Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 183 - 22. september 2001 Nr. 183 - 22. september 2001 5 Klaksvíkar kommuna fer at seta 230.000 krónur av til ung- dómsvirksemi í Klaksvík. Hetta er nýggj játtan, sum skal geva børnum og ung- dómi eitt ungdóms- hús í býnum UNGDÓMUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Klaksvíkingar skulu hava ungdómshús aftur, og stendur tað til for- mannin í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði, so verður hetta hús klárt longu fyrst í komandi ári. Týskvøldið var býráðs- fundur, har millum annað fíggjarætlanin fyri komandi ár var fyri. Á hesi fíggjar- ætlan er gjørd ein nýggj játtan til ungdómsvirksemi í býnum. Játtanin er upp á 230.000 krónur, og hon skal brúkast til at fáa ungdóminum høli at halda til í. – Finna vit pengarnar, so ætla vit at seta fólk at fyri- reika hesa ætlan í november og desember, so at húsið kann lata upp fyrst í kom- andi ári, sigur Jórun Høgn- esen, sum er formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði. Ófriðarligari Seinasta árið hava tekin verið um, at ungdómurin í Klaksvík er farin at trívast alt verri. Tey mistu dansi- staðið fyrr í árinum, og síð- ani hava tey hildið nógv til á gøtuni. – Vit síggja, at tað eru al- samt fleiri ungfólk, sum ganga og vála á gøtuni, og tað hevur verið meira ófrið- ur av teimum enn vanligt. Tí er tað umráðandi, at vit kunnu bjóða teimum eitt nýtt tilboð, sigur Jórun Høgnesen. – Vit brúka stórar milli- ónaupphæddir til børnini á hvørjum ári, og tí er tað ikki meira enn rímiligt, at vit brúka nakrar hundrað túsund krónur til ungdóm- in, heldur hon. Aftur í gamla ungdómshúsið Ætlanin er, at nýggja ung- dómshúsið í Klaksvík skal verða á júst tí staðnum, sum gamla ungdómshúsið var í sjeyti- og áttatiárunum. Tal- an er um gomlu húsini á Biskupstøð, har Norðoya Heimavirki eisini heldur til. Ymiskir leigarar hava verið í ovaru hæddini, men ætlanin er, at nú skal ung- dómurin í Klaksvík aftur sleppa at halda til har. – Vit hava hugt eftir Margarinfabrikkini í Havn, og har er eitt tilboð, sum riggar. Vit ætla at gera líkn- andi hús, har ung kunnu halda til í rúsfríum um- hvørvi, og har tey saman við einum leiðara kunnu skipa fyri ymiskum virk- semi, sigur Jórun Høgnes- en. – Vit leggja stóran dent á, at hetta verður gjørt við skili. Vit skulu fyrireika tað væl, so tað riggar frá byrj- an, og tað er umráðandi, at tey ungu ikki verða slept upp á fjall og skulu reka húsið einsamøll, sigur hon. Gera ungdómshús í Klaksvík Áhugin fyri nýggju grundstykkjunum í Klaksvík er stórur Klaksvík: Komandi vár skulu 24 nýggj grundstykki seljast í Klaksvík. Klaksvíkar kommuna stendur fyri at gera hesi grundstykki klár á Helna- brekku, og arbeiðið er byrj- að. Tað er byggivirkið Høj- gaard og Schultz, sum stendur fyri at gera tær 24 útstykkingarnar. – Áhugin fyri hesum grundstykkjunum er sera stórur, og tað er greitt, at øll tey, sum vilja hava grundstykki, fáa ikki í hes- um umfarinum, sigur Steinbjørn Jacobsen, borg- arstjóri í Klaksvík. Tað eru meira enn tvífalt so nógvar umsóknir, sum tað eru grundstykki. Ætlanin er at grund- stykkini skulu standa liðugt fyrst í komandi ári, so fólk kunnu fara at byggja á teimum móti vári Byrjaðir at útstykkja Nú verða 24 nýggj grundstykki gjørd klár á Helnabrekku – Vit síggja, at tað eru alsamt fleiri ungfólk, sum ganga og vála á gøtuni, og tað hevur verið meira ófriður av teimum enn vanligt. Tí er tað umráðandi, at vit kunnu bjóða teimum eitt nýtt tilboð, sigur Jórun Høgnesen, formaðurí mentanar- nevndini hjá Klaksvíkar býráði Stuðulin hjá Klaks- víkar kommunu til mentanarhúsið í býnum veksur við fleiri hundrað túsund krónum næsta ár, men hann røkkur bert til rentur og avdráttir MENTAN Eyðun Klakstein Klaksvík: Pengaposin til mentanarhúsið Atlantis frá Klaksvíkar kommunu fer at vaksa við fleiri hundrað túsund krónum komandi ár. Í