Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 20 - 29. januar 2009 Ung, sum arbeiða aftan á skúlatíð, eru sum oftast ikki í nøkrum fakfelag. Tí fáa tey onga eftir­ løn og vita heldur ikki, hvat tey eiga at fáa í løn. Hetta vísir kanning, sum næmingar í Venj­ingar­ skúlanum hava gj­ørt Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Tað átti at verið eitt lógar­ krav, at ung, sum hava arbeiði aftan á skúlatíð, verða kunnað um, hvørji rættindi tey hava og at fak­ feløg eru til. Hetta er niðurstøðan hjá tveimum næmingum í 9. flokki í Venjingarskúlanum, sum hava gjørt verkætlan, har teir valdu at arbeiða við evninum: rættindi hjá ung­ um á arbeiðsmarknaðinum. Kenna ikki lønina Millum annað hava teir báð­ ir Eli N. Leifsson og Tóri L. Jacobsen sett eini 30 ungum millum 14 og 17 ár ymsar spurningar um arbeiðsviður­ skifti teirra. Tey arbeiða í matvøruhandlum og hjá bakarum. ­ Tað ber als ikki til, at bert 65 prosent av teimum spurdu ikki vita, hvussu nógv tey fáa í løn. Og at meiri enn helmingurin als ongan lønarseðil fær, segði Eli N. Leifsson, tá framløga var fyri flokkinum í morg­ un. Kanna rættindini Teir báðir næmingarnir høvdu millum annað sett sær fyri at kanna, hvørji rætt­ indini tey ungu hava, og hví tey hava øðrvísi rættindi enn vaksnir løntakarar. Eisini spurdu teir, hvat kann gerast fyri at bøta um støðuna. Í samrøðum við funnu teir útav, at støðan er serliga ring hjá smáum privatum fyritøkum. Eitt nú vita tey ungu, sum arbeiða har, lítið um, hvørji rættindi tey hava, og sjáldan eru tey lim­ ir í fakfelag. Tí fáa tey ungu heldur onga eftirløn. Spara eftirlønargjaldið Sambært Eli N. Leifsson og Tóri L. Jacobsen hevur arbeiðsgevarin orsøk til ikki at upplýsa tey ungu um rættindi teirra og um fak­ feløgini. Eru tey ikki limir, kunnu teir spara eftirlønar­ gjaldið, og sleppa undan, at tey ungu luttaka í konflikt­ um og fakligum virksemi. ­ Til dømis verða tey ST má umskipast Altjóða fíggjarkreppan hevur elvt til trupulleikar, sum altjóða samfelagið ikki kann loysa, uttan at heimsfelagsskapurin ST verður umskipaður. Tað segði fyrrverandi ST­aðalskrivarin Kofi Annan í einari røðu á fundinum World Economic Forum í Davos í Sveis í gjár. Hann segði, at fíggjarkreppan hevur avdúkað, at heimurin er broyttur. Nýggir leikarar eru komnir fram á pallin, og teir vilja hava ljóð, segði Kofi Annan. Hann reisti samstundis spurningin, um tað er rætt, at fimm lond framvegis skulu hava sýtingarrætt í ST, tí tey vunnu heimsbardagan fyri meiri enn 60 árum síðani. Taliban bumbar skúlar Uppreistrarmenn hjá Taliban hava oyðilagt ein dreingjaskúla og húsini hjá fleiri lokalum leiðarum í pakistanska landspartinum Bajaur, sum er tætt við afghanska markið. Pakistonsku myndugleikarnir siga, at menn hjá Taliban sprongdu ein dreingjaskúla og seks hús í luftina, men einki verður sagt um, at álopið kravdi mannalív. Taliban og pakistanski stjórnarherurin hava verið í hørðum bardøgum í Bajaur síðani í august í fjør. Taliban hevur fyrr hótt við at oyðileggja allar skúlar og serstakliga gentuskúlar. Hóast vit royna at kunna um fyrimunirnir við at vera í fakfelag, so er tað ikki lætt at røkka teimum ungu, sum arbeiða aftan á skúlatíð, sigur Pætur Niclasen, formaður í S&K felagnum ArBeiðsmArknAður Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Kanningin hjá næmingunum í Venjingarskúlanum vísti, at bert ein fjórðingur av teimum ungu, sum arbeiða aftan á skúlatíð, eru limir í einum fakfelag. Formaðurin í S&K felag­ num, Pætur Niclasen, rokn­ ar við, at hetta svarar rætti­ liga væl til veruleikan. ­ Tey ungi hugsa ikki um fakfeløg, eftirløn og trygg­ ing. Í øllum førum ikki fyrr enn tey koma í trupulleikar. Men tá er tað ov seint, sigur