mikudagur 28. januar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 • 28. jan. 2009
MIÐvIkaN
23
Hafnafjørðinum beint við Reykja
vík. Vit fingu so arbeiði á hesum
virkinum saman við áðurnevndu
skopuningum. Vit vóru 10 ella 12
manns tilsamans, sum her fingu
arbeiði.
Búleikaðust har menn
høvdu skotið seg
Innivist fingu vit uppi á loftinum á
einum gomlum fiskahúsi, sum var
frá teirri tíðini, tá ið tann danski
kongaligi handilin var í Íslandi. Vit
fingu eina eldri konu at gera mat
fyri okkum, so vit høvdu tað gott
í allar mátar. Tað vóru tvey stór
rúm ella kømur við koyggjum í at
búgva í.
Hurð var inn í hvørt kamar frá
køkinum. Úr hinum endanum
á køkinum var eitt kamar til
kokkin. Har kom trappan upp,
sum var inngongd hjá okkum frá
fiskakjallaranum.
Í hesum fiskakjallara vóru
vesini, so niður har skuldi man
fara. Tað var sagt, at tveir manns
høvdu skotið seg har niðri, so
man var ikki heilt álvuligur at fara
niður í hetta stóra skýmliga rúmið
á miðaru nátt.
Størsti parturin av fiskinum,
sum virkið arbeiddi, var konga
fiskur, sum tað fekk frá trolarum.
So fekk virkið eisini nakað av
torski frá bátum, sum royndu fyrst
við línu og síðani við gørnum á
vertíðini.
Her kom alt til sættis. Uggarnir
av tí stóra torskinum, ið varð
skorin til flak, blivu saltaðir,
síðani pakkaðir og útfluttir.
Somuleiðis var við skræðuni,
hon bleiv eisini saltað og útflutt.
Tað bleiv sagt, at skræðan bleiv
brúkt í skógvaframleiðslu. Eisini
bleiv tann størsti torskurin og
tann størsti upsin, sum var uppi
í veiðuni hjá trolarunum, tikin
burtur úr og flaktur.
Hetta varð gjørt í einum skúri,
sum stóð fyri seg sjálvan niðan
fyri flakavirki. Har var eg nokkso
nógv saman við onkrum íslend
ingi. Fiskurin kom inn á gólvið
har, og nakað av brúktum ísi varð
koyrt út yvir.
Her lá fiskurin oftast heilt
leingi. Hann varð so moyrur, at
tað bar til at hála ryggin burtur úr
uttan knív.
Men tá ið fiskurin kom burtur úr
aftur saltinum, sá hann slett ikki
so galin út! Tað var ikki so frægt,
at tað bleiv brúkt nýtt salt.
So við báti
Eg var so har eina tíð, men ein
dagin bleiv eg spurdur av leiðsl
uni, um eg vildi fara við einum av
teimum bátunum, sum landaðu til
virkið. Ein maður við hesum báti
hevði forfall.
Eg tók av. Hesin báturin æt
Stjarnan og var uppá 100 tons.
Tá ið eg var biðin við, royndi
hann við línu. Eg var so við har í
tríggjar dagar. Tá kom hesin góði
maður við aftur, og eg fór so aftur
á fiskavirkið. Men tá ið garnatíðin
kom fyri, bleiv eg biðin við sum
fastur maður.
Har var eg so við alla vertíðina,
og mær dámdi sera væl. Tað
gekk eisini rættuliga væl við
fiskiskapinum. Tað vóru eisini
yvirhøvur fittir menn, serstakliga
skiparin og stýrimaðurin.
Tá ið vertíðin var av um mánað
arskiftið aprílmai, fór eg av. Eg
fór til Reykjavíkar, har fekk eg
saman við pápa kjans við Torkil
Mána, sum var ein trolari upp á
eini 5600 tons.
Við honum varð farið til Grøn
lands á saltfisk. Har var rokfiski
skapur. Tað var tað eisini hjá
føroysku trolarunum hesa tíðina.
Vit vóru ein mánaða til fiskiskap,
so var báturin fullur. Tað fjarðaði
ongantíð av dekkinum frá tí, vit
kastaðu, og til trolið bleiv lagt
á dekkið. Hetta eru tær størstu
nøgdir av fiski, eg nakran tíð havi
sæð. Tað bleiv so farið heim til
Reykjavíkar.
Inni á Reykjavík lá trolarin
Røðull av Hafnafjørðinum.
