leygardagur 22. september 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 183 - 22. september 2001
Nr. 183 - 22. september 2001
7
At føroyingar fáa
eyguni upp fyri
feskum lambskjøti.
Tað er endamálið við
einum nýggjum átaki
hjá Mjólkavirki
Búnaðarmanna og
Hotel Hafnia, sum
eisini vil vísa á fleiri
hættir at tilgera
seyðakjøt enn bara at
ræsa og turka
SEYÐAKJØT
Stefan í Skorini
Føroyingar eta ikki nóg
nógv feskt lambskjøt. Hetta
er ein delikatessa, sum
føroyingar ikki hava givið
sær nóg nógv far um higar-
til.
Í næstum verður farið
undir eitt nýtt átak, sum
hevur til endamáls at fáa
føroyingar at eta og keypa
føroyskt neytakjøt í størri
mun enn fyrr.
Ætlanin er ikki troðka tað
turkaða og ræsta kjøtið
burtur, tí tað fer altíð at
vera, men hinvegin halda
stigtakararnir,
at
feska
kjøtið hevur verið við
skerdan lut.
Kring landið
Í hesum sambandi hevur
matstovan á Hotel Hafnia
feskt føroyskt lambskjøt á
skránni fram til 1. de-
sember. Ætlanin er eisini at
fara út til handlar kring
landið at vísa fólki, hvussu
kjøtið kann tilgerast øðr-
vísi enn áður.
– Feskt føroyskt lambs-
kjøt er besta kjøtið, sum er,
og tí er tað okkara dreymur
at fáa tað út á marknaðin. Í
løtuni er tað ov torført at
fáa hendur á, og fólk velja
ofta at keypa fryst ís-
lendskt, sigur Guðmundur
Guðmundsson, ið er kokk-
ur á Hotel Hafnia.
Til samanberingar kann
nevnast, at ein lítil oyggj í
Frankaríki hevur so ómeta-
liga gott kjøt, at tað er
fimm ferðir so dýrt sum
vanliga kjøtið á franska
marknaðinum.
Føroyska
kjøtið stendur tó einki
aftanfyri hetta, halda kokk-
arnir.
Seyðahaldið
umleggjast
Adolf Johannesen, stjóri á
MBM Kjøt í Hósvík, fegn-
ast um hetta nýggja átakið.
Hann heldur, at slaktið
skuldi ikki verið avmarkað
til so stutta tíð.
– Slaktið skuldi verið frá
august til desember ístaðin
fyri í einar tríggjar vikur
um heysti. Úrslitið av tí er,
at fleiri lomb, sum als ikki
eru búgvin, verða flett. Best
hevði verið at flett seyðin,
tá hann er búgvin, sigur
Adolf Johannesen, sum
ikki ivast í, hagapartarnir
kundu borið nógv fleiri
seyðir. Tað krevur tó, at
seyðurin verður passaður
betur.
Tað hevði verið best fyri
sláturvirkið í Hósvík, um
slaktið vardi longri. So
høvdu tey kunnað flett
meira støðugt. Nú er neyð-
ugt at tilkalla arbeiðsmegi
at fletta um heystið.
– Tað er skeivt at fletta
óbúgvin lomb. Vit á slát-
urvirkinum kunnu slakta alt
árið, tí so fáa bøndurnir
betri vekt og prís fyri
kjøtið, sigur Adolf.’
– Tað ger einki, um vit
lata nakrar krónur meira
fyri tað føroyska kjøtið, tí
góðskan og smakkurin er
so nógv betri, sigur Guð-
mundur Guðmundsson.
Feskt lambskjøt alt árið
Kokkarnir á Hotel Hafnia
eru saman við MBM Kjøti
farnir undir eitt nýtt átak.
