Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 28. januar 2009 13 Nógv kjak hevur verið hesa seinastu vikuna, um fyrispurningin, sum eg havi sett Ríkisumboðs­ manninum um ættleiðing. Eg skal tí royna at greiða frá málinum Eitt av fyrstu málunum, sum eg var við til at við­ gera, eftir at eg kom í løgtingið, var eitt uppskot um at hækka stuðulin til ættleiðing av útlendskum børnum. Prísurin fyri at ættleiða liggur vanliga ímillum 150.000 og 200.000 krónur fyri eitt barn, og løgtingið samtykti at hækka stuðulin úr 50.000 upp í 75.000 krónur, fyri hvørt barnið. Tá uppskotið bleiv við­ gjørt í trivnaðarnevndini, har eg eri limur, kom fram, at støk hava loyvi at ætt­ leiða. Hetta kom óvart á tey flestu í nevndini. Eitt annað sum eisini hendi undir viðgerðini av málinum, var at Bergtóra Høgnadóttir Joensen, av tingsins røðarapalli mælti til, at støk sum ættleiða, eiga at fáa dupultan stuðul, og hetta grundgav hon við at siga, at tey eru so illa fyri fíggjarliga. Seinni er eitt uppskot komið í tingið, um at stakir uppihaldarar skulu hava rætt til dupultan lestrar­ stuðul. Í viðmerkingunum til tað uppskotið stendur millum annað: ”Nógvir stakir uppihaldarar hava havt á orði, at uttan stuðul frá foreldrum, høvdu tey mangan farið svong í song. Almannastovan hevur gjørt vart við, at støku uppihald­ ararnir eru millum tey sum hava tað truplast í Føroyum”. Hongur ikki saman Eg fór tí at hugsa um, hvussu alt hetta hongur saman. Vit fáa dagliga at vita í fjølmiðlunum um stakar uppihaldarar, sum ríma av landinum, tí teirra fíggjarligu viðurskifti eru ikki nøktandi og vit møta uppskotum í tinginum, um at veita støkum uppihaldar­ um dupultan lestrarstuðul, og møguliga eisini dupult­ an ættleiðingarstuðul av somu orsøk. Eg kannaði á heima­ síðuni hjá Ríkisumboðs­ manninum, hvørji krøv verða sett teimum sum ættleiða. Har fekk eg at vita, at ein treyt fyri at ættleiða er, at tú skalt hava ”forsvarlige økonomiske forhold”. So er tað at eg spyrji: Tey sum hava brúk fyri dupultum lestrarstuðli og møguliga eisini dupultum ættleiðingarstuðuli, hava tey ”forsvarlige øko­ nomiske forhold”? Lat meg undirstrika, at eg á ongan hátt seti spurn­ artekin við, um fíggjarligu viðurskiftini hjá støkum uppihaldarum eru nøktandi ella ikki. Gjøgnumgang­ andi er breið semja um, at tey eru ikki nøktandi, og tað er júst tí, at eg havi sett fyrispurningin. Hvussu kunnu tey ættleiða, uttan at fíggjarligu viðurskiftini eru nøktandi? Nú veit eg, at øll støk eru ikki líka illa fyri fíggj­ arliga, men taka vit upp­ skotið um dupultan lestrar­ stuðul sum dømi, so verður einki nevnt har um at støk, sum eru fíggjarliga væl fyri, skulu vera undantikin í lógini. Eisini kann vísast á orðini hjá Bergtóru Høgnadóttir Joensen um at geva dupultan ættleiðingar­ stuðul. Hví skulu fólk, sum eru nóg væl fyri til at ætt­ leiða, fáa dupultan ættleið­ ingarstuðul grundað á, at tey eru illa fyri? Hetta hongur ikki saman. Aðrar treytir Eitt annað, sum eisini undr­ ar meg, er at hjún sum ættleiða, skulu hava livað saman í í minsta lagið 2½ ár og tey skulu vera gift, áðrenn tey ættleiða. Hvussu kann tað hanga saman við, at