hósdagur 29. januar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 29. januar 2009
13
Lógin um fosturtøku
hevur ikki verið fylgd í
nógv ár. Politikararnir
tora ikki røra málið,
men lata tað heldur
upp í hendurnar á
læknum at gera, sum
teir halda vera best.
Og tað gera teir so,
uttan hyggja eftir,
hvat stendur í lógin,
sigur Sjúrður Skaale,
løgtingsmaður
Fosturtøka
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er alneyðugt, at lógin
um fosturtøku verður broytt.
Tað segði Sjúrður Skaale,
løgtingsmaður í tinginum í
gjár.
Løgtingið hevði í gjár
drúgt kjak um fosturtøku eft-
ir at Bergtóra Høgnadóttir
Joensen hevði spurt sam-
gonguna, hvørji stig hon ætl-
ar at taka fyri at gera lógina
um fosturtøku meiri tíðar-
hóskandi.
Hans Pauli Strøm stað-
festi, at fosturtøka er ikki á
dagsskrá hjá hesi sam-
gonguni.
Í kjakinum staðfesti Sjúrð-
ur Skaale, at lógin um fost-
urtøku er kvinnukúgandi.
Men hon er eisini so langt
frá veruleikanum, at ongin
tekur hana í álvara.
- Í fleiri førum vísir lógin
til stovnar, sum als ikki eru
til og sum ongantíð hava ver-
ið til, eitt nú Mødrehjælpen.
Fylgja ikki lógini
Sjúrður Skaale heldur, at
tað álvarsamasta er, at vit
hava eina lóg, sum ongin
tekur í álvara.
- Politikararnir eru so bang-
nir fyri at nerta við málið, at
teir ístaðin bara hava latið tað
upp í hendurnar á læknunum
at gera sum teir halda vera
best.
- Og tað læknarnir eisini,
uttan at hyggja eftir, hvat
lógin sigur. Avleiðingin er,
at lógin um fosturtøku verð-
ur ikki fylgd og hon hevur
ikki verið fylgd í nógv ár, tí
tað eru læknarnir, sum
sleppa at tulka lógina, sum
teimum lystir. Sostatt stend-
ur tað til dømikraftina hjá
læknunum at tulka lógina,
sum teir sjálvir halda vera
best.
- Tað er ein støða, sum
ongin kann vera nøgdur
við, hvørki tey, sum eru fyri
fríari fostur ella tey, sum
eru ímóti.
Tí heldur Sjúrður Skaale,
at tað er bráðneyðugt at lóg-
in verður tikin upp til við-
gerðar.
Alfred Olsen staðfestir at
Sambandsflokkurin vil verja
fostrið og Bill Justinussen
helt, at fosturtøka er at seta
nátúrulógina úr gildi.
Kvinnur “umvandr
andi sláturvirki
Annita á Fríðriksmørk stað-
festir, at øll eru samd um, at
talið á fosturtøkum skal
vera so lágt, sum gjørligt.
- Spurningurin er bara,
hvussu vit gera tað. Summi
tingfólk vilja gera tað við
lóg, tí teir mistonkja kvinn-
una fyri at vilja “drepa
barnið í móðurlívið”.
Hasum hugburðinum er
Annita á Fríðriksmørk grund-
leggjandi ósamd í, tí hon
heldur ikki, at fosturtøkur
kunnu tálmast við lóg.
Kvinnur eru ábyrgdar-
fullar og einasti vegur fram
er áhaldandi at upplýsa um
fyribyrging.
- Sjálvandi mugu vit hava
tað álit á okkara kvinnum,
at tær ikki ganga runt sum
“umvandrandi sláturvirki”
og bara vilja taka fosturtøku
tá ið tað passar teimum og
tí tær ikki tíma at fyribyrgja,
at tær verða við barn.
Jógvan á Lakjuni metir, at
onkur viðurskifti í lógini
eiga at verða regulerað, men
hann gongur inn fyri eini 0-
hugsjón á hesum øki.
Eyðgun Samuelsen úr
Javnaðarflokkinum
tekur
fult undir við at endamálið
skal vera avmarkað talið á
fosturtøkum, men tað kundi
verðið gjørt nógv meiri
burtur úr upplýsing.
Bjørt Samuelsen, úr Tjóð-
veldinum sigur, at tað er
neyvan nakar, sum er fyri
fosturtøku sum prinsippið,
men fyri tað kann tað vera
kvinnan sjálv, sum eigur
endaligu avgerðina og ikki
onkur tilvildarligur lækni.
