mikudagur 28. januar 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 19 - 28. januar 2009 ]
Bowyer er svínskur
Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Claus Bech Jørgensen, hevði verið á
vøllinum í eitt korter, tá hann varð útvístur í FA-CUP dystinum móti Birmingham
um vikuskiftið. - Í einum mótálopi varð eg sligin og sparkaður av Lee Bowyer,
sum síðan hálar meg niður. Í eini roynd at sleppa upp fái eg eitt knæ í høvdið.
Eg kendi meg noyddan at steðga honum við at hála í troyggjuna, so hann ikki
gjørdi tað aftur og fekk mál, sigur Claus Bech Jørgensen við tipsbladet.dk.
Hann leggur afturat, at felagið stuðlar honum. - Bowyer er ein svínskur leikari,
sum tú skal ansa eftir. Tílíkt hendir í hvørjum dysti, og tíverri sá dómarin hetta
sum eina hevnissøku, sigur Claus Bech Jørgensen við tipsbladet.dk.
Afrikani royndarvenur
á Argjum
22 ára gamli Tehe Aristide av Fílabeinsstrondini roynir í
hesum døgum at spæla seg til sáttmála hjá AB. Tað skrivar
heimasíðan hjá argjamonnum. Tehe Aristide, sum vanliga
er miðverji, er 22 ára gamal og 190 cm høgur. Hann hevur
áður spælt fótbólt á Fílabeinsstrondini og Italia. Sambært
heimasíðuni vónar hann, at AB fær brúk fyri honum í
komandi kappingarári.
Um vikuskiftið
var kappingin um
Fredriksborg steypið
í Hillerød í Danmark.
Tríggir føroyskir
skjúttar luttóku, og øll
fingu heiðursmerki
við til Føroyar. Talan
er um tvær silvur og
eina bronsu
Bogaskjóting
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Frederiksborg Pokalen, sum
kappingin verður nevnd á
donskum, er í Hillerød í
Jútlandi á hvørjum ári.
Í ár vóru vaksnu recurve-
skjúttarnir, Jógvan Magnus
Andreasen og Torfinn Han-
sen, báðir úr Vágaskoti, við
til kappingina, umframt,
Sirið Rein úr Tambum úr
Havn í kadettbólkinum,
sum eru ung millum 13 og
16 ár.
Vanliga eru bestu skjúttar-
nir í Danmark við til hesa
kappingina, tí hetta er sein-
asta freist til úttøkuna til
EM og HM-kappingar.
Silvur og bronsu
Millum tey vaksnu luttóku
Jógvan Magnus Andreasen
og Torfinn Hansen. Báðir
luttóku í triðsterkasta bólk-
inum.
Við ávikavist 520 stigum
hjá Jógvani Magnusi og
504 stigum hjá Torfinni,
megnaðu teir báðir at fáa
heiðursmerki í kappingini.
Jógvan Magnus vann silvur
og
Torfinn
vann
eina
bronsu.
Eftir at innleiðandi kapp-
ingin hevði verið, varð hugt
eftir stigunum yvir alla
kappingina. Við sínum 520
stigum var Jógvan Magnus
Andreasen klárur til finalu-
umførini. Har møtti føroyski
skjúttin einum donskum
elituskjútta og tapti dystin
við níggju stigum.
Silvur til ungdómin
Sirið Rein var einasti før-
oyski ungdómsskjúttin til
kappingina. Hon hevði sum
tann einasta fylt treytirnar
fyri luttøku.
Hóast hon var einsamøll,
sýntist hetta ikki ávirka
hana. Hon gjørdist nevniliga
nummar tvey millum gent-
urnar í sínum bólki við 501
stigið.
Vinnarin hjá gentunum í
hesum bólki fekk 22 stig
fleiri enn Sirið Rein.