Endamálið er at vísa
føroyingum á feskt føroyskt
lambskjøt, tí føroyskt kjøt er
ikki bara turt og ræst
Mynd: Jens K. Vang
Eingin kann flyta
seyð millum tveir
hagapartar, uttan at
landsdjóralæknin
hevur givið loyvi til
tess. Tað er størsta
broytingin í nýggju
og skerpaðu
kunngerðini um
flutning av kleyv-
dýrum
FLUTNINGUR
Stefan í Skorini
Tann 24. august setti lands-
stýrismaðurin Bjarni Djur-
holm eina nýggja kunngerð
um flutning av kleyvdýrum
í gildi.
Kunngerðin er skerpað
samanborið við tað gomlu.
Higartil
hevur
einasta
avmarkingin verið, at fólk
ikki hava kunnað flutt seyð
og onnur kleyvdýr millum
oyggjar, og eingin forðing
hevur verið fyri at flyta djór
millum somu hagapartar á
somu oyggj.
Nýggja kunngerðin sigur,
at kleyvdýr ikki skulu flyt-
ast millum dýrahald, haga-
partar og millum oyggjar,
uttan at djóralæknin hevur
givið flutningsloyvi. T.v.s.
at djórið skal kannast og
hava eina læknaváttan um,
at tað ikki ber nakra smittu
við sær.
– Herðingin av lógini er
neyðug fyri at minka um
smittuvandan og fyri at
hava tamarhald á flutning-
inum av djórum. Summar
oyggjar eru rættiliga stórar,
og fríur flutningur av
djórum økir munandi um
smittuvandan, sigur Bjørn
Harlou, landsdjóralækni,
um nýggju kunngerðina.
Henda nýggja kunngerð-
in er komin fyri tær gomlu
kunngerðirnar um ridlu-
skriða, men henda er meira
umfevnandi. Kunngerðin er
sett í gildi í sambandi við
nýggju djórasjúkulógina.
Undantók
Tó eru nøkur undantøk í
kunngerðini. Loyvt er at
flyta seyð og neyt til heima-
slakt uttan loyvi, og tað er
heldur eingin forðing fyri at
flyta djór til sláturvirkið í
Hósvík. Hesi undantøk
vórðu tikin við, eftir at
kunngerðin hevði verið til
hoyringar hjá bóndafelag-
num, áðrenn hon varð sett í
gildi.
Heldur eingin forðing er
fyri at reka seyð úr einum
hagaparti ígjøgnum ein
annan til rættina, um hon
liggur soleiðis fyri.
Hagapartar latnir upp
Nýggja kunngerðin sigur
eisini, at tað als ikki er
loyvi at flyta djór úr
hagapørtum, har tekin eru
um smittandi sjúku. Nú er
tó eitt áramál sett á, nær
hagaparturin verður latin
uppaftur.
Kunngerðin sigur, at tað
ikki er loyvt at flyta seyð
frá hagaparti, har klinisk
tekin um ridluskriða hava
verið seinastu 3 árini. Eftir
trimum árum er hagapart-
urin tó latin uppaftur.
– Eftir gomlu kunngerð-
ini vóru fleiri hagapartar,
sum vóru stongdir vegna
ridluskriða. Nú verða teir
latnir uppaftur, um eingi
tekin um sjúkuna hava
verið seinastu trý árini,
sigur Bjørn Harlou.
Nakrir hagapartar hava
verið stongdir í 10-15 ár,
hóast eingi tekin um sjúk-
una hava verið at síggja.
Hesir
verða
nú
latnir
uppaftur sambært nýggju
kunngerðini. Tað hava verið
eini 70-80 hagapartar, sum
hava verið stongdir, men
teir flestu sleppa nú undan
stongsli.
– Fyri at sleppa undan tí
støðu, at nakrir hagapartar
eru stongdir í 15 ár, so hava
vit sett hetta áramálið á,
sigur landsdjóralæknin.
Fleiri reglur á veg
Bjørn Harlou leggur aftur-
at, at í løtuni verða fleiri
kanningar gjørdar í sam-
bandi við ridluskriða. Tí
kunnu vit vænta okkum
fleiri reglur og kunngerðir,
sum hava til endamáls at
fyribyrgja ridluskriða.