Fosturtøka
sum valagn
Tórbjørn Jacobsen, løgtings-
maður fyri Tjóðveldið undr-
ast á, at hóast Løgtingið ótelj-
andi ferðir hevur havt fostur-
tøku til viðgerðar og tað ong-
antíð lagt uppskot fyri Løg-
tingið um at broyta lógina.
Hann heldur, at orsøkin
til tað er, at tað eru ávísir
áhugabólkar,
sum
hava
lyndi til at brúka hetta málið
sum agn fyri atkvøður.
- Er vilji til at broyta eina
lóg, er neyðugt at leggja
uppskot fyri Løgtingið um
hetta.
Hann spurdi eisini, hvat
er galið við lógini, tá ið vit
hava lægsta tal av fostur-
tøkum í Norðurlondum.
- Eg haldi, at vit skulu
halda fast við støðuna, sum
hon er og ikki fara undir
fría fosturtøku, segði Tór-
bjørn Jacobsen
Karsten Hansen úr Mið-
flokkinum staðfesti, at fyri
nøkrum árum síðani var
grundgevingin fyri fríari
fosturtøku, at kvinnan skuldi
hava rætt at ráa yvir sínum
egna kroppi. Nú er verður
bólturin blakaður yvir til,
hvat læknarnir siga.
Men tað helt hann vera at
skeivt, tí hann kendi nógvar
læknar, sum eru ímóti fost-
urtøku.
Helgi Abrahamsen úr
Sambandsflokkinum
helt
ikki, at tað er nakað, ið forð-
ar fyri upplýsing, hóast fost-
urtøkulógin er gomul.
Og tað, at vit hava so fáar
fosturtøkur í Føroyum tekur
hann sum prógv fyri, at tað
er okkurt sum virkar.
Epilepsi orsøk
til fosturtøku
Bergtóra Høgnadóttir Joen-
sen heldur, at tað einasta
rætta er, at tað er kvinnan
sjálv, sum eigur avgerðina
og ikki ein lækni.
Hon vísir eisini á, at lækn-
ar hava ógvuliga ymiska
uppfatan av fosturtøku.
Hon heldur ikki, at tað
kann ikki vera rætt, at spurn-
ingurin um ein kvinna fær
fosturtøku ella ikki, skal
valdast um, hvønn lækna
hon hevur.
Orsøkin til, at ongin legg-
ur uppskot fyri Løgtingið er
væl ein ásannan av, at øll
vita, at tað hevur ongan
møguleika at verða samtykt.
Hon staðfestir, at fleiri
tingmenn halda, at lógin
um fosturtøku er nóg góð,
sum hon er.
- Vita hesir løgtingsmenn
av, at í galdandi lóg stendur,
at er barnið í vanda fyri at
fáa epilepsi, er tað nóg góð
orsøk til at fáa fosturtøku?
- Halda teir veruliga, at
tað er nóg góð orsøk til at
fáa fosturtøku, spurdi Berg-
tóra Høgnadóttir Joensen.
Feikir politikarar
Hans Pauli Strøm sigur, at
størsti trupulleikin í gald-
andi lóg er, at politikararnir
skumpa trupulleikan frá
sær yvir til læknarnar, sum
sostatt fáa ein ógreiðan tulk-
ingarspurning at taka støðu
til
Hann heldur, at tað er
feikt av politiska myndug-
leikanum
at
leggja
ábyrgdina upp í hendurnar
á heilsustarvsfólkinum at
taka tað truplu avgerðina
um, hvussu lógin skal útinn-
ast ístaðin fyri at geva lækn-
anum greiðar reglar at halda
seg til.
- Verður lóg broytt, merk-
ir tað ikki tað sama sum frí
fosturtøka.
- Talan kann vera dagføra
lógina so at hon líkist teirri
íslendsku, har tað ikki er frí
fosturtøka, men har læknar-
nir eisini taka sosial-medis-
insk atlit, tá ið teir meta um
fosturtøku.
Men hann ásannaði sam-
stundis, at tíðin er ikki
búgvin í Føroyum enn til at
taka hesar spurningar upp
til politiska viðgerð.
Læknar í Føroyum
frítt slag at
fremja fosturtøkur
Drúgt kjak var í Løgtinginum í gjár um fosturtøku. Fleiri tingmenn eru ímóti at broyta lógina, men Annita á Fríðriksmørk heldur lítið um, at tingmenn illtonkja føroyskar kvinnur fyri at ganga
runt sum “umvandrandi sláturhús” Bergtóra Høgnadóttir spurdi um tingmenn veruliga visti av, at er barnið í vanda fyri at fáa epilepsi, er tað nóg góð orsøk til at fáa fosturtøku, soleiðis sum lógin
nú er orðað.