, at
vit skuldu royna at fara yvir til
Íslands um várið at vita, um
vit kundu fáa nakað burtur úr
vártíðini har uppi.
Heima í Føroyum var so einki at
vinna. Vit fóru so upp til Reykja
víkar við ferðamannaskipinum
Dronning Alexandrine hjá DFDS.
Har vóru nógvir føroyingar við.
Nógvir av hesum monnunum
vóru teir somu, sum vóru í Grøn
landi um sumrini. Tað hevur verið
tíðliga í februar mánað, at vit
komu til Reykjavíkar.
Eg hevði ikki fingið kjans,
áðrenn vit fóru heimani frá. Hetta
var tað vanliga tá. Fatanin var, at
tað var bara at fara yvir, so fekst
okkurt at gera.
Vit fingu pláss á hotellinum hjá
Frelsunarherinum í miðbýnum í
Reykjavík, har tað var bíligt at
búgva. Her búðu fleiri skopuning
ar. Vit vóru so har í nakrar dagar.
Tað tyktist at vera nakað langligt
at ganga og mala, so ein var
byrjaður at ivast í, um nakað
fór at spyrjast burtur úr. Men so
kom onkur at sóknast
eftir fólki, og tað var
til eitt flakavirki á
➘
Niðanfyri skúrin í Dagmarsvík. Til vinstru er svágur pápa mín, giftur við Fine
pápasystir. Pápi mín er í miðjuni og síðan Mikal mammubeiggi mín. Eitt
ísstykki er komið inn í havnina. Til vinstru kemur skúrurin undan sum vit búðu
í fyrsta árið
Renatus, grønlendingur, og pápi mín umborð á gamla Boga. Hetta er ein
sunnudag vit hava verið inni á Nordafar ein túr
Hetta er íslendski báturin
Stjarnan, sum eg var við.
Hann var um 100 tons, og
hann fiskaði til tað virki,
sum vit arbeidu á
Her eru vit í ferð við at flyta. Trossarnir, gørnini, liggja á dekkinum, og skipið
siglir. Maðurin fremst á myndini er skiparin