Henda nýggja kunngerð-
in skal byrgja sjúkuni inni,
men komandi kunngerðir
skulu úrslita í at beina fyri
sjúkuni.
Flutningur av seyði avmarkaður
Seyður kann nú ikki flytast millum hagapartar uttan eina læknaváttan frá landsdjóralæknanum. Hesin kann ikki flytast, um
Bjørn Harlou ikki hevur havt hann undir hond fyrst
Mynd: Jens Kr. Vang
Hóast tølini hjá SEV
vísa, at samfelagið
koyrir skjótari enn
nakrantíð, og at talið
av framleiddum
kilowatt tímum er
meira nú, enn
nakrantíð fyrr, so eru
eingi vandatekin at
hóma, sigur Herman
Oskarsson frá
Búskaparráðnum
ORKA OG NÝTSLA
Dagfinn Olsen
Sosialurin vísti í gjár á, at
SEV hevur framleitt so
nógvar kilowatt tímar, sum
ongantíð áður. Hetta merk-
ir, at framleiðslan og nýtta
orkan í samfelagnum er
komin langt upp. Víst varð
á, at tølini eru komin væl
upp um tølini í áttati-
árunum, áðrenn tað brátt
gekk
niðureftir
aftur.
Somuleiðis varð víst á, at
tølini hjá SEV neyvt fylgja
øðrum taltalvum, ið við-
víkja
búskapinum,
t.d.
kommunuskattainntøkuni.
Eingin vandi
Men eingin vandi er at
hóma, sigur Herman Os-
karsson frá Hagstovu Før-
oya. Hann er eisini limur í
Búskaparráðnum.
Hann sigur, at hann veit
ikki, um so nógv er at við-
merkja til slík tøl. Hann
heldur, at mong, eins og
hann sjálvur, helst bert
nikka og siga ”Ná!” til slík
tøl.
- Annars síggi eg bert tað
sama sum øll onnur. Og tað
gongur væl í samfelagnum,
staðfestir Herman Oskars-
son.
Hann heldur eisini, at tá
vit hugsa um tølini frá SEV,
so eiga vit at minnast til, at
fólkatalið er komið høgt
upp og at hetta sjálvsagt
eisini ávirkar hesi tøl.
Herman
Oskarsson
minnir annars á, at Bú-
skaparráðið hevur úttalað
seg, sum tað árliga ger, og
at sagt hevur verið, at
framleiðsla er aftanfyri tað,
sum vit síggja í dag. Vit
útflyta og okkara altjóða
keypiorka
er
vaksandi.
Annað
positivt
er,
at
fyritøkur læna ikki so nógv
og seta seg ikki í skuld upp
um bæði oyru.
Hetta var hinvegin støðan
í áttatiárunum.
- Tekin um nakað ósunt
eru ikki har. Landið lænir
ikki pening, men lænir
pening út til útlandið, sigur
Herman
Oskarsson
og
leggur afturat, at talan er
um hvør sítt slag av góðum
tíðum, um vit skulu saman-
bera við áttatiárini.
Hann vísir tó ikki aftur, at
ymiskt kann henda, ið fær
ávirkan, men slíkt er ikki
gott at vita og eingi tekin
eru um nakað enn. Tosað
hevur
verið
um,
hvat
hendir, um fiskaprísirnir nú
fara niður aftur. Men hetta
hevur verið tosað um nú í
eini 3 ár og enn sæst einki
til tað.
Hóast Herman Oskarsson
er greiðir yvir, at tað er ferð
á og at tað gongur væl, so
dugir hann einki at síggja í
tølunum hjá SEV, ið vert er
at viðmerkja, tí eingi tekin
eru um vanda, ella um
nakað ósunt í búskapinum.
Eingin vandi er at hóma,
sigur Herman Oskarsson frá
Hagstovu Føroya
Eingin vandi at hóma
C
M
Y
K
7
6