Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 19 - 28. januar 2009 Tað var av tilvild, at hann kom inn í byggivinnuna, og tí er hann ikki bundin at vanahugsan. Nú skapar danin, sum eigur fyritøkuna Bozel, hús í nógvum ymiskum, fjølbroytt­ um og forvitnisligum sniðum Bygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Frank Petersen heldur, at tíð­in er farin frá vanahugsan innan sethúsabygging, bygg­ ing av vinnubygningum og bygging av almennum bygn­ ingum og stovnum. ­ Eg kann fáa ilt í búkin, tá eg síggi keð­iligar bygn­ ingar, bæð­i í Danmark og að­rastað­ni. Sama er, nú eg eri í Føroyum. Hugflogið­ er bæð­i goymt og gloymt, sig­ ur danin, sum eigur byggi­ fyritøkuna, Bozel í Hammel í Danmark. Í kvøld klokkan 19 verð­ur temakvøld í Mið­lahúsinum um lágorkubygging, og tá verð­ur danin millum luttak­ ararnar. Ikki fakmaður Tað­ var av tilvild, at Frank Petersen kom inn í byggi­ vinnuna, og nú hevur hann nógv at gera við­ at snið­gera og byggja hús í óvanligum snið­um – hús, sum skilja seg burtur úr mongdini. Húsini, hann skitsar nið­ur við­ blýantsstrikum, gerast til sonevnd kringluhús, torn­ hús og hús, sum kunnu minna um eina viftu. Næstan tað­ ómøguliga gerst møguligt, tá danin setir seg við­ tjúkka blýantinum og byrjar at tekna. Tá hann ikki er fakmað­ur, er hann heldur ikki fongdur við­ vanahugsan um, hvat kann lata seg gera – og ikki. Tey, sum kenna virksemið­ hjá Frank og Bozel, siga, at danin teknar nakrar tjúkkar blýantsstrikur nið­ur á pappír – og so letur hann fakfólk tekna og fremja ætl­ anina í verki. ­ Úrslitið­ er, at bæð­i arki­ tektar og byggiverkfrøð­ingar hava úr at gera við­ at finna loysnir, soleið­is at míni hug­ skot kunnu fremjast, sigur Frank Petersen. Sum snarljós ­ Hugskotini koma til mín sum snarljós av bláum himli. Eg gangi nakrar dag­ ar og hugsi um trupulleikan, og so við­ eitt so kemur loysnin, sigur hann. Á heimasíð­uni hjá danan­ um síggja vit, at hugflogið­ er stórt, og eingin ivi tykist vera um, at Frank veit, hvat hann vil. ­ Ein umráð­andi partur er, at húsið­ passar til umhvørvi og náttúruna. Tað­ skal verð­a stuttligt at búgva í einum Bozel­húsi, sigur hann. Danin var í Føroyum, tá kreppan herjað­i tíð­liga í nítiárunum, men steð­gurin vardi bert í ein dag. Hann hevur altíð­ ynskt sær at komið­ aftur, og nú bar so á, at hann kundi koma og enn­ tá steð­ga í nakrar dagar. Tey, sum eru “vertir” hjá honum á ferð­ini í Føroyum, siga, at Frank Petersen er púrasta skotin í tí føroysku náttúruni. ­ Eg síggi fyri mær fleiri serstøk húsasnið­, ið­ kundu verið­ bygd ymsastað­ni kring landið­ – og alt kann lata seg gera, sigur danin brosandi. - Ein umráðandi partur er, at húsið passar til umhvørvi og náttúru. Tað skal verða stuttligt at búgva í einum Bozel-húsi, sigur Frank Petersen Mynd: Jens Kr. Vang Temakvøld Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í kvøld klokkan 19 verð­ur Mið­lahúsið­ í Vágsbotni karmur um eitt temakvøld um lágorkubygging, sum tiltakið­ verð­ur rópt. Teir, sum í fyrsta lagi fara at greið­a frá, verð­a umboð­ fyri føroyska felagið­ Far­ house og Bozel í Danmark. Fyritøkan RenoVent, sum hevur sæti í Hósvík, verð­ur eisini við­. Tiltakið­ verð­ur í fyrsta lagi ein neyv kunning um nýskapandi bygging, bjálv­ ing og eftirbjálving, sum bæð­i er áhugaverd fyri priv­ atfólk, vinnulív og almennu Føroyar. Greitt verð­ur frá um kon­ struktiónir, tættleika og bjálv­ ing, og greitt verð­ur eisini frá fyrimunum og vansum við­ tøttum og vælbjálvað­um húsum og bygningum. Skráin fyri kvøldið­, sum er rættiliga áhugaverd og fjølbroytt, snýr seg um øll húsini – heilt úr erva og nið­­ ur á fundamentið­, soleið­is at sleppast kann undan kuldabrúgvum í væl­ bjálvað­u húsunum. Kunnað­ verð­ur eisini um, hvussu tú kanst byggja tær húsini úr øð­rum enn tí tradi­ tionella tilfarinum, har dent­ ur verð­ur lagdur á eitt nú sement, flamingo, gips og við­litað­ puss. Gilli Trónd, ið­ starvast sum verkætlanarleið­ari hjá Farhouse, sigur, at eftir framløgurnar í Mið­lahúsin­ um verð­ur høvi til prát um tað­, ið­ sagt hevur verið­, og tá ber eisini til hjá áhugað­um at fara í ”dýpdina”. Temakvøld um lágorkubygging í Miðlahúsinum Tað skerst ikki burtur, at danin Frank Jensen, sum eigur fyritøkuna Bozel, hevur stórt hugflog. Hetta er eitt av snøggu og forvitnisligu húsunum, hann er “pápi” at Frank skapar hús í ymiskum sniðum Norrøna framskundar túrin til Bergen í morgin Norrøna fer seinasta túr til Bergen í morgin, men orsakað­ av veð­urforsøgnini siglir hon av Havnini klokkan 12 ístað­in fyri klokkan 17. Framskundað­a ferð­aætlanin hjá Norrønu í morgin ber við­ sær, at Norrøna sleppur undan meginpartinum av tí ringa veð­rinum, ið­ boð­að­ verð­ur frá. Norrøna hevur seinastu vikurnar verið­ í dokk og fingið­ nýggjar stabilisatorar, ið­ eisini fara at gera sítt til at túrurin verð­ur enn betur, sita tey av Smyril Line, sum heilsa, at ferð­afólk verð­a bið­in um at møta til kekk­inn í seinasta lagi klokkan 10:30. Fleiri enn 200 fólk verð­a við­ á túrinum.