Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 20 - 29. januar 2009 Generalur í rættinu m Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia er farin undir rættarmálið ímóti fyrrverandi serbiska løgreglugeneralinum Vlastimir Djordjevic, sum er ákærdur fyri at hava myrt fleiri hundrað kosovoalbanar. Djordjevic, sum var varainnanríkisráðharri í Sebia, er eisini ákærdur fyri at hava verið við til at reka meiri enn 800.000 fólk úr Kosovo í 1998 og 1999. Sjálvur sigur hann, at hansara menn bardust bara við kosovoalbanskar yvirgangsmenn. Pávin fagnar Kirill Benedikt XVI, pávi, sigur seg vera væl nøgdan við, at tann ortodoksa kirkjan í Russlandi hevur kosið sær erkabiskupin Kirill til leiðara. Tann 62 ára ganli Kirill, sum erkabiskupur í Smolensk og Kaliningrad, varð fyrrakvøldið valdur til patriark í russisku kirkjuni. Hann hevur røkt hetta embætið, síðani undanmaðurin, Alexy II, doyði tíðliga í desember. Benedikt pávi sigur, at hann hevur góðar vónir um samstarv við russiska patriarkin, ið sambært eygleiðarum í Moskva verður roknaður sum ein nýskipanarhugaður kirkjuleiðari. Men tey ungu kunnu altíð krevja at fáa avrit av lønar­ seðlinum printaðan út. Koma tá tað er ov seint Í S&K felagnum uppliva tey ofta, at fólk, sum ikki eru limir, koma til teirra at fáa hjálp og at gerast limir, tá tey eru komin illa fyri. Men tað gongur ikki. ­ Tey koma, tá tey eru blivin ósamd við arbeiðs­ gevaran. Til dømi í sam­ bandi við løn, arbeiðstíðir ella annað. Men vit fara ikki at rinda dýran sakførara til teirra, tá tey hava ikki goldið limagjald til okkara. Tað hevði verið órættvíst móti teimum, sum longu eru limir, sigur Pætur Niclasen. ungu snýtt fyri eftirløn, sum arbeiðsgevarin eigur at rinda. Um vit siga, at eftir­ lønin er 10 prosent, so er nógvur peningur at spara hjá einum arbeiðsgevara, serliga um hann hevur fleiri ung fólk í starvi, sigur Tóri L. Jacobsen. Lóggávan haltar Í verkætlanini skjóta teir báðir upp, at tað verður ásett við lóg, at arbeiðsgeva­ rar skulu upplýsa nýggj starvsfólk um limaskap í fakfeløgum, og at lønarseðil eisini átti at verið lógarkrav, so tey ungu kunnu fylgja við í, hvat tey fáa í løn. Fá í fakfelag Í kanningini verður staðfest, at einans 25 prosent av teim­ um ungu eru limir í fak­ felag, meðan 75 prosent eru ikki limir. Minni enn helvtin av teimum, sum eru limir, eru tað, tí arbeiðsgevarin hevur kunnað um tað. Av teimum, sum ikki eru limir, vita 10 prosent av, at tey kunnu tekna seg sum limir í einum fakfelag, meðan 90 prosent vita ikki, at tað ber til at blíva limur í einum fakfelag. Órættvísir sáttmálar Sáttmálarnir á arbeiðs­ marknaðinum skilja millum ungir og vaksnir løntakarar. Hetta halda Eli N. Leifson og Tóri L. Jacobsen verða órættvíst. ­ Tað er stórur munur á tímalønini hjá 14­15 ára gomul, ww16­17 ára gomul og tey yvir 18. Hetta er sera løgið, tí ein 15 ára gamal kann arbeiða akkurát líka hart sum ein 17 ára gamal. So hetta átti fakfeløgini at broytt, so ójavnin er ikki so stórur, siga teir. Fakfeløg mugu upplýsa ­ Vit kunnu ikki prógva nak­ að beinleiðis lógarbrot. Men tá so fá ung eru limir í einum fakfelag, verða tey snýtt fyri eftirlønina, og tá tey fáa ongan lønarseðil, hava tey ongan møguleika at fylgja við í, hvørjar tímar tey fáa løn fyri og hvør tíma­ lønin er. So nógv bendir á, at fakfeløgini áttu at upplýst meira um, at tey eru har fyri allar løntakarar, eisini okkum ungu, siga teir. Um Strongd Strongd er ein støða, ið eigur at verða tikin í stórsta álvara Sambært WHO er strongd nærum stórsta hóttanin móti fólkaheilsuni í vesturheiminum. WHO hevur sagt, at innan næstu 10 árini kunnu vit seta strongd í samband við 50% av øllum deyðsføllum, um vit ikki gera okkurt munagott til at bøta um støðuna. Kelda Stressforeningen Evni á degnum: Hvat er strongd - Munurin á at hava nógv at gera og strongd - Jaligar og neiligar síður av strongd - At gerast varug/ur við egna strongd - Góð og virkin amboð fyri strongd - At síggja strongd hjá øðrum - At hjálpa onnur strongd - Hví gerast vit alt meira strongd - Ongantíð aftur ov lítið av tíð! - At gerast ”heil menniskju” - Uppbyggjandi loysnir til egnar strongdartrupulleikar Ger okkurt við strongdina Tann 2. mars skipa vit fyri skeiði um strongd við Bjarna Toftegård, ein av fremstu skeiðshaldarum innan strongd í Danmark. Kom á skeiðið og lær teg at kenna munin millum strongd og at hava nógv at gera, lær at handfara og lutvíst fyribyrgja strongd bæði hjá tær sjálvum og tínum starvsfeløgum. Tú fært nøkur virkin amboð, sum tú kanst brúka, tá tú kemur aftur til arbeiðis. Tilmelding á www.synergi.fo Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - tel. 32BELL (322355) 2. mars 2009 Pætur Niclasen staðfestir, at tað er ein grundlógartryggjaður rættur at gerast limur í einum fakfelag. Eisini hjá ungum, sum arbeiða aftan á skúlatíð Flokkurin lýður á, meðan verkæ tlanin verður løgd fram. Á vegginum hanga myndir av trælahaldi. Lærarnir fáa køku, meðan næmingarnir fáa súra saft. Hetta skal symbolisera forholdið millum ung, sum arbeiða og arbeiðsgevaran. síni rættindi