mikudagur 28. januar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 19 - 28. januar 2009
Evnið á Várfram
sýniningini 2009
er "Samleiki", sum
framsýningin ynskir
at lýsa á ein so fjøl
broyttan hátt sum
gjørligt
Framsýning
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
28. februar er seinasta freist
at lata inn verk til Várfram
sýningina. Í ár sóknast fram
sýningin eftir verkum, sum
á ymsan hátt endurspegla
skiftandi samleikar í moder
naða samfelganum.
Samleiki í
bitlaheiminum
Hugskotið til evnið á Vár
framsýningini hevur støðið
í, at hvønn einasta dag
gjøgnum alt lívið lata vit
okkum í skiftandi samleikar
og leiklutir til ymisk høvi. Í
uppvøkstrinum fáa vit ein
samleika frá staðnum, vit
búgva, og frá menniskjum,
vit liva saman við. Alt eftir
kyni og uppvøkstri fáa vit
ein samleika tillutaðan. Í
mannfólkaheiminum
finnast eitt nú fótbóltssam
leikin,
bilførarasamleikin
og sjómannasamleikin. Í
konufólkaheiminum finnast
aftur aðrir samleikar, eitt nú
móðurleikluturin,
flaka
kvinnan og húsmóðirin.
Eisini sjálvsfatan okkara er
eitt slag av samleika.
Samleikar hoyra til øll lív
sins viðurskifti. At enda
fara vit øll í eftirløn og flyta
okkum inn í eldraleiklutin,
inn í seinasta tíðarskeiðið á
lívsins leið. Oman fyri allar
hesar einstaklingasamleikar
nar liggja størri bólkar sum
samleiki grundað á politiska
samføring, átrúnaðarligt til
knýti og tjóðskap.
Áhugin fyri tí at vera
knýttur at onkrum og at
skifta samleika er vaksin í
modernaða heiminum, har
ferðslan yvir um landamørk
økist í stórum sum úrslit av
orsakað av altjóðagerðini.
Tað er vorðið vanligari at
skapa egnu sjálvsmynd sína
og at átaka sær ein samleika
fyri at staðfesta seg sjálvan
undir broytandi umstøðum.
Hetta samleikaspælið ávirk
ar eisini bitlaheim okkara í
Føroyum, um vit vilja tað
ella ei.
Sensurerað
framsýning
Várframsýningin er sen
surerað.
Ein
trímannað
dómsnevnd
úr
Føroysk
Myndlistafólk velur út og
setir framsýningina saman
við innkomnum verkum og
øðrum viðkomandi tilfari.
Dómsnevndin er áhugað
í øllum listarligum mynd
framburðum fyri at skapa
eina so fjølbroytta og út
greinandi framsýning sum
gjørligt.
Fríggjadagin letur
Jóna Rasmussen upp
framsýning í Galerie
Focus við grafiskum
myndum undir
heitinum »Vetrar
suita«
graFiklist
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Til nýggju framsýningina
hevur Jóna Rasmussen ser
liga leitað sær íblástur frá
barokkini, sum enn einaferð
er við til at gera hennara
myndir til nakað sertstakt
innan føroyska grafiska
list.
Óendaliga kvirran
Myndirnar hjá Jónu Rasmus
sen er eyðkendar í mátanum,
myndevnið ofta leitar sær
út um kantin á verkinum,
eins og myndin er brot av
eini størri heild, ið liggur
uttanfyri onkustaðni.
Í bókini Livandi list, vísir
Inger Smærup Sørensen,
listfrøðingur á, at hendan
leitanin hjá verkunum út
um seg sjálvan ger, at
áskoðarin má gera sær eitt
slag av innaru mynd av
heildini.
Kanska hetta er ein
leitan eftir tí absolutta ella
onkurum
ógreiniligum,
upphevjaðum
ella
háfloygdum, ið ikki ber til
at avmynda, okkurt ið
dregur seg undan mynda
skapinum, eins og vit ofta
síggja tað í áhuganum hjá
abstraktu
ekspression
istunum fyri tí óendaliga,
hugleiðir Inger Smærup
Sørensen, og leggur afturat
Í verkunum hjá Jónu
Rasmussen er tað kortini
tann óendaliga kvirran og
tann óendaligi tómleikin, ið
tykjast at vera í brenni
deplinum.
Íblástur frá barokkini
Jóna Rasmussen arbeiðir
bæði
við
grafiskum
myndum og málningum.
Íblásturin til myndirnar fær
hon millum annað úr náttúr
uni, frá sjómanslívinum og
frá tónleiki. Elementið er
ofta vatn í ymsum abstrakt
um skapum. Tann svart/
hvíti grafikkurin stendur
sterkur, men eisini grafikkur
og málningar í litum, ofta í
bláum og turkis, standa
sterkir við hennara ser
merktu strokum.
Jóna Rasmussen hevur
síðan 1991 sýnt fram í
Føroyum, Danmark og aðra
staðni. Fyrstu serframsýn
ingina hevði hon í Lista
skálanum í 1999.
Til hesa framsýningina
hevur hon millum annað
fingið íblástur frá barokkini
og til ferniseringina kemur
Kristina á Váli at spæla á
cello, sats úr suitu nr. 2 av
Bach. Heiti á framsýningini
er Vetrarsuita.
Fernisering verður fríggja
dagin frá klokkan 16 til 18.
Framsýningin verður opin
til 12. februar, týsdag til
fríggjadag kl. 15 til 18 og
leygardag kl. 16 til 18 í
Galerie
Focus
í
Grím
Kambansgøtu 20 í Havn.
Várframsýningin
sóknast eftir
samleikum
Vetrarsuita í Focus
Ein óendalig kvirra
hvílir yvir myndunum
hjá Jónu Rasmussen,
sum eins og halda á út
í ein óendaligan heim
uttanfyri
Várframsýningin 2009 verður í Listasavni
Føroya 13. mars - 12. apríl.
Freist fyri innlating av uppskoti: 28. februar 2009.
Innlatingarkostnaður: Fyri hvønn einstakling er innlat-
ingarkostnaðurin kr. 300,-
Listafólkini fáa svar skjótast møguligt, soleiðis at
listaverkini kunnu latast inn í Listaskálan.
FAKTA
Okkara mongu og ymsu
samleikar gjøgnum lívið er
evnið á Várframsýningini í ár
Løgreglumaður skuldsettur
Í Finnlandi hevur ákæruvaldið skuldsett ein løgreglumenn fyri
at hava svikið sína uppgávu sum løgreglumaður.
Løgreglumaðurin er skuldsettur fyri grovt vansketni í sambandi
við tilburðin, tá ein ungur maður myrdi ein lærara og níggju
næmingar í einum skúla í býnumi Kauhajoki tann 23.
september í fjør. Løgreglumaðurin hevði tosað við tann unga
mannin dagin fyri tilburðin, og hóast hann visti, at drongurin
hevði vápn, tók hann ikki vápnið frá honum.
Obama og Medvedev samdir
Forsetarnir í USA og Russlandi, Barrack Obama og Dmitrij
Medvedev, eru á einum máli um, at viðurskiftini millum tey bæði
stórveldini eru ikki nóg trygg í løtuni, og at tað er neyðugt at bøta
um tey. Tað vóru teir samdir um í einari telefonsamrøðu
fyrradagin. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, segði seg
í gjár rokna við, at Obama og Medvedev fara at halda fund í
sambandi við G20toppfundin, sum verður í London í apríl.