Honum væntaði fólk, og vit báðir
feðgarnir fóru so við honum.
Tá ið vit komu umborð, var eg
spurdur, um eg vildi verað annar
kokkur. Hesum tók eg so av, og
dámdi mær sera væl. Kokkurin
var heldur váttligur, men vit komu
sera væl út av tí. Hann var stak
fittur í móti mær.
Vit vóru so tveir túrar við Eystur
grønland á kongafiski. Túrarnir
vóru ikki langir. Tað var nógv
at fáa. Tað at tað var ísfiskur,
avmarkaði eisini túralongdina. Vit
vóru so tveir túrar við, og tá vit
komu aftur av tí seinasta túrinum,
skuldi báturin á sleipistøð.
Mær var tá bjóðað at arbeiða
umborð, meðan báturin stóð uppi
og síðan halda á fram, tá ið hann
fór aftur í virksemi. Eg tók ikki av,
men fór heim.
Heim og yvir aftur til
Íslands
Vit vóru ikki leingi heima, men
fóru yvir aftur. Tað var á nøku
lunda sama hátt sum fyrru ferð.
Tað var ikki nakað fast vit fóru
yvir til. Tað vanliga var, at menn
fóru á Frelsunnarherin í Reykjavík
og fingu sær innivist. So komu
menn, sum høvdu brúk fyri fólki,
hagar at fregnast, um nakar var
at fáa har til arbeiðis.
Soleiðis var eisini hesu ferð.
Tað var rættuliga skjótt, at har
kom ein maður úr Vestmanna
oyggjunum, sum skuldi hava
nakrar menn. Hesin maður átti
ein bát um 4050 tons. Báturin
æt Sæfari. Vit vóru tríggir
føroyingar, sum fóru við har, pápi
mín, eg og so ein víkamaður, Poul
á Torlabrúgv. Tað vóru bara vit
tríggir, sum vóru føroyingar.
Vit royndu við gørnum eftir sild.
Tað var millum nakað og einki at
fáa, men hetta var eitt strævið
arbeiði. Tá ið vit drógu gørnini, var
ein maður sum dró tey inn við spæli
num. Samstundis stóðu fýra ella
fimm manns aftur eftir og hálaðu
gørnini aftur ímillum okkum.
Samstundis sum sildin varð
rist úr teimum. Hetta hevur verið
sum við teimum føroysku silda
skipunum. Arbeiðið var møðsamt
fyri armarnar.
Seinni fóru vit at fiska upsa við
snellu, men tað var á sama hátt.
Urtøkan var sera lítil. Vit vóru við
har, til vit fóru heim um heystið.
Aftur stóð illa til
Várið eftir fóru vit yvir aftur til
Íslands. Tá fóru vit beinleiðis í
Vestmannaoyggjarnar.
Farið var sum vanligt uppá
óvist. Eg egndi hjá onkrum línu
báti og hevði okkurt fyrifallandi
arbeiði. Vit fóru eisini at rógva út
við einum lítlum báti, sum pápi
hevði fingið at reka.
Hann var komin at kenna ein
skúlalærara, ið átti bátin.
Hesin bátur var sum ein lítil
seksæringur til støddar. Tað gekk
eisini bara væl, tá ið tað viðraði.
Ein dagin mundi tað gingið galið
hjá okkum. Tað var eitt sindur
keðiligt veður, og vit høvdu fingið
rættuliga væl av fiski. Pápi mín
skuldi so sigla upp aftur.
Íslendingurin og eg vóru farnir
í lugarið. Í tí hann slakar av, og
báturin misti ferðina, søkkur hann
niður og byrjar at taka sjógv inn.
Gamli rópti so á okkum at koma
at kasta fiskin út, men
tað hevði hjálpt lítið
í einari knappheit. Til ➘
Umborð á Stjarnuni í 1956. Vit gera reint. Aftan fyri borðið sæst Johan Hansen, sum var við okkum í Grønlandi í 1950.
Hann var giftur við pápasystir mínari. Framman fyri borðið ein ungur íslendingur
Umborð á Torkil Mána. Her liggja vit og tóga sum tað kann síggjast á
trolveirinum
Umborð á Torkil Mána. Tað líðir væl til heimferðina, sum tað sæst á
saltfiskastakkinum frammi við bakkan í bakborð. Tá ið fiskurin bleiv umrivin
fór hann í lastina