hósdagur 29. januar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 20 - 29. januar 2009
Jógvan Marius Emil Jensen
var sonur Sigrid f. Nolsøe
(1855-1891) og Jens í Skriv-
arastovu (1854-1926). Abbin
í móðurætt var Jógvan Nols-
øe, faktor í kongliga handli-
num á Tvøroyri, sonur Djóna,
bróður Nólsoyar Páls.
Systkin
Jógvans
vóru
Maria Matras og Julia Fuglø,
báðar giftar á Viðareiði, Jens
av Reyni, Aksel Jensen og
Sigurd Jensen, ið var sonur
seinnu konu Skrivaran, ið
var Jacobinu Paulinu f.
Andreasen (1858-1931) av
Eiði. Onnur systkin vóru, ið
ikki komu undan.
Fyrra kona Jógvans var
Johanne Jensine f. Rasmus-
sen. Seinna kona Jógvans
var Agathe Elisabeth f.
Vang (1902-1987) á Bø í
Froðba.
Í fyrru giftu vóru eingi
børn. Í seinnu giftu vóru
fimm børn. Tey vóru:
Jonna Gunnvør f. 1934,
býr í Sveits.
Jutta Thorgerd f. 1937
býr í Tórshavn. Var gift við
Arna Petersen (1932-1989)
úr Gásadali.
Erling (1938-1939).
Jógvan Erling f. 1940,
býr í Tórshavn.
Kirstin f. 1945, býr í
Tórshavn.
Jógvan Jensen var tíggju
ára gamal, tá ið mamma
hansara doyði. Tólv ára
gamal fer hann til Niels
Holm og konu hansara at
búgva, og hjá teimum býr
hann ungdómsár síni. Niels
Holm hevur fyrr verið
umrøddur í hesi røð.
Jógvan Jensen fekk út-
búgvin sum málari hjá
Niels Holm og arbeiddi í
handli hansara. Fór síðan til
Skotlands, har hann víðkaði
um útbúgving sína. Har
hitti hann eisini Honnu,
fyrru konu sína.
Jógvan gjørdist málara-
meistari í 1916 og tók sama
ár við handlinum hjá Niels
Holm, sum tá gavst at handla.
Hann handlaði við máling og
tilfari til málarayrkið.
Ì Færøernes Næringsveie
frá 1918 verður m.a. sagt
um handilin:
»I 1916 har forretningen
faaet
eneforhandling
af
Scopalpap, som er en ny
opfindelse og bliver brugt
baade til beklædning af
huse indvendig, og til
tagdækning. Det udmærker
sig frem for alle tidligere
kjendte papsorter ved, at
det ikke behøver at ved-
ligeholdes, idet det er meget
haardere end alt andet pap.
Scopal er ikke tjærepap.
Siden 1904 er tusinder af
private og offentlige bygn-
inger tækket med Scopal
overalt i Danmark, og det
viser sig ogsaa allerede at
faa rivende afsætning paa
Færøerne«.
Eftir at Jógvan var deyð-
ur, rak ætt hansara handilin
víðari.
Niels Holm hevði handlað
í Bringsnagøtu, men í 1920-
árunum
bygdu
Jógvan
Jensen og bróðir hansara
Jens av Reyni samanbygd
handilshøli í Niels Finsens
gøtu. Handilin hjá Jógvani
læt aftur í áttatiárunum.
Arthur Brend, ið kom úr
Onglandi til Føroya í 1899,
keypti ognina hjá Jens av
Reyni og fór at handla har.
Handilin Vilma helt til í hes-
um handilshøli í mong ár.
Eitt skifti var Jógvan
lærari á Tekniska Skúla og
undirvísti m.a. bretskum her-
monnum, sum gingu í skúl-
an undir seinna krígnum.
Um hesa tíðina fluttu
mong havnarfólk út um
Havnina. Jógvan bygdi sær
hús á Ternuryggi, har húskið
búði eina tíð. Tá var hvørki
elveiting ella vatnveiting á
Ternuryggi. Jógvan fekk sær
vindmyllu til elveiting og
vatnbrunn, haðani vatnið
varð veitt inn í húsini.
Keypti skip
Í 1929 keypti Jógvan skonn-
artina Active úr Fraklandi.
Hon varð nevnd Signhild,
bygd í Fraklandi í 1901 og
var 250 tons.
FF-blaðið endurgevur 3.
apríl 2003 frásøgn hjá Jens
Andreas Hansen úr Kolla-
firði, sum var við hesum
skipi:
1942 fór hann við skonn-
artini »Signhild«, og hann
sigldi við henni øll árini til
og við túrin, hon fórst av
óveðri í 1945. Teir keyptu
feskfisk í Íslandi, ísaðu
hann og sigldu til Aberdeen
at selja. 1942-1943 var
Jacob Martin Jacobsen, Kol-
beinagjógv, skipari. Í hesum
tíðarskeiði tóku teir frakt í
Aberdeen til Jákup á Dul.
