Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 20 - 29. januar 2009 ] Ungur B36’ari til AB John Hansen skal í komandi kappingarári spæla við uppflytarunum úr AB. Tað staðfestir heimasíðan hjá argjamonnum. Miðvallarin hevur øll síni ungdómsár spælt við B36, men vantandi spælitíð og tørvur á nýggjum avbjóðingum er orsøkin til, at havnardrongurin hevur leitað sær út á Argir. Beckham stórtrívist 33 ára gamli enski fótbóltsspælarin, David Beckham er útleigað­ ur frá tí amerikanska felagnum, Los Angeles Galaxy til AC Milan í Italia. Nú er Beckham farin at trívast somikið væl í norðuritalska býnum, Milano, at hann heldur enn gjarna vil fáa ein fastan sáttmála við AC Milan. ­ At spæla í hesum felagnum er dreymurin hjá einum fótbóltsspælara. Men tað er ikki nøkur løtt avgerð. Hon krevur tíð. Eg havi ein sáttmála, og eg havi stóra virðing fyri Los Angeles Galaxy, men møguleikin at sleppa at spæla við AC Milan er nakað heilt serligt, sigur David Beckham. Neistin misti møgu­ leikan fyri sensa­ tiónini í fyrru hálv­ finaluni, og tí kann annars flotti sigurin á Stjørnuni ikki nýt­ ast til tað heilt stóra Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum so var longu avgjørt fyri tveimum vikum síð­ ani, at Stjørnan skuldi verða annað liðið í steypa­ finaluni hjá kvinnum. Aftan fyri við 11 málum var neyvan heldur ikki tey heilt nógvu í Neista­leg­ uni, sum ímyndaðu sær, at teirra kvinnur kundu gera tað heilt stóra við samlaðu myndina. Seks mál á rað Hetta forðaði tó ikki teim­ um bláu í at leggja nógva orku í dystin mikukvøldið. Og hóast tað ongan tíð komu nøkur serlig tekin um, at Stjørnan fór at tveita nakað sum helst burtur, so var viljin at vinna alla tíðina til staðar hjá teimum bláu. Hetta gav eisini at bíta miðskeiðis í seinna hálv­ leiki. Stjørnan hevði kanska havt munin fram til hetta, men við seks málum á rað skræddu tær bláu seg brádliga leysar. Og hóast Stjørnan royndi at toga seg aftur seinasta lítla korterið, so megnaðu tær ongan tíð at tippa holið. Kunnu arga Í so máta gjørdist talan um eina lítla uppreisn hjá Neistanum, sum hevur havt trupulleikar við veru­ liga at fylgja við trimum teimum fremstu liðunum í ár. Í løtum hevur tó glógvað hjá Neistanum, og kunnu tær seinasta partin av kappingini toga sær fleiri úrslit av tí slagnum, sum kom til høldar í gjár, so kunnu tær kanska arga okkurt av hinum heilt nógv kortini. Stjørnan stendur tó enn ikki at vika. Hvørki í landskappingini, har tær eru trygt á odda, ella í steypakappingina, har tær nú aftur kunnu brynja seg til at spæla finaludyst. Neistin-Stjørnan 26-24 (10-12): Nyttuleysur sigur Neistin-Stjørnan 26-24 (10-12) Stjørnan í finaluna við 57-28 10 min: 2-3 20 min: 6-7 40 min: 13-15 50 min: 21-18 Málskjúttar Neistin: Trine Mayland 7(2), Heidi Maria Akselsen 4, Nicoleta Radu Hansen 3(1), Rakul Augustinussen 3(1), Marjun Danberg 3, Stine Mikkelsen 2, Tordis Tróndarson 2, Elin Stakksund 2 Stjørnan: Durita Christophersen 8(1), Dianne Møller 6, Edith Hansen 3, Simona Petersen 3(1), Una Olsen 3, Bára S. Klakstein 1 Brotskøst: Neistin 7, Stjørnan 4 Útvísingar: Neistin 2, Stjørnan 2 Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Birgir Sondum FAKTA um dystin Spælskiparin hjá Kyndli verður ikki við, tá Kyndil tann 7. februar skal spæla steypafinalu móti KÍF ella Neistanum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Dysturin millum StÍF og Kyndil var bert fáar minuttir gamal, tá Høgni Klein noyddist av vøllinum. Talan tóktist vera um álv­ arsligan skaða, og á sjúkra­ húsinum í gjárkvøldið varð eisini staðfest, at tað ikki er hugsingur um, at hann spæl­ ir hondbólt fyribils. Kyndil skrivar á heima­ síðu síni, at handliðið er far­ ið úr lið og at hondin er brotin. Tí er ikki hugsingur um at spæla hondbólt aftur fyribils. Á Skála var loysnin, at Jónleif Sólsker traðkaði til, og 42 ára gamli veteranurin prógvaði enn einaferð, at hóast beinini ikki eru heilt so skjót longur, melur hond­ bóltsheilin skjótari enn hjá flestu øðrum. Og lítil ivi er um, at Kyndils­fjepparar seta stórar vónir til, at hann enn einaferð megnar at toga stórspælið fram, tá mest stendur á. Høgni breyt hondina So var tað staðfest, sum hevur ligið í luft­ ini í tvær vikur. StÍF verður ikki partur av steypafinaluni í manshondbólti Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ofta hevur StÍF staðið í truplari støðu í steypakapp­ ingini. Men eins ofta hava teir vent hesum, tá liðið hev­ ur vunnið sær pláss í steypa­ finaluni. Í gjárkvøldið var tó einki at gera. Í fyrsta lagi hevði Kyndil longu eina trivaliga leiðslu undan dystinum, og í øðrum lagi gav Kyndil ongan tíð tekin um at sleppa hesi leiðsluni. Tvørtur ímóti var talan fyri tað mesta um ein dyst, har Kyndil helt seg eitt og tvey mál frammanfyri, og tær fáu ferðirnar, at StÍF royndi at sprutta, vóru teir grønu skjót­ ir at svara aftur, soleiðis at spenningurin ikki skuldi verða óneyðuga stórur. Eina lítla løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu heimamenninir nakað av ferð á, men tað gjørdist ong­ an tíð til meira enn hálvt, og so høvdu teir ikki sálar­ liga yvirskotið til veruliga at fáa ketilin upp á kók. Ístaðin kundi Kyndil seta trumf á seinastu løtuna og soleiðis ruddiliga staðfesta tað, sum eingin annar hevur megnað síðani ár 2000. StÍF-Kyndil 24-26 (10-11): Steypaliðið heilt úti Høgni Klein breyt hondina longu fyrstu løtuna av dystinum í gjár, og er ikki tøkur hjá Kyndli restina av hesum kappingarárinum Kyndil var ongan tíð í vanda fyri at missa trivaligu leiðsluna, sum teir høvdu vunnið sær í fyrru hálvfinaluni móti StÍF Mynd: Álvur Haraldsen StÍF-Kyndil 24-26 (10-11) Kyndil í finaluna við 49-39 10 min: 2-3 20 min: 6-6 40 min: 16-17 50 min: 20-19 Málskjúttar StÍF: Cristian Preda 6, Mortan Hansen 6(1), Alexandur Johan- sen 4, Sveinur Justinussen 4(1), Jóanes Prestá 2, Bárður Danielsen 1, Borgar Danielsen 1 Brotskøst: StÍF 3, Kyndil 2 Útvísingar: StÍF 4, Kyndil 5 Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen FAKTA um dystin