Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 21 - 30. januar 2009 tíðindi Samgongan fer arbeiðir nú við at umleggja ymisk avgjøld á bilum. Ein møguleiki er at strika vegskattin, men so fer tað at verða væl dýrari at fylla tangan. Nógv halda, at hetta fer at geva bilførarum í Havn ein veldugan fyrimun og at tað samstundis fer at raka bilførarar á bygd hart Avgjøld Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í framtíðini sleppa allir bil­ eigarar kanska frá at betala vegskatt ella vektgjald, sum tað eitur. Men afturfyri fer tað so at verða munandi dýrari at fylla tangan við bensini ella diesel. Hetta er ein møguleiki, sum Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjar­ málum, kannar í løtuni Í Løgtinginum fyrr í vik­ uni fortaldi landsstýrismað­ urin, at hann er farin at kanna, hvussu tey ymsu avgjøldini av bilum skulu skipast í framtíðini. Í hesum sambandi spurdi Kári P. Højgaard, løgtings­ maður, um tað er eitt hug­ skot at avtaka hálvárliga vektgjaldið og ístaðin leggja eitt eyka avgjald á bensin og diesel, so at landskassin ikki missur inntøkurnar. ­ Hetta hevði verið ein skipan, sum er munandi lættari at umsita, umframt at vit høvdu sloppið undan at hundraðtals bilførarar tvær ferðir um árið verða hóttir við at missa pláturnar, tí at vektgjaldið ikki er goldið rættstundis. Kári P. Højgaard helt eisini, at hetta hevði verið ein munandi rættvísari skip­ an, enn hana, vit hava nú. ­ Tey sum koyra mest og slíta vegirnar mest, koma eisini at betala mest og tann, sum hevur stóran og tungan bil, sum brúkar nógva orku, betalir meir enn ein, sum hevur ein lítl­ an, fittan og umhvørvis­ vinarligan bil. Hann dugur heldur ikki at síggja nakað skil í, at ein pensjónistur, sum koyrir ein sunnudagstúr av og á, skal betala líka nógv sum ein, ið koyrir yvir 30.000 kilometr­ ar um árið. ­ Og sum støðan er nú, sleppur alt ferðafólkið, sum kemur til Føroya í bili, at slíta vegirnar ókeypis. Men tað høvdu tey ikki sloppið, varð vegskatturin strikaður og ístaðin lagdur oman á prísin á bensini og diesel. Áhugaverdur tanki Jóannes Eidesgaard heldur, at tankin heilt avgjørt er bæði áhugaverdur og við­ komandi. Hann staðfesti eisini, at í løtuni arbeiðir hann við at endurskoða lógina um vekt­ gjald og kanna verður nú eft­ ir, hvussu tað kann gerast. ­ Og tankin hjá Kára P. Højgaard er avgjørt ein partur av hesum kanningum, segði hann. Kortini heldur landsstýris­ maðurin, at vit mugu síggja hetta í einum størri saman­ hangi, tí verður alt vekt­ gjaldið tikið av og lagt á bensin og diesel, fer tað at geva havnarfólki ein veldug­ an fyrimun. Hann nevndi tí møguleik­ an at gera sum Føroya Tele, har øll gjalda eitt fast gjald fyri at hava telefon, men so betala tey eisini eitt nýtslu­ gjald afturat fyri at brúka telefonina. Sami leistur kann verða brúktur í sambandi við vekt­ gjaldið, so at tað hereftir verður ein samanrenning av einum lágum, føstum gjaldi og einum eyka nýtslugjaldið, sum verður eitt økt avgjald á bensini og diesel. Tórbjørn Jacobsen helt, at hetta var eitt skilagott uppskot, tí tað er ikki rími­ ligt, at tey, sum koyra 1000 kilometrar um árið, skulu betala tað sama, sum tey, ið koyra 50.000 kilometrar um árið. ­ Hetta er eisini ein fínur máti at føra umhvørvispolit­ ikk upp á, tí so kemur tann, ið dálkar meiri eisini at betala meir. Raka