Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 19 - 28. januar 2009 Mafiamaður tikin Ein italskur mafialeiðari, sum flýddi úr Italia fyri næstan tveimum árum síðani, er nú tikin í Spania. Ein av hansara næstu hjálparmonnum er eisini tikin har. Spanska løgreglan sigur, at tann 50 ára gamli Antonio Caiazzo og tann 40 ára gamli Francesco Simeoli vórðu tiknir, tá teir fóru av einari matstovu beint uttan fyri Madrid.Antonio Caiazzo bleiv dømdur 12 ára fongsul í mars í 2007 fyri ymiskt mafiavirksemi í stórbýnum Napoli, men ein mánað seinni hvarv hann. Nú verður hann væntandi sendur til Italia, so hann kann sita dómin. Varandi orka hoyrir náttúrliga heima í einum lágorkuhúsum, og við minni orku­ tørvi verða rakstrar­ útreiðslurnar eisini minni. Ein skilagóð íløga kann verða ein sólorkuskipan saman við eini hitapumpu, men ítøkiliga loysnin skal gerast til hvørt húsið sær ­ alt eftir umstøðunum Lágorkubygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Orkutørvurin í einum lág­ orkuhúsum er nógv minni enn í einum vanligum hús­ um. Hetta kemur av, at hita­ tapið gjøgnum veggir, tak og gólv er nógv minni enn vanligt. Eisini eru húsini nógv tættari, so hitin fer ikki burtur við gjóstri. Tí skal eisini nógv minni orka til at bera upp fyri hitatapi enn í einum vanligum húsum. Tað siga teir, sum skipa fyri temakvøldi um lágorku­ bygging í Miðlahúsinum í Vágsbotni í kvøld (sí eisini grein á næstu síðu). Tað eru feløgini Farhouse og RenoVent í Føroyum og danska felagið Bozel, sum standa aftanfyri tiltakið í Miðlahúsinum, ið byrjar klokkan 19. Størri tilvitan Feløgini leggja aftrat, at um rætt verður atborið, verður orkutørvurin til at hita vatn eisini minni enn vanligt við einum lágorkuhúsum, tí nýtsl­ an verður meira tilvitað. ­ Samlaða úrsltið er, at orkutørvurin um veturin minkar heilt nógv, meðan nýtslan av heitum vatni, ið er nærum tann sama alt árið, fær ein størri týdning fyri samlaðu orkunýtsluna. Tí skal hitaskipanin eisini hugsast øðrvísi enn vanligt. Feløgini siga, at upphit­ ingin eisini kann gerast umvegis luftskiftið, so hita­ vekslari verður settur á til endurvinning av luftini, ið verður sogin úr lágorkuhús­ unum. Varandi orka ­ Varandi orka hoyrir náttúr­ liga heima í einum lágorku­ húsum, og við minni orku­ tørvi verða rakstrarútreiðsl­ urnar eisini minni. Ein skilagóð íløga kann verða ein sólorkuskipan saman við eini hitapumpu, men ítøkiliga loysnin skal gerast til hvørt húsið sær ­ alt eftir umstøðunum. Feløgini vísa á, at ein hita­ pumpa gevur ikki í sær sjálvum grøna orku. Tað veldst um, hvussu góð hon er og um, hvussu streymurin til at reka hana verður fram­ leiddur. ­ Rákið er tó, at ein alsamt størri partur av elveitingini verður vindur og vatn – og seinni eisini alduorka. Henda orkan er mest um veturin, tá sólorkan gevur minst, meðan sólorkan gev­ ur mest í summarhálvuni. Tí hóska hesar skipanir væl saman og koma í staðin fyri eina oljufýring. Víst verður á, at við hes­ um leisti eru húsini so leys av olju, sum tey kunnu verða, uttan eisini at slíta elveitingina. ­ Oljuprísurin verður tá eingin hóttan fyri heima­ búskapin, siga feløgini. Dygdin varðveitast Tað hevur stóran týdning, at sólorkuskipanin og hita­ pumpan eru haldgóðar og verða settar rætt upp, so tær geva ta orku, ið verður lov­ að – og at tær eisini gera tað um 10 ár. ­ Tí loysir tað seg sjáldan at keypa bíligastu loysnirnar. Hitakipanin er partur av hús­ inum, og hon skal hava somu dygd sum restin av lágorku­ húsinum, siga feløgini, sum standa aftanfyri temakvøldið um lágorkubygging í Miðla­ húsinum í kvøld. Hetta er manningin, sum í kvøld fer at greiða frá um lágorkubygging, húsasnið og onnur áhugaverd viðurskifti í samband við bygging av sethúsum, vinnuvirkjum og almennum bygningum Mynd: Jens Kr. Vang Ger teg leysan av hóttandi oljuútreiðslunum Nú oljan er vorðin eitt hóttandi element fyri einstaklingar og samfeløg, er ógvuliga umráðandi við góðari bjálving og varandi orkukeldum - Við lágorkubygging verður orkutørvurin ikki ein hóttan fyri heimabúskapin, siga feløgini, sum skipa fyri temakvøldi í Miðlahúsinum í kvøld