mikudagur 28. januar 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 19 - 28. januar 2009 ]
Danmark er í enn
einari hálvfinalu.
Noreg søplaði
søguligan møguleika
burtur í einum
ógloymandi dysti
Hondbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Norska manslandsliðið í
hondbólti stóð á gáttuni til
at skriva søgu. 95 sekund
vóru eftir av avgerandi dyst
inum ímóti Póllandi, og
Noreg førdi 3028. Okkara
grannar í eystri høvdu sig
urin, og ta stóru søguligu
løtuna í pottinum, men teir
mistu alt á gólvið.
Fyrst gjørdi Vegard Sam
dahl álopsfeil. Póllending
arnir fóru í álop, og skoraðu
til 3029. Tá kom fjáltur á
norðmennirnar,
sum
tá
høvdu
mist
málverjan,
Steinar Ege, og høvdu ein
ógvuliga
skerdan
Stian
Vatne við knæskaða.
Frank Løke kundi stongt
dystin, og skorað til 3129,
men Szmal í pólska mál
inum bjargar. Póllendingar
gagnnýta álopið og javna til
3030. 15 sekund eftir, og
norski
venjarin,
Robert
Hedin velur at taka norska
málverjan út, og spælir við
7 útispælarum fyri at norska
liðið kundi fáa avgerandi
sigursmálið.
Men norski stórspælarin,
Kristian Kjelling spældi
bóltin
skeivt
frá
sær.
Bólturin rakti Frank Løke,
og støkk til Artur Siodmiak,
sum
hegnisliga
beindi
bóltin í norska málið.
Siodmiak er ikki kendur
fyri at skora nógv mál, men
hetta málið fer í søguna,
sum eitt hitt mest dramatiska
nakrantíð.
Pólland
skal
spæla
hálvfinalu
ímóti
vertslandinum,
Kroatia,
meðan Noreg skal spæla
um 9. og 10. plássið ímóti
Slovakia. Dysturin verður
spældur í morgin kl. 19.15.
Kjelling átekur
sær skyldina
Kristian
Kjelling,
sum
spælir við spanska stór
felagnum,
Portland
San
Antonio er ein av høvuðs
faktorunum aftanfyri, at
Noreg hevur havt eina so
góða kapping. Men Kjelling
var ivaleysur í, at hann
hevði alla skuldina.
– Eg spilti okkum møgu
leikan. Eg geri tann klass
iska feilin, at eg ikki skjóti
uppá mál, sjálvt um tveir
mans koma út ímóti mær.
Ístaðin royni eg at spæla
bóltin Frank (Løke), men
raki hann bara í dyntilin.
Tað er 100% mín egna
skyld. Tað var ein katastrofal
avgerð frá mínari síðu.
Segði Kristian Kjelling við
norska TV2.
Kristian Kjelling gjørdist
kortini toppskorari við 8
málum.
Norski venjarin, Robert
Hedin helt av sonnum, at
bitin varð beiskur at svølgja.
– Ímóti dystarenda fóru
vit
eftir
øllum.
Hedin
heldur, at Noreg var betri
enn Pólland, og at Noreg
hevði uppiborið at vunnið.
– Kjelling kundi skotið
sjálvur, men tað bleiv til
eina ringa sending inn til
Frank Løke. Hann kundi
farið eftir einum fríkasti,
men tað er lætt at verða
eftirklókur.
Um spurningin hví Noreg
ofta brennur saman við
dystarenda, svaraði Hedin:
Tað kann verða mangul
uppá rutinu. Men hetta fara
vit at venja til tað næsta
endaspælið.
Wilbek aftur í
einari hálvfinalu
Um sæð verður burtur frá
olympisku summarleikunum
í Beijing, so hevur danski
venjarin, Ulrik Wilbek altíð
verið í hálvfinaluni, tá hann
hevur verið í einum endaspæli
við
danska
kvinnulands
liðnum ella danska mans
landsliðnum
í
hondbólti.
Hetta er fjórða hálvfinalan
hjá Wilbek, sum venjari hjá
manslandsliðnum.
