Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 21 - 30. januar 2009 Tá ið ein sjúkrabilur herfyri var í Funn­ ingi eftir einum sjúklingi, fingu port­ ørarnir onki gjørt, tí sjúkrabilurin skrambl­ aði so illa á tí ringa vegnum, at tólini til fyrstuhjálpina fingust ikki at virka Landsvegur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Landsvegurin ímillum Funning og Funningsbotn er ein tann óslættasti høv- uðsvegurin í landinum og hann lýkur als ikki krøvini til ein nútíðar koyriveg. Tað staðfestir Kári P. Høj- gaard, løgtingsmaður. Hann hevur tískil spurt landsstýriskvinnuna í inn- lendismálum, Anniku Olsen, hvat hon ætlar at gera við málið. Hann sigur, at veruleikin er, at vegurin er so vána- ligur, at í ringasta føri kann tað kosta mannalív. Og tað var júst tað, sum kundi hent nú einaferð, ein maður í Funningi kom so illa fyri, at ringt var á alarmsentralin, sum beinan- vegin sendi sjúkrabil eftir manninum, tí mett var, at hann mátti á Landssjúkra- húsið í stundini. Men tað kundi enda heilt galið. - Vegurin er so óslættur, at portørarnir fingu onki gjørt, tí sjúkrabilurin hopp- aði og skroppaði so illa, at teir fingu ikki brúkt tólini, sum vóru neyðug fyri at hjálpa sjúklinginum. Tað var ikki fyrrenn at tey komu á slættari veg, at tólini virkaðu aftur so at sjúklingurin kundi fáa neyð- ugu viðgerðina í sjúkrabilin- um. Kári P. Højgaard legði aft- urat, at í hesum føri spældi tað kortini væl av og sjúk- lingurin fekk ikki varandi mein. Hann hevur fingið at vita, at uppstendur ein støða sum hendan einaferð afturat, hevði sjúkrabilurin allar- helst tikið leiðina upp um Eiðisskarð, hóast tann vegurin er bæði smalur og krókutur og nakað væl longri enn beinleiðis vegur- in framvið fjørðinum. Kári P. Højgaard sigur, at tað er onki gjørt við vegin síðani í 1988, ella í góð 20 ár og hann heldur ikki, at tað er forsvarligt, at ein veg- ur skal fella í slíka órøkt, sum støðan er í hesum føri, samstundis sum fleiri nýggir vegir verða gjørdir. Kann onki siga Annika Olsen staðfesti, at bara ein kilometur av vegn- um er asfalteraður og at tað fer at kosta níggju milliónir at asfaltera teir fimm kilo- metrarnar, sum eru eftir. Hon staðfestir eisini, at á fíggjarlógini í ár, er onki sett av til endamálið og tí fær hon onki sagt um, nær vegurin verður gjørdur. Tórbjørn Jacobsen ásann- aði, at vegurin er vánaligur tó at hann ikki helt, at hann var heilt so vánaligur, sum Kári P. Højgaard vildi hava tað til. Men hann helt, at tað ljóðar álvarsligt, at tað skal vera so óslætt at tólini í sjúkrabilinum ikki fáast at virka. - Nú nærkast vit teirri støðu, at vit hereftir fara at brúka tyrluna til neyðsendar- ørindi í Funningi, heldur enn sjúkrabil, segði Tór- bjørn Jacobsen. Sjúklingur kundi doyð í sjúkrabilinum Høvuðvegurin ímillum Funning og Funningsbotn er so ringur, at verður bráðneyðugt at flyta fólk úr Funningi á sjúkrahús noyðist sjúkrabilurin helst at leggja leiðina upp um Eiðisskarð, hóast tað er væl longri at koyra Savnsmynd Reyður meiriluti í Danmark Sambært nýggjari kanning hevði Danmark fingið aðra stjórn, var fólkatingsval nú. Var val til Fóilkatingið nú, høvdu Socialdemokratarnir, SF, Tey Radikalu og Eindarlistin fingið meiriluta í Fólkatinginum við 88 umboðum. Tað vísir ein meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2. Tann stóri vinnarin er sambært kanningini SF, sum hevði fingið 18,6 prosent og 22 tinglimir. Seinast fekk flokkurin 13 prosent. Socialdemokratarnir høvdu mist 0,1 prosent. Vinstri hevði mist fimm umboð í Fólkastinginum, var val nú, og Konservativi Fólkaflokkurin hevði mist 0,5 prosent. Danski Fólkaflokkurin hevði harafturímóti fingið framgongd upp á 1,8 prosent. Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, er sannførd um, at ein eldralóg og eitt krav um røkt er nakað, ið skal raðfestast høgt. Men hon viðgongur, at tað verður trupult at gera hana nú, tí fíggjarorkan hjá Almannamálaráðnum er so lítil eLdraórøkt Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í gjár skrivaði Sosialurin um, at eldrarøkt ikki er nak- að fólk hava rætt til. Heldur er tað ein olmussa frá mynd- ugleikunum, tí onki stendur í nakrari lóg, at røkt er ein rættur. Hetta líkar ikki Rósu Samuelsen, landsstýris- kvinnu. - Vit mugu sjálvandi hava eina eldralóg, sum staðfestir eitt minstakrav fyri fólk, ið hava tørv á røkt, sigur Rósa Samuelsen. Hon vísir somu- leiðis á, at hetta verður ein rímiliga tung tilgongd, tí hetta er ikki nakað lands- stýriskvinnan kann broyta í eini kunngerð. Mann er framvegis ongan veg komin við hesi lóg, men landsstýriskvinnan nevnir, at innan eitt ár, má okkurt vera klárt viðvíkjandi forsorgarlógini, sum eldra- lógin skuldi verið ein partur av, soleiðis at tey eldru fáa onkran rætt. Mangla pengar Landsstýriskvinnan er somuleiðis hørm um, at játt- anin til eldraøkið er skerd so nógv. - Vit hava mist seks og eina hálva millión, so tað er ikki so løgið, at vit mangla pening á øllum økjum, sig- ur landsstýriskvinnan, sum helst fer at biðja um eina eykajáttan, tá møguleiki verður fyri tí. - Men verður ikki møgu- leiki fyri eykajáttan, so má eg bara gera sum frægast á mínum øki, staðfestir lands- stýriskvinnan. Alt í ein hatt Eitt uppskot var á borgara- fundinum, um at fáa alla eldrarøkt undir eitt økið, og at tað bara skal vera ein per- sónur at venda sær til. Hetta er nakað Rósa Samuelsen tekur undir við og hevur arbeitt við. - Í Norðoyggjum og í Sandoy er tað longu soleiðis, at mann hevur eina skipan, har borgarin bara skal venda sær til ein stovn. Ætlanin er beinanvegin at fáa hetta í øllum teimum seks økjunum í landinum, so tað verður stutt frá borgaranum, sigur Rósa Samuelsen, sum vísir á, at tað skal ikki so nógv til, tí tað bara handlar um at um- skipa nøkur arbeiðsgongdir á almannaøkinum. - Økini eru longu har, so tað kostar í veruleikanum onki at gera hesar broyting- arnar, greiðir Rósa Samuel- sen frá. Sum metir, at henda loysn verður klár innan eitt hálvt ár. Eldralóg er eitt krav