hósdagur 29. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 20 - 29. januar 2009
Nógv varð lovað á
borgarafundinum
í skálanum í Tórs
havnar kommunu
skúla, men mest
ítøkiliga ætlanin
var at gera Heðin
Zachariassen, fyrrver
andi borgarstjóra í
Sunda kommunu, til
borgarstjóra í Havn
Borgarafundur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Eftir borgarafundin, har
panel var við fimm ymisk
um politikarum og fakfólki,
í gjár var ongin veruliga
sannførdur, hóast øll á fund
inum vóru samd um, at okk
urt má gerast beinanvegin.
Eg havi eina kenslu av,
at tað bara er snakk, men
vit gevast ikki á hondum,
segði Sigrun Mohr vegna
fyrireikararnar, tá hon end
aði fundin. Hon vísti í sama
viðfangi á, at eitt frálíkt
eldraálit varð gjørt av einum
arbeiðsbólki hjá Landsstýr
inum í 2002, men at hetta
er goymt burtur.
Borgarin
Tá ymisku hugsanirnar hjá
panelinum vóru sagdar, var
orðið frítt.
Tað eru nógv í Tórshavn
ar kommunu, sum als ikki
hava fingið reingerð í heim
inum
síðan
í
oktobur,
nevndi ein eldri kvinna.
Hon vísti somuleiðis á, at
um hon nakrantíð skal á ell
isheim, so vil hon hava
egna inngongd og egið vesi.
Aðrar røddir vístu á, at tað
ringasta við heimunum,
sum eru í dag, er, at nógv
rúm onki útsýni hava.
Eisini vóru røddir frammi
um at hækka røktarstuðulin
til avvarðandi, tí tey halda
samsýningina bara vera
symbolska.
Ein eldri kvinna harmað
ist, at ymsar spurnarkann
ingar eru nýttar at kanna
tørvin millum tey eldru, tí
spurningarnir vóru orðaðir
so undarliga, at fólk kendu,
at tey ikki fingu svarað
soleiðis, tey veruliga vildu.
Millum tey seinastu var
ein eldri maður, ið vildi
greiða Rósu Samuelsen,
landsstýriskvinnu frá, at val
verður í seinasta lagi um trý
ár, og tí má hon heldur royna
at gera okkurt til nyttu.
Rationaliseringar
Nógvir borgarar høvdu eis
ini ilt við at skilja, at Heðin
Mortensen, borgarstjóri, vil
vera við, at tað kostar nógv
meira at byggja eitt røktar
heim í Havn, enn í Norður
streymi.
Heðin Mortensen royndi
sum frægast at verja sína
støðu, men alsamt fleiri
greiddu frá, hvussu industri
køkar og so framvegis,
stóðu næstan óbrúkt á røkt
arheimunum, ið eru í dag.
Hetta endaði við einum
orðadrátti, har Heðin Zach
ariassen, fyrrverandi borg
arstjóri í Sunda kommunu,
bleiv skotin upp, sum næsti
borgarstjórin í Havn, tí
undir hansara leiðslu varð
eitt nútímans og lutfalsliga
bíligt røktarheim gjørd við
Streymnes.
Eisini vístu fólk á, at tað
ikki altíð er neyðugt við
flisum og laðaðum garðum,
tí tað handlar fyrst og fremst
um røkt. Heðin Zachariassen
vísti í hesum sambandi á, at
røktarheimið á Mørkini við
Streymnes
eisini
hevur
laðaðar garðar.
Panelið
Pallborðið á borgarafundin
um var mannað við fleiri fak
torum. Turið Jacobsen, ergo
terapeutur, vísti á, at tað sum
veruligur tørvur er á, er ein
heildarloysn, har ein sam
skipan at øllum almanna
verkinum skal til. Hon
greiddi eisini frá, at stórur
tørvur er á, at mann arbeiðir
meira fyribyrgjandi.
Halgir W. Poulsen, løg
frøðingur, greiddi síðan frá
ymisku
lógargreinunum
fyri eldrarøkt.
Hevur mann fingið fólk
ini inn í skipanina, so eru
tey tryggjaði, var ein niður
støða hjá løgfrøðinginum.
Hann vísti eisini á, at skip
anirnar við serlógum og so
framvegis, gera økið enn
meiri fløkt, enn tað nýtist at
vera.
Heðin Zachariassen, fyrr
verandi borgarstjóri í Sunda
kommunu og løgtingslimur,
fortaldi um røktarheimið á
Mørkini, ið ofta er drigið
fram sum ein sólskinssøga
á eldraøkinum.
Síðani slapp borgarstjórin
í Havn til orðanna. Hann
greiddi frá tí sama, sum
hann plagar, um at eldraøkið
skal latast kommununum, tí
tað gevur betri loysnir.
Til seinast fekk Rósa
Samuelsen,
landsstýris
kvinna, orðið. Hon tók und
ir við Heðini Mortensen, at
ein broyting skal til, soleið
is, at kommunurnar fáa
meira ábyrgd.
Vit mugu rudda í tí
ógreiða, segði landsstýris
kvinnan
millum
annað.
Hon greiddi eisini frá, at
loysnir eru á veg, og at hon
arbeiðir við fullari ferð.
At enda tóku Heðin Mort
ensen og Rósa Samuelsen í
hondina hvør hjá øðrum og
lovaðu, at ein loysn fór at
vera funnin til trupulleikan
í Havn.
Tey eldru í
Havn róptu
í kór
Tað var fult út í gongina, tá
borgarafundur var í skálanum í
Kommunuskúlanum í Havn í gjár
Sigrun Mohr, Daisy
Sloan og Jóan Mort
ensen tóku stig til
borgarafundin í gjár
Í panelinum til borgarafundin sótu Heðin Zachariassen,
fyrrverandi borgarstjóri í Sunda kommunu, Rósa Samuelsen,
landstýriskvinna við almannamálum, Turið Jacobsen,
ergoterapeutur, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og Halgir
Winther Poulsen, løgfrøðingur
Avlopið hjá Canon tódnar
Avlopið hjá japonsku stórfyritøkuni Canon minkaði
meiri enn ein triðing í fjør, um virðið á japanska
yeninum verður borið saman við virðið á amerikanska
dollaranum. Sølan minkaði eisini munandi. Canon sigur,
at vinningurin í fjør var góðar 309 milliónir dollarar, og
tað er 37 prosent minni enn í 2007, tá vinningurin var
góðar 488 milliónir dollarar. Leiðslan í Canon sigur seg
hava so ringar vónir um árið í ár, at hon væntar, at vinn
ingurin í 2009 verður heili 70 prosent minni enn í fjør.
Skifti í Royal Greenland
Rættiliga stórar broytingar vóru í nevndini í Royal Greenland,
tá felagið helt aðalfund í Nuuk fyrradagin. Nevndibn fekk ikki
færri enn tríggjar nýggjar limir, og av teimum eru tveir danskir
vinnulívsmenn. Nýggju nevbndarlimirnir eru Petrine Høegh,
sum er stjóri í Qaqortoq Turistforening, Arne Pedersen, stjóri í
Homasit í Danmark, og Svend Bang Christiansen, sum er
nevndarlimur í fleiri donskum fyritøkum. Peter Grønvold
Samuelsen heldur fram sum formaður í nevndini í Royal
Greenland.