Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 20 - 29. januar 2009 Tað sær eitt sindur svart út fyri tíðina. Fleiri fólk missa arbeiði bæði í Før­ oyum og úti í heimi. Fíggj­ arkreppan er av álvara farin at gera um seg, og lítið sannlíkt er, at føroy­ ingar sleppa undan at merkja sviðan av hesum. Tá nú slík støða ger um seg, hvat er so til at taka, kann ein spyrja. Tá kreppan herjaði í Før­ oyum í nítiárunum vóru tað nógvir føroyingar – serliga ung fólk – sum fóru av landinum at fáa sær útbúgving. Tað var lítið annað at gera, tí arbeiði var einki at fáa her heima, arbeiðsloysið bara vaks og vaks. At nógvir føroyingar brúktu ta annars truplu tíðina til at útbúgva seg var kortini ikki tað býttasta. Men tað harmiliga var nokk, at ein alt ov stórur partur av hesum fólkum rýmdu einaferð med alla. Tað er ikki minst í krepputíðum, at útbúgving eigur at standa ovast á breddanum, tá tað kemur til politiskar raðfestingar. Kreppur koma, kreppur hava verið, og hendan kreppan verður neyvan tann seinasta í heims­ søguni. Uttan at ljóða alt ov bjartskygdur, so er lítið at ivast í, at hon verður av fyri ella seinni, og tá er ikki so býtt at standa klárur við eini nýggjari og feskari útbúgving at taka við nýggjum avbjóðingum. Útbúgving í ringum tíðum Í hesum døgum gongur kjakið heitt um sparingar­ nar á Fróðskaparsetrinum. Summi siga, at talan er ikki um sparingar, tí játtan­ in til Setrið er ikki minkað. Men í veruleikanum fær Setrið ov lítla játtan í mun til tær menningarætlanir, sum breið politisk semja var um fyri umleið einum hálvum ári síðani. Før­ oyska universitetið, Fróð­ skaparsetrið, skuldi menn­ ast og kunna taka næming­ ar inn til ávísar útbúgving­ ar á hvørjum ári, í staðin fyri sum nú bert til onkra einstaka útbúgving annað­ hvørt ár. Tá stígur er í búskapin­ um, og sparingar mugu fremjast, so kann tað tykj­ ast rætt at lata sparingarnar raka javnt allastaðni. Men hvussu skilagott er tað kort­ ini at skera niður á hesum øki, um hugt verður eitt sindur longur fram í tíðina? Eg eri ein teirra, sum trúgvi upp á, at 3 tey mest týðandi málini at gera íløg­ ur í er: 1) útbúgving, 2) útbúgving, og 3) útbúgv­ ing. Á hesum øki eri eg samdur við fyrrverandi bretska forsætisráðharran, Tony Blair, sum tók nakað soleiðis til. At skapa góðar karmar fyri útbúgvingum er ivaleyst nakað, sum flestu foreldur kunnu taka undir við. Hvør ynskir ikki fyri síni børn, at tey skulu fáa góðan lærdóm? Børnini eru framtíðin, men uttan lærdóm og útbúgving er ikki vist, at tey fáa eins góða framtíð, sum tey ann­ ars kundu fingið! Tað sann­ førir meg um, at ein eigur at vera sera varin við at tátta í innan útbúgvingar­ verkið, nú stígur er í bú­ skapinum. Ikki tí at tað er nakað skeivt í at spara, tað eiga vit øll at gera, men her kann skjótt vera talan um at spara eftir hæli. Útbúgving, útbúgving og útbúgving PhD lesandi á Náttúruvísinda­ deildini á Fróðskapar­ setrinum Hilmar SimonSen Føroyar – eitt “wanna be” vælferðarsamfelag! Í hesum døgum verður nógv kjakast um, vit eru í eini kreppu ella ikki. Landsins politikarir siga so ymiskt um hesu viðurskifti, tó kunnu vit ikki longu venda hesum bakið. Nógv tekin eru í samfelagnum, sum boða frá kreppu. Hall­ ið á fíggjarlógini er størri enn tað hevur verið í fleiri ár, og hetta hevur havt við sær, at sparingar og skerj­ ingar eru settar í verk nógvastaðni. Pengar vænta til fólka­ skúla, til serstovnaøkið, sjúkrahúsini og eldraøkið fyri bert at nevna ein part. Landssjúkrahúsið Í fleiri ár hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð­ ingar víst á, at sjúkrarøktar­ frøðingar hava eina alt ov tunga arbeiðsbyrðu. Í fjør var tað serliga medisinski depulin á Landssjúkrahúsi­ num, sum rópti um hjálp – fólk hoknaðu undan