Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2009 27 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Seinastu vikurnar hevur Liverpool meist ferðina í ensku Premier League. Miku­ kvøldið gjørdist talan um enn eitt vónbrot Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Setningurin hjá Liverpool í gjárkvøldið var at vinna seg upp á liðina á Mancheter United, sum tykist vera í ferð við at skræða seg leyst í oddinum í Premier League. Talan hevur seinastu vikurnar verið um fleiri vónbrot hjá Liverpool, og enn eina ferð máttu viðhaldsfólkini ásanna, at liðið ikki megnaði at standa móti trýstinum seinastu minuttirnar. Banyaoun legði annars Liverpool á odda stutt fyri hálvleik, og fram til bara seks minuttir restaðu, tóktist hetta eisini vera avgerandi málið. Men tá varð Leiva Amr Zaki feldur í brotsteiginum, og brots­ sparkið, sum spurdist burtur úr hesum setti Mido í kassan. Samstundis vann Chelsea 2­0 í heimadystinum móti Middlesbrough, og nú er bláa London liðið ájavnt Liverpool á øðrum plássi í deildini. Og í botninum á talvuni gjørdist støðan ikki minni spent í Newcastle, har Colin Calderwood enn ikki tykist hava fingið skil upp á verjupartin, sum hann ann­ ars hevur fingið ábyrgdina av seinastu fýra mánðirnar av kappingarárinum. Sunnudagin skipaði Sunda Judofelag fyri judokapping. Bæði fyri tey, ið eru byrjaði at venja judo í vetur og tey, ið hava verið við eina tíð. Luttakararnir vórðu býttir upp soleiðis, at tey nýbyrj­ aðu vóru fyri seg, so tey kappaðust móti javnlíkum og harvið høvdu møguleika at vinna sínar dystir. Kappingin varð eisini skipað soleiðis, at luttak­ ararnir vórðu býttir í bólkar við trimum luttakarum í hvørjum, soleiðis at øll vunnu medaljur. Hetta metir felagið vera gott fyri børnini at hava viðhvørt, tí í vanligu kappingunum eru tað ofta tey somu, sum vinna heiðursmerki, meðan onnur altíð standa eftir við ongum. Tey meira royndu børnini og eisini vaksin vóru har­ umframt við í kappingini, og eisini í teimum bólk­ unum vóru nógvir góðir dystir. Stórur áhugi er um tey vaksnu, sum í summar skulu til eitt nú Oyggjaleikirnar at umboða okkum. Har kundu vit staðfesta, at støðið er á rættiliga góðari leið og venjingarnar sýnast at ganga væl, tí serliga í hesum bólkunum sóu vit sera nógvar góðar og javnar dystir, har úrslitið kundi farið báðar vegir, so spenn­ ingurin er stórur til komandi altjóða avbjóðingar. Næsta judokappingin verður sunnudagin 8. februar á Oyrarbakka, tá eitt regluligt umfar av liðkappingini verður. Jógvan Martin er formaður Jógvan Martin Olsen, fyrrverandi landsliðsvenjari, er valdur til for­ mann í Venjara­ felag Føroya Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Á stovandi aðalfundin­ um leygardagin hjá Venjarafelag Føroya varð ein nevnd vald, sum nú hevur skipað seg. Jógvan Martin Ols­ en, fyrrverandi lands­ liðsvenjari, verður for­ maður, meðan Áki Johansen er næstformað­ ur og Bill McLeod Jacobsen er skrivari og peningarøkil. Tiltakslim­ ur er Abraham Løkin. Endamálið við nýggja venjarafelagnum er, at stuðla og savna venjara­ hópin í Føroyum, og saman við Fótbóltssam­ bandinum menna hesar, soleiðis, at venjararnir allatíðina flyta seg fakliga og fylgja altjóða rákinum. Tað skrivar heimasíðan hjá FSF. 10. ferð hjá Wilbek Ulrik Wilbek hevur vunnið nógvan heiður. Bæði við donsku kvinn­ unum og monnunum. Hálvfinalan hjá honum í dag verður tann tíggjunda hjá honum sum landsliðsvenjari, og tað eru fáir venjarar, sum hava somu hagtøl at vísa á. Vit lata ølini tala fyri seg: Við danska kvinnulandsliðnum: 1993: HM silvur 1994: EM gull 1995: HM bronsa 1996: EM gull 1996: OL gull 1997: HM gull Við danska manslandsliðnum: 2006: EM bronsa 2007: HM bronsa 2008: EM gull 2009: HM ? Gummibein í Liverpool Mido spældi í gjár sín fyrsta dyst fyri Wigan. Og hann vann sær mest sum hetjustøðu alt fyri eitt, tá hann var ósvikaliga tryggur úr 11 metrum Mynd: Polfoto/AP Bardust á Oyrarbakka Í mun til vanligu kappingarnar var leisturin hesa ferð meira javnbjóðis, soleiðis at einstøku íðkararnir høvdu betri møguleika at vinna sínar dystir Úrslitini Wigan-Liverpool 1-1 Chelsea – Middlesbrough 2-0 Manchester City – Newcastle 2-1 Blackburn – Bolton 2-2 Everton – Arsenal 1-1 West Ham – Hull 2-0 FAKTA