Til Íslands at keypa fisk
Hetta árið fekk »Signhild«
navnabroyting til »Active«.
Hendan vanlukku túrin fara
teir til 28. oktober 1944 til
Íslands at keypa fisk. Tað
gekk illa í hond, men at
enda fáa teir uppí lastina í
Reykjavík.
Skipari
var
Frederik Olsen úr Rituvík.
Teir hildið avstað við 171
tonsum av fiski í lastini.
Siglt varð suður til Vest-
mannaoyggjarnar,
haðani
kós varð sett frá Portlandi
til Onglands.
Týsdagin 16. januar var
ódnarveður av útnyrðingi,
skonnartseglið skrædnaði,
og ein brotasjógvur skræddi
skeilettið yvir kahúttini av,
so nógvur sjógvur kom
niður tann vegin. Manningin
fór beinan vegin undir at
negla segldúk fyri, so skipið
ikki fyltist av sjógvi beinan
vegin. Seinri hendan dagin
støkk stórbummurin av, so
tá bleiv bert siglt við klyvara
og fokku uppi. Sjógvurin í
skipinum vaks so skjótt, at
neyðugt
var
at
steðga
motorinum, sum tá stóð í
sjógvi. Jens Andreas fór í
holt við at taka hann sundur
til reinsingar og fekk hann
Vølundmotorin, sum eisini
dreiv
lensipumpuna,
í
gongd aftur. Ljósmotorurin,
ið var steðgaður, fekk hann
eisini aftur í gongd.
Pumpaðu í 35 tímar
Pumpað og oyst varð uttan
íhald í einar 35 tímar í
vánaligastu
umstøðum.
Rigningurin á stórmastrini í
bakborði brast. Skonnar-
trigningurin í bakborði brast
eisini. Hósdagin batnaði
veðrið eitt sindur, so tað
gekk so toliliga at halda skip-
ið lens. Men tá fóru menn at
leggjast fyri, tí ongin vatns-
opin var eftir og ongin kola-
moli at koyra í eldin.
Náttina til 20. januar rak
»Active« fyri vág og vindi
200 fjórðingar úr Mikinesi.
Men so við eitt sóu teir
skipslanternur og fóru at
blussa fyri at fáa skipið til
sín. Tað var íslendski trol-
báturin »Fagriklettur«, ið
var á veg úr Onglandi til
Íslands. Hann legði seg hjá
teimum at bíða eftir dags-
lýsi. Avrátt varð, at Fagri-
klettur
skuldi
sleipa
»Active« ávegis móti
Føroyum til annað skip
kundi koma teimum til
hjálpar. Íslendski skiparin
hevði hug at bíða eftir
frægari veðri. Bíðað varð til
út á seinrapartin, men tá fór
barometrið at falla, og hann
øtlaði veðrið. Einastu ráðini
vóru tá at fara av skipinum
og umborð á »Fagraklett«,
áðrenn myrkrið kom. Teir
vónaðu at kunna bjarga
skipinum dagin eftir.
Teir á Fagrakletti settu
ein bjargingarflaka út, sum
teir lótu reka móti »Active«.
Enda varð gjørdur á flakan,
so hann kundi verða drigin
millum skipini. Teir blivu
hálaðir í tveimum umførim
umborð
á
»Fagraklett«.
Veðrið var tá so nógv versn-
að, at teir máttu sleppa
flakanum. »Active« hvarv í
kavarokinum, og teir sóu
hana ikki aftur. Til skjals er
sjófrágreiðing
í
Føroya
rætti 21. februar 1945.
Jarðaður hjá fyrru
konuni
Jógvan Jensen doyði í 1954,
74 ára gamal. Jarðarferðin
var úr Ebenezer. Hann varð
grivin í Gamla kirkjugarði
undir liðuni á fyrru konuni
Johanne og soninum Erling.
Seinna
kona
Jógvans,
Agathe, er grivin í Nýggja
kirkjugarði.
Keldur:
Tekniski Skúlin í Tórshavn
50 ár,
Jutta Petersen,
Árni av Reyni.
Jógvan Jensen:
Keypmaður og reiðari
Jógvan Jensen var ein kendur havnarmaður, sum hevði málingahandil, og sum eisini hevði
skip, sum gekk burtur
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
JOHANNE J.
JENSEN
F. 23.3. 1876
1.10 1928
LÍTLI ERLING
29.12 1938
D. 28.5. 1939
JOEN M JENSEN
F. 22.7. 1880
D. 15.12 1954
TAKK FYRI ALT
Active landar saltfisk í Havn
Handilin hjá Jógvani
Komandi partur
Komandi partur
verður um Rasmus
Jørgen Winther, sum
»bygdi« gamla
kirkjugarð
Jens Andreas Hansen fekk
motorin í gongd
Jógvan Jensen átti Active