uppskotinum til fíggjar- ætlan fyri 2002, sum fekk fyrstu viðgerð í býráðnum týskvøldið, verður skotið upp, at stuðulin til Atlantis verður ein hálv millión krónur komandi ár. Í hesum árinum fekk Atlantis 190.000 krónur í stuðli, og tí økist kekkurin frá Klaksvíkar kommunu við meira enn 300.000 krónum komandi ár. Einki loypir av Klaksvíkar kommuna er saman við Norðoya Spari- kassa og Klaksvíkar Sjón- leikarfelag við í ein loysn á fríggjarligu trupulleikunum hjá húsinum, og fyri at húsið ikki skal renna seg fast aftur, hevur Klaksvíkar kommuna gjørt av at økja stuðulin til húsið. Stuðulin frá Klaksvíkar kommunu dekkar avdráttir og rentur hjá Atlantis, og tí má stýrið fyri Atlantis sjálvt finna pengar til virksemið í húsinum. Men upphæddin frá Klaksvíkar kommunu ger, at húsið ikki aftur endar í ótolandi støðuni, sum Atlantis var í, tá so at siga einki virksemi var í húsinum. Atlantis fær hálva millión Stuðulin frá Klaksvíkar kommunu dekkar avdráttir og rentur hjá Atlantis, og tí má stýrið fyri Atlantis sjálvt finna pengar til virksemið í húsinum Minnilutin í uttan- landsnevndini heldur, at yvirtøkur nú verða gjørdar í panikki og at landsstýrið als ikki veit, hvat yvirtøku- lógin hevur við sær FULLVELDI Eyðun Klakstein Andstøðan í løgtinginum finnist harðliga at yvir- tøkulógini og allari sjálv- stýrispoltikkinum hjá landsstýrinum. Í álitnum, sum uttanlandsnevndin hevur gjørt til yvirtøku- lógina, hava Sambands- flokkurin og Javnaðar- flokkurin kontantar við- merkingar til landsstýrið. – Her er talan um eitt illa fyrireikað lógaruppskot, sum er gjørt í panikki, og sum landsstýrið ætlar at skunda ígjøgnum. Eingin kennir avleiðingarnar, og ógreitt er, um ætlanin heldur juridiskt, siga Heðin Mortensen og Edmund Joensen, sum umboða Sambandsflokkin í uttan- landsnevndini. – Vit mæla landsstýr- inum til í stundini at sleppa endurskoðaðu loysingar- ætlanini, sum hevur til endamáls at lirka skaðiligar politiskar avgerðir ígjøg- num uttan fólksin vilja, siga teir. Vita ikki Eisini umboðið hjá Javn- aðarflokkinum. Jóannes Eidesgaard, heldur lítið um uppskotið og politikkin hjá landsstýrinum. – Tá ymisku lands- stýrismenninir verða spurd- ir, hvørji málsøki eru við í hesari góðu yvirtøkulóg, svarar ein í eyst og annar í vest, tí teir vita snøgt sagt ikki sjálvir, sigur Jóannes Eidesgaard og vísir á fleiri dømi, har landsstýrismenn ikki hava kunna svara full- gott um yvirtøkurnar. – Vit kunnu als ikki taka undir við, at okkara væl- ferðarskipan í reinari desperatión hjá einum landsstýri og samgongu verður fyri slíkum bakkøst- um. Her er talan um eitt landsstýrið og eina sam- gongu, sum í tólvta tíma leitar sær eftir onkrum at fara út til eitt løgtingsval við, sigur Jóannes Eides- gaard. Tí heldur hann, at tað er meira enn góð orsøk til at mæla løgtinginum frá at samtykkja málið. Eingin undirtøka Bæði umboðini hjá Sam- bandsflokkinum og Javn- aðarflokkinum vísa á, at landsstýrið hevur einki megna av teimum málum, sum tað setti sær fyri. Jóannes Eidesgaard held- ur, at Fólkaflokkurin ong- antíð hevur viljað meira, og tí er hesin flokkur stóri sigursharrin. – Samgongan eigur at viðurkenna tann óreingiliga veruleika, at Føroya fólk tekur ikki undir við full- veldisætlanini, og út frá hesum eigur politiska kósin at verða sett, halda Edmund Joensen og Heðin Morten- sen. Teir mæla til, at nýskip- anaruppskotið hjá Sam- bandsflokkinum verður tikið úr skuffuni og brúkt sum grundarlag undir eini nýggjari ríkisskipan. – Tað, sum landsstýrið ikki megnaði vegna tørv- andi dirvi, ger tað nú gjøgnum bakdyrnar, og tað er ímóti allari demokrat- iskar uppfatan, at lands- stýrið ikki letur fólkið siga sína hugsan, heldur Jóann- es Eidesgaard. Andstøðan finnist harðliga at yvirtøkum Andstøðan finnist hvassliga at yvirtøkulógini hjá landsstýrinum. Uppskotið verður kallað panikkloysn og ódemokratiskt C M Y K 5 4