útjaðaran harðast Heðin Zachariasen heldur, at hetta fer at raka tey í útjað­ aranum harðast, sum noyð­ ast at koyra langt til arbeiðis. Men fyrimunurin er kanska, at fólk fara at brúka Bygdaleiðir og tær ymsu bussleiðirnar meiri. Rodmundur Nielsen sig­ ur, at vit mugu tryggja, at ein nýggj skipan ikki rakar tey harðast, sum hava langt at koyra til arbeiðis. Jákup Mikkelsen heldur, at verður avgjaldið umlagt, eigur prísurin fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar og at sigla við Strandferðsl­ uni at verða tikin við, so at eisini hann kann lækkast. Karsten Hansen nevndi, at skipanin nú krevur nógva umsiting hjá Akstovuni og eisini hjá fútarættinum í sambandi við fólk ikki klára at betala. Og tað er ein rættiliga eyðmýkjandi støða at koma í at missa pláturnar. Bill Justinussen heldur, at verður avgjaldið umlagt, fer tað at geva fólkið í Havn­ ini ein veldugan fyrimun, tí tey koyra minst, samstundis sum at nógv úti um landið mugu koyra meiri til arbeiðis og at gera ørindi. Nógv dýrari bensin og diesel Verður vegskatturin avtikin og ístaðin lagdur oman á prísin á brenni­ evni, fer tað at gera tað væl dýrari at fylla sær tangan. Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, landsstýris­ maður í fíggjarmálum. Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, er hann farin undir at kanna, hvussu ymisk avgjøld av bilum kunnu umskipast. Í hesum sambandi er eitt uppskot at avtaka veg­ skattin, ella vektgjaldið, sum tað eitur. Men ístaðin skal so eitt eyka avgjald leggjast á bensin og diesel fyri at landskassin ikki skal missa inntøkurnar. Og tað fer at gera tað munandi dýrari at fylla tangan. Jóannes Eidesgaard hevur fingið upplýst, at føroyingar innflyta 40 milliónir litrar av bensini og diesel til bilar um árið. Inntøkan av vektgjald­ inum er sett til 93 milliónir á fíggjarlógini fyri í ár. Jóannes Eidesgaard sig­ ur, at verður vektgjaldið tikið av og ístaðin roknað upp í prísin á brennievni, verður bensin og diesel stostatt einar 2,30 krónur dýrari fyri liturin. Tað merkir, at ein litur á bensini, sum í gjár kost­ aði 7,10 krónur, hevði far­ ið at kostað 9,40. Og ein litur av diesel, sum kostaði 5,86 krónur í gjár, hevði farið at kostað 8,16 krónur. Men Jóannes Eides­ gaard legði dent á, at hetta skuldi takast við fyrivarni, tí hann hevði ikki havt stundir at rokna hetta nóg gjølliga út. Men, hvussu nógv hetta afturfyri hevði spart í umsiting á Akstovuni, dugir hann ikki at siga. Í framtíðini sleppa hesir kanska undan at betala vegskatt, men afturfyri fer tað at vera munandi dýrari at fylla bensin og diesel á tangan. Men løgtingsmenn halda, at tað er neyðugt at ansa eftir, at ein nýggj skipan ikki fer at geva bilførarum í Havn ein stóran fyrimun. Hinvegin skulu bilførarar í útjaðaranum, sum hava langt at koyra til arbeiðis, ikki verða ov hart raktir Bíligari vegskatt og dýrari bensin Ísland serviðgerð í ES Búskaparviðurskiftini í Íslandi gera, at landið fær sersømdir, um tað søkir um limaskap í Evropasamveldinum. Tað stendur at lesa í The Guardian í dag. Har sigur Olli Rehn, upptøkukommiserur, at fær Bruxelles eina umsókn um nakrar mánaðir, kann Ísland fáa limaskap í ES longu í 2011 saman við Kroatia. Sambært íslendskum fjølmiðlum verður úrslitið av komandi altingsvalinum avgerandi fyri, hvørt Ísland fer at søkja um limaskap í ES ella ikki.