Wilbek var í hálvfinal
unum í EM í 2006 og 2008,
og HM í 2007. Nú kann
Wilbek so gleða seg til enn
eina hálvfinalu, og við tí
trýstinum
sum
er
frá
kroatisku áskoðarunum, so
er Wilbek neyvan keddur
av, at Danmark skal spæla
ímóti Fraklandi, og ikki
Kroatia.
Danmark vann 2725,
aftaná hálvleiksstøðuna 14
14. Wilbek hevði eitt sindur
torført við at seta orð á
hvussu Danmark rakk enn
einari finalu: Tað er ringt
at siga, men vit halda áfram
at stríðast. Vit høvdu ringt
við at fáa mál í 2. hálvleiki,
men vit halda fram við at
stríðast. Segði Ulrik Wilbek
við danska TV2 aftaná
dystin. Wilbek staðfesti tó,
at hann helt, at danski hóp
urin var breiðari, enn tann
týski hópurin.
Hvidt var erligur
Málverjin Kasper Hvidt,
sum hevur átt lívið í
Danmark í mongum dyst
um, var erligur aftaná 27
25 sigurin ímóti Týsklandi.
Aftaná dystin ímóti
Póllandi vóru vit rættiliga
ónøgdir við dómarnar. Vit
høvdu teir somu dómarnar í
dag, og tað kunnu vit verða
rættiliga nøgdur við, segði
Kasper Hvidt aftaná dystin.
Týskland fekk nakrar iva
samar avgerðir ímóti sær,
sum Danmark so fekk høv
ið til at gagnnýta. Hálv
finalurnar verða fríggjadag
in. Danmark og Frakland
spæla kl. 16.30, og Kroatia
og Pólland spæla kl. 19.10.
Norðurlendsk sorg og gleði
HM-støðurnar
Bólkur 1
d
v
j
t
mál
+/-
stig
1
Kroatia
5
5
0
0
137-118
19
10
2
Frakland
5
4
0
1
139-112
27
8
3
Ungarn
5
2
1
2
127-135
-8
5
4
Svøríki
5
2
0
3
135-140
-5
4
5
Slovakia
5
1
1
3
124-137
-13
3
6
Suðurkorea
5
0
0
5
119-139
-20
0
Bólkur 2
1
Danmark
5
4
0
1
156-145
11
8
2
Pólland
5
3
0
2
150-141
9
6
3
Týskland
5
2
1
2
147-133
14
5
4
Serbia
5
2
1
2
153-161
-8
5
5
Noreg
5
2
0
3
138-141
-3
4
6
Makedonia
5
1
0
4
132-155
-23
2
Kristjan Kjelling eigur sín stóra
lut í góðu úrslitunum hjá Noreg
í endaspælinum, men í gjár
gjørdist hann ein dýrur harri
móti dystarenda
Mynd: Polfoto/AP
Ronaldinho á landsliðnum
Eftir at hava verið úti úr landsliðshitanum seinastu tríggjar
dystirnar, er Ronaldinho aftur partur av brasilska
landsliðnum, sum tann 10. februar spælir venjingardyst
móti Italia. Ein dystur, sum samstundis er ein uppgerð
millum tey bæði mest vinnandi londini í HMhøpi. Eisini
liðfelagarnir hjá Ronaldinho í Milan, Kaka og Pato, eru í
brasilska hópinum, har rúm tó ikki er fyri Amuri, sum er
toppskjútti hjá Juventus.
Møtti ikki til samráðingar
Brasilski Fred, sum hevur spælt í Lyon, er eftir øllum at
døma fortíð í franska felagnum. Eitt boð upp á nýggjan
arbeiðsgevara hevur verið Tottenham, men tann møguleikin
fjarðaði nakað í gjár, tá Fred als ikki møtti til samráðingar í
London. – Eg roknaði við, at hann skuldi koma í dag, men
har hendi so einki. So tit fáa ikki meg at vedda uppá, at hann
verður her í morgin, ljóðaði heldur speiska viðmerkingin frá
Harry Redknapp hjá Tottenham.