arbeiðsbyrðuni, og torført var at standa við ábyrgd fyri tí røkt ­ ella manglandi røkt ­ sum varð veitt. Um hetta mundi vóru eingin krepputekin ­ í øll­ um førum ikki greið krepputekin. Tí er tað sera ørkymlandi at ímynda sær, hvussu alt verður, tá ein verulig kreppa rakar okk­ um. Sjúklingatalið er støð­ ugt og fellur ikki, um ein kreppa herjar á. Starvsfólkið á Lands­ sjúkrahúsinum hevur ikki nakað lættari arbeiði, enn tey høvdu síðsta ár, og trup­ ult er at síggja, hvussu fólk undir einum slíkum áhald­ andi trýsti kunnu halda á í fleiri ár. Eldrarøktin Eldraøkið er eitt øki, sum serliga nógv hevur verið at hoyra um seinastu tíðuna. Skipað hevur verið fyri borgarafundi í Havn um hetta evni. Ikki skal ein ynskja sær at gerast gamal og røktarkrevjandi, serliga í Suðurstreymoy, sum tað ljóðar. Hesin trupulleiki hevur verið í mong ár. Hesi gomlu, sum ikki hava fing­ ið røktarheimspláss, liggja einsamøll, ørkymlaði og bangin heima langar dagar og nætur og bíða eftir, at onkur kemur framvið. Í nøkrum førum hevur fam­ ilja verið noydd at seta krampa á uttan á úthurðina, soleiðis at tann gamli ikki fer út at reika einsamallur. Sjálvandi er hetta ikki ein ynskilig loysn fyri teirra kæru, men tey verða so harðliga sperd, at tey til síðst ikki duga at síggja sær aðra loysn. Føroyar - ikki eitt gott samfelag fyri tey veiku Áðrenn vit kunnu kalla okk­ um eitt vælferðarsamfelag, er mín greiða hugsan, at tey veikastu skulu hava tað gott. Vit liva í eini dreyma­ tilveru her í norðuratlants­ havinum, vit spæla, at vit hava eitt gott samfelag, men vit hava bert eitt “wanna be” vælferðarsam­ felag. Vit spæla, at vit taka okkum av okkara sjúku, okkara børnum, okkara veiku og okkara gomlu! Tað kann væl vera, at tað herjar ein alheims búskap­ arkreppa, og vit í Føroyum eisini í løtuni hava eina tilfeingiskreppu, men stóra kreppan í landinum í løtuni er raðfestingin hjá løgting­ inum, sum er at síggja á fíggjarlógini fyri 2009. Kreppa ella ei - kjarnuøkið bløðir forkvinna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Vár í GonG Logikkurin hjá Anniku Mittún Jacobsen og Allani Dalsgarð er rættiliga stuttligur. Tey hava øgiliga ilt av, at fólk lurta eftir Rás2 og Lindini, serliga aftan á kl. 10. Tí skjóta tey alt fýrverkið við teimum bestu innsløgunum av millum kl. 8 og 12. Men samstundis tvinga tey eina stóra rúgvu av fólki at sløkkja fyri útvarpinum og at tendra fyri sjónvarpinum kl. 9.50. Hesi fara “av kanalini” fyri at kunna hoyra morgunlesturin í sjónvarpinum, í fyrstu atløgu borðreiddur við einari royndarmynd aftur við. Og kanska tey verða “hangandi” á sjónvarpinum. Tí tað kundi hent seg, at tingmenn kjakaðust um morgunlesturin á “Tingvarpinum”, aftan á morgunlesturin. Annika og Allan bjóða bæði “Control E” og “Damage Control”, um somu klokkutíð. PS: Tey sum hava Televarp, síggja/hoyra eisini morgunlesturin. EB: Okkara húski rindar eisini 3.500 kr. til Kringvarp Føroya Tey sum skifta til sjónvarpið skifta eisini kanal Heri SimonSen viðmerkingar Maskinur til sølu Við hesum verða fylgjandi maskinur lýstar til sølu: Cat 966 E lessari árg. 1987 Seriunr. 94X06695 Cat 980 C lessari árg. 1987 Seriunr. 2XD00539 Roc 410 HC H borivognur árg. 1984 Seriunr. BRE 1205 2A Øll eru vælkomin at lata inn tilboð, antin upp á alt samlað ella upp á einstaka maskinu. Tilboð upp á alt samlað kunnu verða tikin framum. Tilskilast skal, um tilboðini eru við ella uttan mvg. Tilboð skulu vera í afturlatnum brævbjálva og vera Landsverki í hendi í seinasta lagi tann 12. februar 2009 kl. 15.00. Til ber at síggja maskinurnar eftir avtalu við Jóan Petur Patursson, rakstrarleiðara á Maskinmiðstøðini í Kollafirði, á tlf. 540 950. SØLa Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo