hósdagur 29. januar 2009síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Katla er ein lutvíst
nýggjur føroyskur
bólkur, ið spælir
frumskrivaðan instru-
mentalan tónleik. Katla
framførir jazz-kendan
tónleik, ið fevnir um alt
frá sveimandi ljóðmyn-
dum til tango, gospel
og livandi jazz.
Tað er keyboard-
maðurin í bólkinum,
Magnus Johannessen,
sum hevur skrivað
allan tónleikin. Hann
hevur áður útgivið
tónleik við bólkum sum
Plúmm og Greengate.
Bólkurin hevur sei-
nasta hálva árið
verið fastur bólkur til
jazzkvøldini, sum eru
týskvøld á Hvonn. Hesi
kvøld hava verið sera
væl vitjað, og fram-
førslurnar hava verið
sera væl móttiknar
- bæði av ungum sum
eldri.
Katla er sprottin úr
bólkinum "trio Mag-
nussar", og hann var
fyrsti jazz bólkur, sum
var boðin at luttaka á
eini Ólavssøkukonsert.
Hetta var til tiltakið
"Futt í Býin" sum var í
juli 2008.
Luttakandi tónleikarar
í Katla:
Magnus Johannessen,
Piano, Keyboards og
Harmonika.
Rógvi á Rógvu, Trum-
mur og Percussion
Edvard N. Debess,
Bass
Ólavur Olsen, Trompet,
Flygelhorn og Eb horn
Haukur Grøndal, Saxo-
fon og klarinett
Tjant er ein tónlistarlig
verkætlan, ið er grundað
á komposisiónirnar hjá
føroyska komponistinum
Heðin Ziska Davidsen.
Heðin varð føddur í 1977,
og hevur fingist við tónleik
síðani 1995. Hann hevur
spælt bæði metal og rokk
tónleik, umframt etniskan
jazz. Fyrsta fløgan hjá
Tjant, sum er uppkallað
eftir bólkinum, kom út í
2003 frá plátufelagnum
Tutl. Á henni var Anders
Hagberg at hoyra á
saxofon og floytu,
Mikael Blak spældi bass,
Brandur Jacobsen spældi
trummur og Heðin spældi
gittar. Onnur útgávan, "A Beam Of Light", er um at verða liðug og
verður úti innan alt ov leingi. Á henni verður manningin tann sama, tó
undantikið Ólavur Olsen, ið fer at spæla trompet ístaðin fyri Anders
Hagberg. Ímillum bólkarnar, ið Heðin hevur spælt við í gjøggnum
árini, eru millum annað metal bólkurin Hatespeech, fólkabólkurin
Enekk, etniski jass bólkurin Yggdrasil, etniski jass bólkurin A Wizards
Journey, fólkasangarin Kristleif Zachariassen og rokkbólkurin Marius,
bert fyri at nevna nakrar. Ímillum tónleikararnar, ið Heðin hevur spælt
saman við eru Kristian Blak, Anders Hagberg, John Tchicai, Villu
Veski, Anders Jormin, Eivør Pállsdóttir, Kári Sverrison, Óli Olsen,
Arnold Ludvig, Tore Brunborg, Karin Korpelainen, Karsten Vogel, og
mong onnur.
Manningin:
Heðin Ziska Davidsen, gittar
Ólavur Olsen, trompet
Heini Ragnarsson, trompet
Atli Petersen, trombon
Mikael Blak, bass
Brandur Jacobsen, trummur
Hans Jacob Kollslíð
og Kári Sverrisson
við bólki
Hans Jacob Kollslíð og Kári Sverrisson, ið góvu fløguna “Dreymaspøl” út
stutt fyri jól, verða eisini at hoyra henda leygardagin. Saman við Óla Olsen,
Brandi Jacobsen og Mikael Blak, ið spæla við á fløguni, og Heðini Ziska
Davidsen fara teir at framføra eitt úrval av løgum av fløguni. Hetta eru løg,
teir hava gjørt saman og hvør sær til yrkingar hjá Hans Jacob Kollslíð,
Christiani Matras og yrkjarunum Li Po, Wang Wei og øðrum úr sonevndu
T’ang tíðini í Kina, ið var fyri eini 1200 árum síðani. Framførslan hjá Hans
Jacob, Kára og bólkinum verður í Miðlahúsinum umleið klokkan 18.
Katla
TJANT
Tórshavnar Kirkja er eisini við á festivalinum