leygardagur 22. september 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 183 - 22. september 2001
Nr. 183 - 22. september 2001
3
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra systir
okkara
Gunnhild Guttesen
fór heim til Harran 20. sept., 78 ára gomul.
Farið verður úr kapellinum á Suðuroyar Ellis- og
Røktarheimi sunnudagin kl. 15.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer týsdagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Óli Jógvan Guttesen
Mánadagin
fyllir
ein
kendur heimansandsmaður
90. Tað er Klæmint hjá
Nielsi og hann er enn
frammi hvønn einasta dag.
Seinastu tíðina er Klæ-
mint vorðin landskendur, tí
hann hevur luttikið í Frí-
vaktini, ein sendingini hjá
Elis í útvarpinum, og hann
hevur sligið sítt navn rimm-
arfast í minni føroyinga,
eina og bygdarmaðurin
Dánjal í Klingruni gjørdi
tað fyrst í sjeytiárunum. Í
hesum sendingum hevur
Klæmint greitt frá lívinum
og serliga teimum mongu
árunum á sjónum. Klæmint
er, sum so mangur úr Sand-
oynni, ein framúr góður
frásøgumaður og eygleiðari
og nógv gullkorn eru kom-
in fram í hesum send-
ingum.
Abbabørn siga um abb-
an, at hann er ein frískur
gamal maður og her meina
tey, at hann er lætt sintur og
stuttligur. Men hann er
eisini snarsintur, og gongur
í móti, so hvessir hann.
Hann er góður við børn,
hevur áhuga fyri teimum, er
tolin og tímir at spæla við
tey. Hann brennir eftir at
fortelja teimum tað hann
sjálvur veit og minnist.
Klæmint hevur ført og átt
skip og hann hevur altíð
verið bundin at sjónum.
Hevur hann ikki verið
umborð á skipi, so hevur
hann róð út og mangan
fongin hevur hann ført til
lands.
Klæmint hevur mangan
brættan farið. Hann sigldi
undir krígnum og slapp ikki
ómerktur frá hesum. Um
summarið 1942 førdi hann
trýmastraðu
skonnartina
"Polarbjørn" Teir fluttu fisk
úr Íslandi til Bretlands.
Avegis niður til Aberdeen
vórðu teir álopnir av einum
týskum
flogfarið.
Teir
máttu í bátarnar og "Polar-
bjørn" sakk. Allir komu
livandi frá hendingini, tó
við snuddum. Klæmint
fekk sjálvur eitt granat-
splintur í armin. Hetta varð
skorið úr aftur og hann
goymir splintrin sum minn-
ið um hendingina.
Klæmint eigur eitt sindur
av jørð og hann hevur altið
áhuga
fyri
seyði.
Nú
gongur hann ikki longur tí
haganum, tí sjónin bilar og
hann hoyrir heldur ikki so
væl longur.
Klæminti
hjá
Nielsi
verður ynskt ein góðan
føðingardag og alt tað besta
og tað eru abbabørn sum
eru aftanfyri orðini í hesi
heilsan.
Klæmint Nicodemussen 90 ár
Sosialurin hittu Klæmint og Rasmus í Soylu í 1992 á eini ferð í Sandoynni. Klæmint er vinstru megin í myndini
Mynd: Kalmar
C
M
Y
K
3
2