støk eisini kunnu ættleiða? Lat okkum ímynda okkum eina konu og ein mann, sum ynskja at ættleiða. Ein treyt sum tey skulu lúka, er at teirra heilsustøða skal vera góð. Tað vil siga, at um tað vísir seg, at til dømis maðurin feilar eitt ella annað, so sleppa tey ikki at ættleiða. Men hvat so um tey skilj­ ast? Kann konan (sum tá verður støk) ættleiða barnið? Er tað tryggari at eiga eina einliga, fríska mammu, enn tað er at eiga eina fríska mammu og ein pápa, sum er 90% frískur? Fyri at fáa nakrar av hesum ivaspurningunum svaraðar, havi eg sett ríkis­ umboðsmanninum hesar fimm spurningarnar: Hvørji krøv verða sett til fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum, sum ættleiða børn? Er tað rætt, sum trivn­ aðarnevndin hevur fingið upplýst, at støk eisini kunnu ættleiða? Um støk kunnu ættleiða, hvussu hongur tað so sam­ an við, at tað er ein treyt fyri tey pør ið ættleiða, at tey skulu hava livað saman í í minsta lagið 2½ ár og vera gift? Um støk kunnu ættleiða, er tað so galdandi fyri bæði kvinnur og menn, og verða somu treytir settar báðum kynunum? Eru dømi um, at støk hava ættleitt í Føroyum? Almenna kjakið um málið Bergtóra Høgnadóttir Joensen var fyrst at gera almennar viðmerkingar til spurningarnar. Hon vísti á, at tað at vaksa upp hjá eini stakari mammu ella einum støkum pápa í Føroyum, er betri enn at vaksa upp á einum barnaheimi uttan bæði mammu og pápa. Tað kann væl vera, men skulu einastu krøv til ættleiðing­ arforeldur so vera, at barnið má ikki hava tað verri, enn tað hevði havt tað, um tað vaks upp á einum barnaheimi? Er tað politikkurin hjá Tjóðveldi á hesum økinum? Vit mugu minnast til, at vit tosa um børn, og í somu løtu sum eitt barn er ættleitt til Føroya, er tað okkara ábyrgd at tryggja, at karmarnir eru nøktandi. Tað nyttar ikki at skáka sær undan við at vísa á, hvussu vánaligar umstøð­ urnar kunnu vera í onkrum øðrum landi. Børn til foreldur, ella foreldur til børn? Formaðurin í Ættleiðingar­ felagnum, Heðin D. Poul­ sen, segði við Kringvarpið, at endamálið við ættleiðing er ikki, at foreldur skulu fáa børn, men at børn skulu fáa foreldur. Tað ljóðar gott. Men hví so ikki geva teimum tvey foreldur? Kjakið í sambandi við mín fyrispurning hevur higartil bara snúð seg um rættind­ ini hjá støkum at fáa børn og ikki um rættindini hjá børnum at fáa tvey foreldur. Onkur hevur eisini á onkrari kjaksíðu drigið tey samkyndu uppí málið, men eg kann upplýsa, at tað var við vilja, at eg ikki tók tann partin við, tí so hevði alt annað druknað í tí kjak­ inum. Fyrispurningurin hjá mær snýr seg bara um hvørt barnið skal hava eitt ella tvey foreldur, og hvørj­ ar treytir verða settar teim­ um støku, sum ættleiða. Treytirnar fyri at ættleiða Helgi AbrAHAmsen Stjóraskifti á Strandfaraskipum Landsins Í samband við at Dánjal Andreasen takkar fyri seg, og Bogi Mortensen tekur við stjórastarvinum á Strandferðsluni, verður skipað fyri móttøku fríggjadagin 30. januar 2009 kl. 13:00 til 15:00. Móttøkan verður hildin á Strandfaraskipum Landsins, Sjógøta 5 á Tvøroyri Í samband við stjóraskiftið er ferðaætlanin hjá Smyrli broytt fríggjadagin 30. januar 