Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 19 - 28. januar 2009 ] Finalistar­ nir skulu finnast Í trimum av fýra hálvfinalum tykist spenningurin avgreiddur, meðan tað kann verða sera tætt í Kollafirði í annaðkvøld Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Lítil ivi er um, at Stjørnan og Tjaldur hittast í kvinnufinaluni í steypa­ kappingini, meðan Kynd­ il tykist eins tryggur lut­ takari hjá monnum. Stóri spenningurin er í so máta hóskvøldið, tá KÍF tekur ímóti Neistan­ um í tí, sum líkist einum sonnum braki. Sera óvæntað vann KÍF fyrru hálvfinaluna við tveim­ um málum, og við fyri­ muninum av heimavølli er als ikki óhugsandi, at tað í ár verða kollfirðing­ ar, sum vinna sær mest óvæntaða finaluplássi í eini finalu, sum væl kann standa millum tey bæði niðastu liðini í deildini. Hinvegin er tað væl enn so, at Neistin má roknast sum favorittur undan dystinum í Kolla­ firði. KÍF hevur sveiggj­ að nógv í avrikunum, og um vikuskiftið løgdu teir rygg til stórtap á heima­ vølli. Neistin er fram­ vegis við í kappingini um pláss í FM­finaluni, men seinastu vikurnar hava úrslitini verið alt annað enn góð, og í løt­ uni er tað H71, sum hev­ ur fyrimunin í stríðnum teirra millum. Dystirnir (fyrru úrslitini viðmerkt í klombrum) Hálvfinalur, kvinnur 28.01 20.00 Neistin- Stjørnan (22-33) 29.01 18.30 Tjaldur-StÍF (29-23) Hálvfinalur, menn 28.01 19.30 StÍF-Kyndil (17-25) 29.01 18.30 KÍF-Neistin (29-27) Emile Heskey syrgdi fyri, at Aston Villa fekk sætta útivallarsigurin á rað. Hetta er met hjá felagnum, sum nú er frammanfyri Chelsea og ájavnt Liverpool á stigatalvuni PrEMIEr lEAGuE Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fimm sigrar á rað. Tað hevði Aston Villa megnað undan dystinum ímóti Ports­ mouth í gjárkvøldið. Eitt flott avrik, sum felagið tó hevði megnað fýra ferðir áður í søgu felagsins. Í dag ber til at staðfesta, at Aston Villa hevur um­ skrivað egna søgu. Teir vunnu nevniliga við einum máli móti ongum, og harvið hevur Aston Villa vunnið seks teir seinastu dystirnar, liðið hevur spælt á útivølli. Sigurin hevur við sær, at Aston Villa fer fram um Chelsea og leggur seg upp undir liðina á Liverpool á stigatalvuni. Haraftrat er Aston Villa nú einans trý stig aftanfyri Manchester United, sum er fremst í Premier League. Her skal tó leggjast aftrat, at Aston Villa hevur spælt ein dyst meiri enn áðurnevndu lið. Góða plaseringin á stiga­ talvuni staðfestir tó, at tað ikki einans er á útivølli, at tað hevur hepnast væl hjá Aston Villa. Liðið hevur nevniliga ikki tapt seinastu 11 dystirnar. Av teimum er talan um átta sigrar og tríggjar javnleikir. Hetta er prógv um, at Aston Villa er væl koyrandi. Tað sama kann sigast um seinasta keypið hjá Aston Villa, Emile Heskey. Hann hevur roynst ógvuliga væl hjá Wigan í ár, og nú flytingarvindeyga var opið, valdi Aston Villa at rinda umleið 30 milliónir krónur fyri 31 ára gamla enska landsliðsleikaran. Í gjárkvøldið spældi Emile Heskey sín fyrsta dyst fyri Aston Villa, og hann vísti, at keypið av hon­ um neyvan er tað býttasta, Martin O’Neill hevur gjørt í síni yrkisleið sum man­ ager. United setti eisini met Tað var tó ikki einans Aston Villa, ið setti met í gjár­ kvøldið. Manchester United setti eisini nýtt Premier League­met, tá teir megn­ aðu at halda mótstøðulið­ num frá at skora 11. dystin á rað. Seinasta leikumfar út­ javnaðu teir gamla metið hjá Chelsea, ið helt málið reint tíggju dystir á rað. Men við 5­0 sigrinum á West Bromwich í gjár­ kvøldið setti Manchester United nýtt met. Berbatov og Rooney syrgdu fyri eini tryggari hálvleiksleiðslu. Í seinna hálvleiki økti Vidic til 3­0, áðrenn Ronaldo staðfesti sigurin við tveimum mál­ um. Endaliga úrslitið kundi lættliga verið størri, og arbeiðsumstøðurnar hjá Manchester United vóru eisini góðar, tí allan seinna hálvleik spældi West Brom­ wich við tíggju monnum, eftir at málverjin Paul Robinson varð vístur av vølli. Tottenham gjørdi skjótt av Í botninum tók Tottenham ímóti Stoke. Liðini høvdu bæði 21 stig – og tað sama høvdu West Bromwich, Middlesbrough og Black­ burn. Tottenham vann 3­1 og dregur tískil frá botnin­ um. Málini gjørdu Lennon, Defoe og Dawson eftir bara 25 minuttir vóru spældir. Í seinna hálvleiki minkaði Beattie um munin fyri Stoke. Fjórði og síðsti dysturin í gjárkvøldið var ímillum Fulham og Sunderland. Tað vóru gestirnir, ið vunnu henda dystin við máli frá Kenwyne Jones. Trýst á toppliðini Sigurin hjá Aston Villa í gjárkvøldið merkir, at teir nú av álvara blanda seg í oddastríðið. Hetta hevur aft­ ur við sær, at trýstið á Liver­ pool og Chelsea, sum skulu í eldin í kvøld, er økt upp­ aftur meira. Í botninum er støðan eis­ ini spent. Fýra tey niðastu liðini hava 21 stig, men einans trý stig eru upp til 13. plássið, sum Tottenham hevur yvirtikið við sigrinum á Stoke í gjørkvøldið. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Debutantur tryggjaði Aston Villa met Úrslitini í gjárkvøldið: West Bromwich - Manchester United 0-5 Tottenham - Stoke 3-1 Portsmouth - Aston Villa 0-1 Sunderland - Fulham 1-0 Dystirnir í kvøld: Wigan - Liverpool Manchester City - Newcastle Chelsea - Middlesbrough West Ham - Hull Everton - Arsenal Blackburn - Bolton Støðan í Premier League: 1 Manchester United 50 2 Liverpool 47 3 Aston Villa 47 4 Chelsea 45 5 Arsenal 41 6 Everton 36 7 Wigan 31 8 West Ham 29 9 Hull 27 10 Fulham 26 11 Sunderland 26 12 Manchester City 25 13 Tottenham 24 14 Portsmouth 24 15 Bolton 23 16 Newcastle 23 17 Blackburn 21 18 Middlesbrough 21 19 Stoke 21 20 West Bromwich 21 Jermaine Pennant og Emile Heskey, báðir fyrrverandi Liverpool-leikarar, í dysti fyri nýggj feløg í gjárkvøldið Mynd: Polfoto 22