Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 KapKass and the Poulsens Herfyri fóru fýra unglingar undir at stovna eina jazz-kvartett. Eftir at hava gingið á musikkskúlum og spælt saman í ymsum samanhangum, eitt nú Tórshavnar Stórbandi í fleiri ár, var tíðin komin til at fara eitt stig víðari. Endamálið var at spæla málrættaðan jazztónleik, soleiðis at tað ikki altíð bert var ein jam-session, har tónleikararnir møttu upp og “jamma”, men har tað varð arbeitt meiri miðvíst við tilfarinum. Fyribils eru løgini lænt frá gomlum og kendum jazztónleikarum, men ætlanin er seinni at borðreiða við egnum løgum. Manningin: Konni Kass Jacobsen, vokal og sax Mattias Kapnas, klaver Bárður R. Poulsen, kontrabass Jan Rúni Poulsen, trummur YGGDRASIL & Kristian Blak Við rótum í jazz, etniskum, klassiskum, fólkatónleiki og nýskapandi tónleiki er ljóðið hjá Yggdrasil sermerkt. Bólkurin hevur verið til síðani 1981. Leiðarin í bólkinum er Kristian Blak, ið spælur á klaver, og við sær hevur hann tónleikarar frá Føroyum og øðrum norðurlondum. Tey seinastu árini hava Yggdrasil mangan verið á tónleikaferðum við seks limum í bólkinum. Kristian Blak spælur á klaver, Heðin Ziska Davidsen gittar, Mikael Blak bass, Brandur Jacobsen trummur, og sangarar eru Eivør Pálsdóttir ella Kári Sverrisson. Somuleiðis hava Anders Hagberg, John Tchicai, Tore Brunborg, Villu Veski og Anders Jormin framført við bólkinum. Manningin: Kristian Blak, klaver Heðin Ziska Davidsen, gittar Mikael Blak, bass Brandur Jacobsen, trummur Kári Sverrisson, sang