Trý steyp í danskari
bogaskjótikapping
Frá vinstru: Jógvan Magnus Andreasen, Vágaskot, Connie Hansen,
Rønne og Torfinn Hansen, Vágaskot. Sostatt fingu báðir vaksnu
skjúttarnir úr Føroyum heiðurstekin
Frá vinstru: Emma Rosander, Trelleborg, Tanya P.
Sunding, Hillerød og Sirið Rein, Tambar. Sirið var
einasti føroyski ungdómskjútting, men ikki sveik hon
álitið
súkkling
Tíðindaskriv
Í ársins fyrstu súkklukapp-
ing bleiv kappast á fjalla-
súkklu. Børnini kappaðust í
trimum bólkum og so bleiv
kappast
millum
vaksin
eisini.
Ein genta luttók og í henn-
ara bólki gjørdist hon fyrr á
mál enn dreingirnir í henn-
ara bólki. Durita Toftum
Joensen var gott koyrandi
leygardagin, eins og hon
eisini hevur verðið í øðrum
kappingum, ið TSF hevur
skipað fyri. Hon hevur tað
ikki frá fremmandum. Páp-
in, Andrass Joensen, hevði
eisini ein góðan dag leyg-
ardagin, og kom á mál bert
eitt minutt eftir vinnaran í
kappingini
hjá
teimum
vaksnu.
Sera spennandi var í kapp-
ingini millum dreingir 12
til 14 ár. Ikki tí, Benjamin
Thomassen, ið nú hevur
drúgvar royndir sum súkkl-
ari, vann sera trygt, men
kappingin um 2. plássið
gjørdist spennandi sum
kappingin leið. Jørtur B.
Poulsen og Niels Gilstein
Midjord stríddust um hetta
pláss. Tætt var, men á sein-
asta umgangi fór Jørtur frá
Niels Gilstein, og gjørdist tí
næstur á mál.
Eisini Bartal Dam Gre-
goriussen hevur verið trúgv-
ur til kappingar hjá TSF, og
eisini hann slapp at njóta
løtuna ovast á sigurs-
pallinum eftir loknan dyst
leygardagin. Eisini hann
vann ein tryggan sigur.
Hjá teimum vaksnu vann
Gunnar Dahl-Olsen. Tíð-
liga megnaði Gunnar at
slíta seg leysan frá Andrass
Joensen, Høgna Øster og
øðrum. Gunnar megnaði at
halda tørn, men tað var ikki
uttan harða kapping frá
Andrass Joensen, ið strídd-
ist sum úlvur í skóg, fyri at
fáa Gunnar aftur. Høgni
Øster gjørdist triðjur á mál.
Tíanverri fyri kapping-
ina - og fyri Sverra sjálvan
- punkteraði Sverri Mohr
Edvinsson og var tí noydd-
ur at gevast á fjóra av seks
umførum.
Næsta kapping verður
lýst í fjølmiðlunum og á
heimasíðuni hjá Tórshavnar
Súkklufelag, www.tsf.fo.
Kappaðust í
mountain-bike
Úrslit:
Dreingir, 6 til 8 ár:
Nr.
Navn
1
Bartal Dam Gregoriussen
2
Tummas Simonsen
3
Poul Jóhan á Torvlaðnum
Dreingir, 9 til 11 ár:
Nr.
Navn
1
Edmundur W. Johannesen
2
Tóki Bjarnason Poulsen
Gentur, 9 til 11 ár:
Nr.
Navn
1
Durita Toftum Joensen
Dreingir, 12 til 14 ár:
Nr.
Navn
1
Benjamin Thomassen
2
Jørtur Bjarnason Poulsen
3
Niels Gilstein Midjord
Vaksin:
Nr.
Navn
Tíð
1
Gunnar Dahl-Olsen
1 t 24 min. 5 sek
2
Andrass Joensen
1.25.05
3
Høgni Øster
1.35.06
4
Sigmundur Olsson
1.38.37
5
Kári Simonsen
1.48.45
6
Sverri Mohr Edvinsson
DNF