Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 ISINA Bólkurin "Isina" vid Donsk/Føroysku songkvinnuni Katrinu Petersen á odda tekur støði í fólkatónleiki, ið fyri tað mesta stava úr Svøríki og Bulgaria. Katrina Petersen hevur í mong ár fingið íblástur úr fólkatónleikinum, serliga tí Bulgarska, sum við sínum skeivu taktum, hvassa klangi og vakra lagið geva eina heilt serstaka uppliving. Afturat sær hevur Katrina nakrar av Føroya bestu improvisatorum. Manningin: Angelika Nielsen, violin Leivur Thomsen, guitar Mikael Blak, kontrabass Rógvi á Rógvu, trummur GUDMUND MORTENSEN Organistur í Havnar Kirkju Gudmund Mortensen, spælir orgultónleik við dámi av fólkatónleiki: Variatiónir av franska jólalagnum av Balbstre, Brúdleyps- marsjin úr "Ett Bondbryllup" av svenska tónaskaldinum Södermann, og fantasi yvir sálmalag úr Wales, skrivað av enska tónaskaldinum Waughan Williams "Rhosymedre". VÁGSBOTNUR SOUTH AFRICAN JAZZ BAND Bólkurin bleiv stovnaður til at spæla á Summartónum 2008, har eitt tema á festivalin var Suður Afrika. Bólkurin spælir tónleik eftir suður afrikanskum komponistum, so sum Abdullah Ibrahim, Miriam Makeba og Johnny Dyani, og tónleik, sum annars hevur Afrika og afrikanskan tónleik sum íblástri. Manningin: Konni Kass, saxofon Leivur Thomsen, gittar Kristian Blak, klaver Bárður Reinert Poulsen, bass Jan Rúni Poulsen, trummur