Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 24 nr. 19 • 28. jan. 2009 alla lukku koyrdi hann á motorin aftur, og tá lætti báturin sær á aftur. Tað var um reppi, at vit sukku beint niður. Báturin hevði vána­ ligan kropp og var alt for smalur. Vit fóru so ikki út aftur, fyrr enn tað var gjørt eitt høgt skvatliborð á hann, og tað hjálpti væl um. Seinni um várið bleiv eg biðin sum avloysari við einum snellubáti. Tað var ein bátur uppá 15 tons, sum æt Ingolf. Tað var ein tvøramaður, sum var farin av. Eg var so nakrar dagar við hesum bátinum, til vertíðin var liðug. Eg var so biðin um at koma við aftir várið eftir. Eg var so við har í einar tríggjar vertíðir, og hevði eina rættuliga góða inntøku eftir tátíðini at vera. Vit vóru fimm manns við. Ein dagin fingu vit uppí bátin, eini 15 tons. Tað var ein stórur fiskiskapur, men fiskurin var eisini so velduga stórur, so tað rúgvaði skjótt upp. Vit búðu í kjallaranum hjá formanninum og eigaranum á bátinum, Sigurdi, í Hólagøtu 17, Vestmannaeyar. Aftur til Grønlands Heim aftur komu vit seinast í apríl mánað 1957. Vit fóru avstað aftur til Grønlands fyrst í mai mánað. Hetta árið eru vit aftir í Føroyingahavnini við sama báti Boga, og sama fólki, nevniliga: Jens Kristian Petersen, Anton Petersen, Froðba. Mikal Tausen, Sand, Renatus Corneliusen, Gratufjørðinum og Martha Stefani (kokkur), Fiskanes. Fiskiskapurin var hampuligur, og tað er framvegis saltfiskur, sum vit vóru til. Tað var mest nærindis Føroyingahavnini, ið vit royndu, bæði sunnan fyri og norðan fyri. Um heystarnar gjørdu vit onkrar túrar suður í Grátufjørðin, tá ið lítið var at fáa við Føroyinga­ havnina. Vit fiskaðu uppí bátarnar av saltfiski. Hetta merkti, at vit fóru til lands at flekja fiskin, salt­ aðu hann so í bátin og so norður í Føroyingahavnina við honum. Hetta var eisini eitt knoss. Fyrstu ferð bát sjálvur 1958 er tað fyrsta árið, sum eg havi bát sjálvur. Pápi mín keypti ein bát, sum æt Fleyr, frá Niels Juel Mortensen á Tvøroyri. Hetta var ein bátur, sum Niels Juel bygdi sum stuttleikabát til sín sjálvan. Men eg haldi ikki, at hann bleiv nógv brúktur. Hann hevði ikki snið av føroyskum báti, men hevði sneitt stevni og rundan afturenda. Hann hevði ein solomotor. Støddin mundi vera millum tíggjumannafar og seksæring. Eg fekk so Boga at rógva út við, av tí at pápi mín, nú hevði fingið Fleyr. Hetta summarið leigaði eg ein skúr frá Karl Jespersen av Tvøroyri. Hann lá í einari vík beint innan fyri Polar Oil. Vit vóru fýra manns og ein ung genta úr Fiskanesi Anne Marie, sum var kokkur. Umframt meg sjálvan vóru vit Mikal Tausen av Sandi, Símun Joensen av Tvøroyri, og Trond Juul Hansen úr Skopun Hendan víkin sum vit vóru í, var ein hampuliga góð vík at vera í, men sum so ofta var strondin ring at koma at. Men har var eitt ilt av einum krana, sum vit riggaðu til. Hetta fingu vit so dánt hjálpt okkum við. Annars hevði tað slett ikki gingið. Í hesu somu víkini var bara hesin eini skúrurin, tá ið vit komu. Eina tíð seinni kom ein vestmenningur og bygdi sær skúr uttari í víkini. Hann hevði ein seksæring, sum æt Vónin. Sum undanfarin summar var tað eisini saltfiskur hetta árið og tað var góður fiskiskapur. Men báturin var illa mannaður, og sum áður frásagt var tað ein illa atkomulig strond. So tað bleiv ikki tað, sum tað kundi verið. Vit róðu nógv suður um Føroy­ ingahavnina, suður á Trebrødre og suður á Marrak. Hagar var ein teinur upp á umleið tríggjar tímar at sigla. Hesi árini høvdu vit eingi hjálpitól. Tað var ein motorur og ein kumpass, men væl gekk við at koma í fisk og eisini at finna aftur sjálvt í svartari toku um kvøldarnar. Tað kom ikki fyri, at vit ikki funnu aftur til lands, hóast vit ongan radara høvdu. Torkil Máni. Vit sigla her heim til Reyjavíkar við fullari last eftir fiskiskap í ein mánaða Røðull inni í Vestmannaoyggjunum í 1956. Hetta var fyrstu ferð eg var í Vestmannaoyggjunum Á upsaveiðu við Sæfari úr Vestmannaoyggjunum. Fremstur við stórvantið stendur skiparin Sigurdur Rættingar Í 2. Parti er ein mynd, sum verður søgd at vera manninginin á Marité í 1952. Hetta er skeivt. Hetta er manningin á bátunum hjá Jens Kristian, pápa Anton Í seinastu Miðviku stóð um bátin úr Skálavík, at hann í 1896 fórst í Skálsábáruni. Tað rætta er, at hann sakk á Sveipinum, sum er millum Glyvursnes og Kirkjubønes. Onkur sigur, at tað var í Fleskíðuni, teir fóru. Dyrgingar­ bátar av Argjum hoyrdu neyðarrópini, verður sagt. Isabella Innes kom eisini eitt sindur skeivt fyri. Hon varð skotin niður á Munkagrunninum. Komandi partur Tað vóru nógvar tjóðir í Grønlandi. Millum hesar vóru eisini portugisarar. Teir fer Anton at greiða meira frá