Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 • 30. januar 2009 Vikuskifti 4 Farna sunnudag varð stongt í Kollafirði. H71 vann stórsigur 30-17 á KÍF, og ta einu løtuna gekk eitt stórt korter, har KÍF ikki fekk eitt einasta mál framvið Levi Nybo. Bjargingarprosentið hjá Levi Nybo var uppi í hæddini hendan dagin. – Jú tað var stutt- ligt, men tað er sjáldan, at tað gongu so væl. Sigur Levi Nybo eitt sindur eyðmjúkur. Kappingin er hørð um sleppa at standa í málinum hjá H71. Levi kappast við veteranin, Jens á Skipagøtu og tað unga málmanstalentið, Jóhan Hofgaard um at verja síðsta skansan hjá hoyvíkingum. – Vit hava eina harða kapping, men hava samstundis eisini eitt gott samanhald. Levi dylur ikki, at allir tríggir vilja sleppa at standa í mál, men at hann, Jens og Jóhan hava eina felags stevnu. – Venjarnir krevja, at tú ert 100% til venjing. Tá eg var á ungdómslandsliðunum, tá varð Jens á A-landsliðnum. Sigur Levi, og gevur eina kenslu av, at núverandi kappingar- neytin til at verja málið hjá H71, eisini hevur verið ein av heimligu fyrimyndunum. Mál- manslegendan hjá Kyndli og StÍF, Jóhan Danielsen hevur málmansvenjingar við teimum, og heldur teir til eldin. Higartil er bronsan í 2005 frægasta úrslitið, sum Levi hevur at vísa á, aftaná 8 ár í besta hópinum hjá H71. Levi og liðfelagarnir tevja eitt finalupláss og gull úti í havsbrúnni, men Levi leggur dent á, at alt kann henda enn: - Vit hava nógvar torførar dystir eftir, sum kunnu koppa báðar vegir. Levi leggur kortini herðslu á, at liðið hevur ein góðan hóp, sum kann standa seg, tá saman um kemur. Byrjaði í Neistanum Sum so mong onnur ítróttarfólk, so íðkaði Levi meir enn eina ítróttargrein í barna- og ung- dómsárunum. Hann var eisini føroyameistari í talvi, í tí yngsta bólkinum, tá hann var 10 ára gamal. Men talvbrettið legði hann skjótt saman, tí bóltspølini drógu. Tá Levi gekk í 4. flokki, fingu floksfelagarnir, Niels Joensen og Sigmund Mikkelsen yvirtala hann at koma og venja við Neistanum. Og teir ungu floksfelagarnir úr Hoyvíkar Skúla komu ikki undir veingirnar hjá onkrum tilvild- arligum venjarum. Talan varð um tvær legendur frá mans- og kvinnuhondbólti. Kári Mortensen og Svanna Hanusardóttir fylgdu Levi og javnaldrunum øll árini upp eftir aldurstiganum. Levi minnist gott aftur á tíðina undir Kára og Svannu: - Vit vunnu allar deildirnar upp eftir, men tað eydnaðist okkum ikki at gerast føroyameistarar í unglingum. Fleiri av liðfeløgunum hjá Levi eru menn, sum seinni hava gjørt vart við seg í bestu deildini í fótbólti, og uttanlands. Atli Gregersen, Vagnur Mohr Mortensen, Jón Rói Jacobsen, Helgi Justinussen, umframt Sigmund Mikkelsen og Niels Joensen. – Teir tóku allir fótbóltin framum, tað var bara eg, sum bleiv hondbóltsspælari í vaksnamannadeildini, eftir tí sum eg minnist. Staðfestir Levi, sum kortini ikki angrar sítt val. Hann staðfestir eisini leiklutin hjá Kára og Svannu í Neistanum: - Tey gjørdu eitt einastandandi gott arbeiðið. Tey vóru altíð har í høllini. Tey vóru við okkum, og stuðlaðu okkum líka til vit vóru 18 ára gamlir. Levi dylur ikki sína virðing fyri tí ósjálvsøkna arbeið- num, sum legendariska venjara- parið hevur lagt fyri dagin. Spældi eisini fótbólt Levi deilir eina fortíðar uppliving saman við legendariska fótbólts- málverjanum, Peter Schmeichel. Levi varð eisini málmaður í fótbólti hjá B36 á yngri árum. Levi er ein íðin B36- og Tottenham fjeppari, og honum dámar væl at síggja fótbólt, bæði í sjónvarpinum og niðri í Gundadali. – Eg sá tíðliga, at eg dugdi væl betri at verða málmaður í hondbólti enn málmaður í fótbólti, og tí valdi eg Levi um at búgva á Hvítanesi: Eg leggji dent á, at eg eri hvítanesmaður, og ikki hoyvíkingur. Eg vil ikki siga, at tað er sum at búgva úti á bygd at búgva á Hvítanesi. Tað er meir sum at búgva í einum býlingi, sum t.d. Norðasta Horn ... um HM í hondbólti: Eg haldi tað er guff fyri okkum, sum hava áhuga fyri hondbólti, at vit hava EM ella HM á hvørjum ári. Eg haldi ikki, at EM og HM bert skulu verða fjórða hvørt ár. Tá hevði eisini verið verri hjá smærri tjóðum at vunnið seg í eitt endaspæl. Landsliðsmálverjin Levi Nybo hevur havt sín upp­ vøkstur á Hvítanesi, og sína hond­ bóltsuppaling í Neistanum. Men í hesi øldini hevur yrkisleiðin innan ítrótt og vinnu verið í Hoyvík Ítróttarprofilurin Heri Simonsen heris@sosialurin.fo “Eg leggi dent á, at eg eri av Hvítanesi“, sigur landsliðsmálverjin hjá H71