Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 20 - 29. januar 2009 Bilvrak góðan prís Tá týska stjórnin herfyri kom við einum bjargingarpakka til fíggjarkervið og vinnuna, var eitt av átøkunum, at fólk kundu fáa góðar 18.000 krónur, um tey vildu sleppa sær við tann gamla bilin og keypa sær ein nýggjan og meiri umhvørvisvinarligan ístaðin fyri. Treytin var tó, at tann gamli bilurin var minst níggju ár. Nú arbeiðir ES-nevvndin við einari ætlan um at lata bileigarum 8.400 krónur fyri tann ganla bilin, og í Danmark umkhugsar stjórnin at seta talið til 10.000 krónur, skrivar Ritzau. Nýggj stjórn í morgin Samráðingarnar um at skipa nýggja stjórn í Íslandi ganga væl. Umboð fyri Samfylkingina og Vinstri Grønir samráddust allan gjár um at skipa minnilutastjórn við Framsóknarflokkinum sum stuðulsflokki, og sambært fjølmiðlunum ganga samráðingarnar væl. Jóhanna Sigurðardóttir, sum eftir øllum at døma verður forsætisráðharri, segði í gjárkvøldið, at tann nýggja stjórnin verður væntandi klár í morgin ella leygardagin. Í gjárkvøldið samráddust flokkarnir í bólkum um ymisk mál, og samráðingarnar halda fram fyrrapartin. Eldrarøkt er ongin rættur í Føroyum. Ert tú heppin fært tú røkt í álmussu. So greiðar eru fløkjasligu lógirnar kring eldrarøkt, sambært Halgiri Winther Poulsen, løgfrøðingi. Megnar tú hinvegin at fáa ommu innlagda, so er røktin tryggjað Eldrarøkt Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í Føroyum er ongin lóg, ið tryggjar, at tey eldru, ið hava tørv á røkt, fáa hana. Í samband við fleiri aðrar skipanir, sum til dømis við pensjónum, barnaansing og sjúkrarøkt, verður stórur dentur lagdur á, at tað ikki er ein álmussa, men ein rætt- ur at fáa hesar tænastur. - Tað er ongin lóg, har tað er ásett, at ert tú gamal og hevur tørv, so hevur tú rætt til røkt, staðfestir Halgir Winther Poulsen. Hann vísir somuleiðis á, at í Danmark er ein lóg um hetta, sum áset- ur, at hevur ein persónur tørv á røkt, so skal komm- unan veita viðkomandi inni- vist innan tveir mánaðir. - Men eg eri ikki vísur í, hvussu henda lógin verður fylgd, sigur Halgir Winther Poulsen. Hann sigur somu- leiðis, at tað er tilvildin, ið ræður í Føroyum, og at mongdin av tilboðum til tey eldru, bara verður ávirkað av játtanini, sum landsstýris- fólkið á økinum fær eitt ár. Fá ommu á sjúkrahús Hinvegin er lógin í Føroyum soleiðis, at megnar mann at fáa fólk innløgd, so hongur landið upp á tey, líka til tey eru før fyri at koma heim. - Skalt tú tryggja ommu tíni røkt, so skalt tú finna ein barmhjertigan lækna, sum finnur okkurt at inn- leggja hana fyri, sigur løg- frøðingurin. Hann leggur afturat, at hetta ongantíð kann vera ein varandi loysn – tí mann sær trupulleikarnar á medisinsku deild á Lands- sjúkrahúsinum – men at hetta veruliga kann hjálpa í ávísum førum. Ongin lóg Nógv hevur verið tosað um, hvussu stóran part av eldra- økinum kommunurnar skulu gjalda í mun til landið. - Í løtuni er ongin lóg á økinum. Tað hevur ongin verið í gildi síðan 1. januar, staðfestir løgfrøðingurin. Hann vísir tó á, at Rósa Samu- elsen, landsstýriskvinna, ar- beiðir við eini loysn, har land- ið skal gjalda 800.000 krónur fyri hvørt fólkið á einum búplássi. Fram til 1. januar, var hetta tal 500.000 krónur. Men í dag er ongin lógar- festur stuðul. Hjálpir at klandrast - Vit síggja, at har landið hevur verið mest sinnað at hjálpa, er har størst klandur er. Í Sandoynni hevði ongin ráð at lata heimini upp og tí var ein royndarætlan gjørd, har landið seinni skuldi gera eina eftirmeting. Hon er mær vitandi ikki gjørd, sigur Halgir Winther Poul- sen. Somuleiðis nevnir hann dømið í Suðuroynni, har ein skúli avgjørdi lagn- una hjá einum røktarheimi, sum bara helvtin av oynni vil lata fólk til. - Tað er tó eisini dømi í Norðurstreymi, har komm- unan sjálv ger okkurt, men eg nevni bara hesi dømi, tí tað sýnir ruðuleikan á økin- um. Lógarkaos Sambært Halgiri Winther Poulsen er tað soleiðis, at lógarsmíðið á økinum veru- liga er aftur út siglt í mun til restina av samfelagsbygn- aðinum. Uppskotið hjá Halgiri Winther Poulsen er fyrst og fremst, at landið má nýta meiri pening til tey eldru, men at langtíðarloysnin má vera at smíða eitt lógarverk, sum er samanhangandi. - Á fundinum í gjár var eitt uppskot frammi, um at savna alt undir ein hatt, men hetta er helst ov skila gott til at verða samtykt, sigur Halgir Winther Poulsen. Hann vísur eisini á, at trupulleikin hjá teimum eldru, í stóran mun, at tey vanliga ikki rópa nóg hart, og tí hendir so lítið á eldraøkinum. Powerwriting - fá skriviuppgávurnar frá hondini Nú er nóg mikið við at sita og stara at blanka pappíri- num... Tú hevur eina rúgva av ymiskum størri og smærri skrivi-uppgávum, sum liggja og bíða eftir tær. Men onkursvegna er stígur komin í skrivingina. Kanska tú setir ov stór krøv um innihald í mun til uppgávu. Á skeiðnum Powerwriting/Flóðskriving fært tú íkast til, hvussu tú skapar bestu karmar og fortreytir fyri at verða í eini produktivari, flótani og gleðisfyltari skrivitilgongd, tá tú skrivar greinar, frágreiðingar, uppgávur, t-postar, yrkisbrøv og annars tekstir sum so. Óansæð hvør orsøkin er, er hjálp at heinta. Við nøkrum einføldum amboðum kanst tú fáa gongd aftur á skrivingina. 26. februar kemur Bo Skjoldborg til Føroya at halda skeið um powerwrit- ing. So um tær tørvar hjálp at fáa gongd á skrivingina, eigur tú at melda til nú á www.synergi.fo. Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - tel. 32BELL (322355) Eldrarøkt er ein álmussa Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, staðfestir, at vilt tú tryggja einum persóni røkt, ið hevur tørv á tí, so mást tú fáa viðkomandi innlagdan, tí so hongur landið upp á tey Tilgjørd mynd