Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 19 - 28. januar 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Svend Ludvig Ryggstein, vanliga nevndur Luddi, ættaður úr Skop­un, búsitandi í Hirshals andaðist 26. januar, 79 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Emmersbæk kirkju fríggjadagin 30. januar klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Ludda kunnu lata eina p­eningagávu til Heimmissiónsarbeiðið millum útisetar í Danmark. Konta í Norðoya Sp­arikassa. Andlát og jarðarferðir Betty fór út til Nólsoyar sum ung genta, hon var arbeiðsgenta hjá Símun lærara og Julianu jarðarmóður. Har var Betty í 3 ár. So bleiv hon gift við Jóanes, tey fingu tvey børn saman - Berhild og Dagny, sum nú sita einsamallar. Øll í Nólsoy hildu nógv av Betty. Tey vóru eisini góð við hana, hon var so rólig, eg minnist so gott, hvussu góð hon var við meg, tá eg búði har úti sum smágenta og gekk í skúla har. Tað er ein stórur saknur, nú hon er farin. B. Hansen Minningarorð um Betty Nielsen Dagurin 28. Januar. Karlamagnus keisari, deyður í 814. Eini 400 ár eftir deyða sín varð hann eftir up­p­skoti frá týska keisaranum Fríðriki Barbarossa skírdur halgimenni, men heitið varð ikki viðurkent av p­ávanum í Róm. Karlamagnus hevur annars verið høgt í metum, ikki minst í Føroyum. Karl er germanskt navn og merkir maður, og Magnus er latínskt og merkir stórur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Her er ein av myndunum frá realskúlaframsýningini, sum Jórunn Dánjalsdóttir skip­aði fyri í Kommunuskúlanum í Havn í 2007. Myndin er tikin av realskúlanæmingum á einum gongutúri í Stoffalág í 1955. Tey trý aftast (sita á stein- inum) f.v.: Marita Andreas- sen (Guttesen), Ady Vil- helmsen (Hovgaard) og Kjeld Thomsen Fremra rað f.v.: Lisbeth L. Samuelsen (Petersen), Randi Djurhuus, Tóra T. Jacobsen (Arge), Elsebeth Sørensen, Sonja Akraberg Hansen (Debes), Jacobina Samuelsen (Setberg), Karen Nonnegaard Pedersen, Anna Egholm (á Steig), Thomas Nygaard (lærari), Hanus Wardum, Gorm Sim- onsen, Haldane Joensen og Samson Joensen. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er við- komandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánjals- dóttir á telefon: 226024. (Mynd nr. 353) Myndaeigari: Inga Simonsen Realskúlaflokkur í 1955 Lesið - so eru tit við -har tað hendir