Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 28. januar 2009 17 Hollywood er heimavøllur Leirvíkingur Hans Fróði Hansen ferðast í Los Angeles sum var tað hansara egni heimstaður. Hann hittir stjørnurnar til veitslur og skal nú samstarva við eina heimskenda poppstjørnu um eina nýggja ætlan. Hvussu er lívið í Hollywood, og hvussu kunnu føroyingar røkka so langt? Vit spyrja, og Hans Fróði Hansen svarar Ragnar spælir live Ragnar Finnson, sum tók alt Danmark á bóli í kappingini Talent, fer at spæla live á Hvonn. Ragnar hittir eisini Peter Aalbæk og hevur eina óvanliga avbjóðing til Aalbæk. Rockrøddin sum hvarv Í fleiri ár var hann ein tann besta og mest markanta røddin í Útvarpinum. Men so bráðtagnaði hann, og seinnu árini hevur einki verið at hoyrt til hann. Vit leita á slóðina og finna fram til útvarpsmannin Heðin Arge og fáa greiði á, hvat hann tekst við nú. Hví drepa føroyingar ikki hvønn annan? Føroyingar drepa ikki hvønn annan við vilja. Síðani 1988 er bert eitt dráp skrásett í Føroyum, meðan í øllum okkara grannalondunum eru dráp púra vanlig. Vit royna at finna fram til eina frágreiðing um, hví føroyingar ikki drepa hvønn annan við vápnum. Durita vil føra skip Durita Christophersen úr Vest­ manna líkist ikki týpiska skipara­ num, men hon er í holt við at taka útbúgving sum skipsførari. Prátað verður við hana um hennara val av útbúgving, og hvat hon ætlar sær, tá ið hon einaferð kann taka ræði á brúnni á skipum.