2009. Fráferð/ Dep. Fríggjad./ Friday Tvøroyri 07.00 Tórshavn 11.00 Tvøroyri 15.30 Tórshavn 18.30 Tvøroyri 21.00 Bussur koyrir av Krambatanga yvir á Strandferðsluna og aftur á Krambatanga eftir móttøkuna. Flestu lond hava síðan íkomnu fíggjar­ og búskap­ arkreppuna gjørt skipanir, sum skulu fáa gongd aftur á búskapin. Serliga hevur verið neyðugt við skipan­ um til bankarnar. Danir hava gjørt sonevndu “bankapakkarnar”, sum vit kunnu vera partur av. Møguleikin at verða við, hevur týdning og fer vón­ andi, saman við teimum politisku átøkunum, sum eru neyðug at gera afturat her heima, at fáa hjólini aftur at mala. Bankapakkar Fyrsti bankapakkin veitti statsgaranti fyri innistand­ andi í bankanum í tvey ár. Hetta var neyðugt fyri at styrkja um álitið á bankar­ nar. Vandi var fyri, at peningur fór at verða tikin úr bankunum, um einki varð gjørt. Eitt sokallað “run” á føroysku bankarnar hevði neyvan spælt væl av. Seinni í hesi vikuni kemur næsti bankapakkin í Løgtingið. Pakkin er meira umfatandi enn hin fyrri. Talan er í høvuðsheitum um at leingja statsgarantiið fyri innistandandi úr tveim­ um í fimm ár, og at geva teimum peningastovnum, sum hava tørv á tí, møgu­ leika at taka serlig lán úr statskassanum, sum kunnu síðustillast við eginpening, og tí styrkja um kjarnu­ kapitalin í bankunum. Átøkini verða gjørd fyri at bøta um álitið millum bankarnar, soleiðis at teir aftur fara at lána hvør øðr­ um, fólki og vinnu pening. Kjarnukapitalurin verður styrktur fyri at geva bank­ um møguleika at útvega meira pening ella gjaldføri at arbeiða við, soleiðis at gongd aftur kann koma á peningarenslið, sum ful­ komuliga er steðgað upp. Tryggja útflutningsvørur Arbeitt verður eisini við at geva føroyskum fyritøkum møguleika at tryggja teirra útflutningsvørur í so­ nevnda danska Eksport­ kreditfondinum. Soleiðis sum marknaðurin er hátt­ aður í løtuni, er neyðugt við slíkarin trygd, tí bank­ arnir veita hana ikki, sum støðan er. Hetta er við til verra um kappingarførið hjá t.d. føroyskum fiskaút­ flytarum. Nógvur fiskur liggur á føroysku goymsl­ unum av somu orsøk. Týdningurin av skipanunum Tað hevur týdning, at vit hava møguleika at vera við í skipanum, sum danska stjórnin setur í verk, fyri at byrgja fyri óhepnum av­ leiðingum av fíggjar­ og búskaparkreppuni. Ein ábending um hetta, er lánsbrævið danskir íleggjarar hava keypt frá Eik, og sum gevur bankan­ um møguleika at endur­ fíggja verandi lán. Felagið Peningastovnar hevur eisini mælt politikarum til at taka undir við bankapakkunum. Aðrastaðni, eitt nú í Íslandi, síggja vit tíverri, at tað eru lond, sum hava spent boðan høgt, og nú hava ilt við at fóta sær, uttan hjálp uttaneftir, eftir ógvusligu niðurgongdina í búskapinum seinastu tíðina. Tað er tó umráðandi ikki at yvirmeta týdningin av omanfyrinevndu skipanum, tí skipanirnar einsamallar bjarga ongum. Tær eiga heldur at verða nýttar sum gott útgangsstøðið og grund­ arlag til at loysa tær stóru politisku avbjóðingar, sum framvegis eru fyri framman, um vit framhaldandi ynskja eitt føroyskt vælferðarsam­ felag í menning. Fyrimunir í felagsskapi løgtingsmaður bjørn KAlsø viðmerkingar