Pætur Niclasen. Umleið helvtin av limunum í S&K felagnum eru yngri enn 30 ár. Men fá eru ung undir 18 ár, sum arbeiða aftan á skúlatíð. Í S&K felagnum ynskja tey, at tey ungu, sum arbeiða aftan á skúlatíð, verða org­ aniserað. -Tvey sløg av arbeiðsgevarum Sambært Pætur Niclasen eru tvey sløg av arbeiðsgev­ arum: Teir, sum melda starvsfólkini inn automat­ iskt, og so teir, sum ikki upplýsa tey ungu um, at tey kunnu gerast limir í einum fakfelag. Hann er samdur við næm­ ingunum, tá teir siga, at tað serliga er í smáum privatum fyritøkum, at tey ungu ikki kenna síni rættindi. ­ Stóru arbeiðsplássini hava sum oftast skipað við­ urskifti. Bæði tá tað snýr seg um limaskap í fakfelag, løn, lønarseðlar, arbeiðstíðir og trygd. So tað er oftast smáu fyritøkurnar, sum sleppa sær undan, sigur Pæt­ ur Niclasen. Røkka ikki teimum ungu Men tað er ikki lætt at finna fram til tey ungu, sum arbeiða aftan á skúlatíð. Spurdur, hvat tey hava gjørt fyri at kunna um felagið, greiðir hann frá, at tey hava ikki gjørt so nógv fyri júst hendan málbólkin. Men hann fegnast um, at ein bólkur nú hevur tikið evnið upp í skúlanum, og hann gleðir seg til at síggja úrslitið av kanning teirra. Á onkrum arbeiðsplássum hevur felagið sett kunning­ arskriv upp í kaffistovunum, har tey fortelja um fyri­ munirnir við at verða limur. Eisini gera tey kunningar­ ferðir kring landið einaferð um árið. Men tá koma tey ungu ikki, tí tey hava ongan áhuga at koma á fund. Men ætlanin er eisini at framleiða ein bókling at leggja út á arbeiðsplássini. Fleir fyrimunir Men hvørjir fyrimunir eru við at tekna seg sum lim hjá tykkum? Spyrja vit Pætur Niclasen. Og hann greiðir frá, at fyrst og fremst fáa tey skip­ að viðurskifti, og kunnu fáa hjálp, um eitthvørt ikki er í lagi á arbeiðsplássinum. Harumframt hevur felag­ ið eina avlamistrygging, sum fevnir um allar limir, eisini teir, sum arbeiða aft­ an á skúlatíð. Hon er gald­ andi alt samdøgri og letur 270.000 kr. í endurgjaldi til limir, sum av einar ella aðrar orsøk verða avlamnir. Eisini rindar hon eftirløn til viðkomandi. Summir lumpa Hetta við eftirløn er eitt, sum næmingarnir í Venjing­ arskúlanum tosaðu nógv um, tí ert tú ikki limur í ein­ um fakfelag, skal arbeiðs­ gevarin heldur ikki rinda tær eftirløn. ­ Arbeiðsgevarin sparir nógvan pening, um hann ikki rindar tey 10 prosentini í eftirløn til tann unga. Tí ivist eg ikki í, at summir gera sær dælt av, at tey ungu ikki kenna síni rættindi og ikki eru limir í fakfelag, sig­ ur Pætur Niclasen. Í hesum sambandi vísir hann eisini á, at ongin kann nokta fólki at tekna seg sum lim í ein­ um fakfelag, tí tað er ein grundlógartryggjaður rætt­ ur, sum øll eiga. Krav upp á lønarseðil Eitt annað, sum tey ungu ofta uppliva er, at tey fáa ongan lønarseðil. Tí fáa tey ikki fylgt við í, hvussu nógva løn tey fáa og fyri hvørjar tímar. ­ Øll starvsfólk hava rætt til ein lønarseðil. Og hann skal ikki bara liggja inni á telduni. Vit hava fleiri ferðir sent skriv út til arbeiðspláss­ ini, fyri at fáa tey at geva fólk lønarseðil. Eisini fyri teirra egnu skuld, tí tað fyribyrgir nógvar misskiljingar og illstøður, har tey ungu kunnu ivast í, um tey fáa røttu løn­ ina, sigur Pætur Niclasen. Torført at røkka teimum ungu Limagjaldið til S&K er tvey prosent av lønini, og í mesta lagi 350 kr. um mánaðin. Limirnir í S&K arbeiða eitt nú í handl­ um, á skrivstovum og á klinikkum. FAKTA Ung, sum arbeiða, kenna ikki - Tað er sera álvarsligt, at tey ungu ikki kenna síni rættindi, halda teir báðir 15 ára gomlu Eli N. Leifson og Tóri L. Jacobsen, næmingar í Venjingarskúlanum, sum hava gjørt verkætlan um rættindi hjá ungum á arbeiðsmarknaðinum. Teir eru ílatnir sum løntakari og arbeiðsgevari