fríggjadagur 30. januar 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 21 • 30. januar 2009
Hóast hann er blaðungur, hevur
Bjartur í Lágabø longu nomið
sær eina útbúgving, ið nú kemur
honum til góðar sum sjómaður.
Í mars í fjør gjørdist hann
maskinistur á Vinnuháskúlanum,
eftir at hann fyrst hevur tikið 10.
floks prógv við Vágs skúla, og
SIT-prógv á Tekniska skúla í Havn.
- Eg var mín fyrsta túr til skips
við lemmatrolaranum Beinisvørði
tíðliga í fjør heyst, og í oktober
fekk eg kjans við rækjuskipinum
Havborg úr Leirvík.
Havborg er í løtuni á beding í
Íslandi, og væntandi verður klárt
at loysa aftur um eina viku ella so.
- Eg fór umborð seint í oktober
í fjør. Vit gjørdu tríggjar túrar á
Flemmish Kap og fingu fult skip
hvønn túrin.
Bjartur var ikki heima ímillum
hesar túrarnar, og tí var hann
burtur í meira enn tríggjar
mánaðir út í eitt.
- Eg vil siga, at hetta var
kanska í so leingi at vera burtur.
Men tað er heldur ikki vanligt, at
menn eru so leingi burtur í senn.
Tað er kostnaðarmikið at skifta
fólk, tá leiðin er so long. Vanligt
er, at menn eru umborð í ein túr
– og so heima í ein. Tað ljóðar
meira passandi, heldur ungi
maðurin fyri.
Í løtuni er ikki endaliga gjørt av,
hvar Havborg fer, tá skipið loysir
aftur, men talan hevur verið um at
fara til Eysturgrønlands.
- Eg havi frítúr komandi túr,
men ætli mær avgjørt við aftur.
Mær dámar væl umborð á
Havborg, siigur Bjartur.
Tað var meira av tilvild, at Bjartur
fekk kjans við rækjuskipinum.
- Beiggi mín Eyðstein er maskin-
maður umborð, og tað bar so á,
at teimum vantaðu ein mann,
tá skipið skuldi loysa í oktober.
Beiggi mín læt tá reiðaríið vita,
at eg var liðugur sum maskinistur,
og mær eydnaðist at fáa kjans við
skipinum.
Sum 2. meistari umborð á
Havborg er Bjartur 12 tímar á vakt
í senn, og síðan hevur hann frí í
12 tímar.
- Seks tímar av vaktini hjá mær
eru saman við maskinstjóranum,
og hinir seks eru saman við 1.
meistaranum.
Vanligu uppgávurnar hjá
unga vágbinginum umborð á
rækjutrolaranum eru eitt nú at
syrgja fyri eftirliti og smyrjingum,
bæði í maskinrúminum, á
verksmiðjuni og á dekkinum.
- Dagligu uppgávurnar kunnu
eisini vera ymiskar, og onkuntíð
havi eg sveisað okkurt, sum
skuldi umvælast. Tá mest er at
gera á verksmiðjuni, hjálpi eg
eisini til í pakkingini, sigur Bjartur
í Lágabø.
Havborg tekur umleið 240 tons
av kókaðum rækjum, men 400
tons av ráum rækjum.
Við skipinum á Flemmish Kap
hesar tríggjar túrarnar vóru 14
mans.
umborð
21 ára gamal
maskinmaður
við Havborg
Vágbingurin Bjartur í Lágabø hevur verið tríggjar túrar sum
2. meistari við rækjuskipinum Havborg úr Leirvík. Tá mest er
at gera á verksmiðjuni, hjálpir hann eisini til í pakkingini
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Havborg er fyrrverandi
South Island, ið var
heimahoyrandi í Vági.
Áðrenn vágbingar
keyptu skipið og seinni
leirvíkingar, var tað
heimahoyrandi í Íslandi
og kallaðist Bessi
Sum 21 ára
gamal er Bjartur
í Lágabø úr Vági
2. meistari við
rækjuskipinum
Havborg, sum er
heimahoyrandi í
Leirvík