fríggjadagur 30. januar 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2009
5
Telefonbókin 2009
Í mai 2009 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar
í Føroyum. Verandi og nýggj virki, handlar og stovnar, sum vilja nýta
møguleikan at lýsa á Gulu síðum, skulu boða frá hesum – bæði um
talan er um nýggjar lýsingar, ella um hildið verður áfram við teimum
verandi. Seinasta freist at lata inn broytingar til telefonbókina 2009 er
fríggjadagin 7. februar 2009.
Hvítu síður
Fríggjadagin 7. februar 2009 er seinasta freist at koma við rættingum
til Hvítu síður í telefonbókini 2009 (vanliga telefonyvirlitið).
Rættingablað til Hvítu síður er á bls. 553 í telefonbókini 2008 og
skal sendast til: Kundaskráseting, Føroya Tele, Postboks 27, FO-110
Tórshavn.
Til ber eisini at senda til faks 32 10 91 ella at ringja tel. 80 80 14.
Eykaupptøkur o.a.
Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar o.a. kann ein
eisini gera nakað serligt burtur úr telefonnummari sínum, t.d. við
undirstrikingum, eykaupptøkum og/ella undirupptøkum. Prísurin er kr.
62,50 fyri hvørja undirstriking, eykaupptøku ella undirupptøku.
Búmerki
Til ber eisini at fáa búmerki í Hvítu síður. Prísurin fyri búmerki er
kr. 2.500,00 fyri hvørja upptøku. Fyri búmerki í litum er prísurin kr.
3.750,00 fyri hvørja upptøku.
Gulu síður
Fríggjadagin 7. februar 2009 er seinasta freist at boða frá av nýggjum,
um ein ynskir upptøku í Gulu síður.
Prísir
(A) Standardlýsing
kr. 1125,00
(B) Innramming
kr. 1.250,00
(E) Grafi sk lýsing, fyri mm (min. 30 mm)
kr. 37,50
(Sí dømi á bls. 555 í telefonbókini 2008)
Litlýsingar
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, ber eisini til at lýsa við
hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta bakgrund
er kr. 750,00. Eykakostnaður fyri litir við hvítari bakgrund er kr.
1.750,00. Skrásetingablað/rættingablað til Gulu síður er á bls. 554 í
telefonbókini 2008 og skal sendast til: Føroya Tele, Postboks 27, FO-
110 Tórshavn ella til faks 32 11 66.
Allir prísir eru við mvg.
tel. 80 80 14
www.ft.fo
www.nummar.fo
www.gulu.fo
tbok@ft.fo
FT Samskifti er dótturfelag í Føroya Tele. Í felagnum er øll kundarøkt, øll søla og alt samskifti við privatkundar og vinnukundar, alt GSM-samskifti og øll staðarútgerð
til fastnettelefoni og breiðband. Í felagnum starvast gott hundrað fólk. Tænastur frá FT Samskifti verða marknaðarførdar undir navninum Føroya Tele.
post.fo
Løn og setanarviðurskifti
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og
Føroya Arbeiðsgevarafelag. Talan er um fulltíðarstarv, sum er
39 tímar um vikuna.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum og ummælum skal sendast
til:
Postverk Føroya
starvsfólkadeildin
Óðinshædd 2
100 Tórshavn
marry@postverk.fo
og vera okkum í hendi í seinasta lagi hin 16.02.09
Spurningar
Spurningar um starvið kunnu setast Georg N. Rasmussen á
tel. 236040 ella gera@postverk.fo
Søkt verður eftir bilmekanikara til bilhópin hjá
postverkinum.
Starvið er sera avbjóðandi. Tú skalt taka tær av øllum
viðlíkahaldi, bæði av bilum og prutlum, standa fyri keypi av
bilum og eykalutum og gera íløgu- og útskiftingarætlanir fyri
akførini.
Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og ábyrgd,
hava gott fíggjarligt innlit og evni at umstilla teg í einum
broytiligum umhvørvi.
Fyri rætta persónin er starvið bæði spennandi og mennandi.
Vit vænta, at tú ert
• Álítandi
• Samstarvssinnað/-ur
• Jalig/-ur
Vit vænta, at tú hevur
• Útbúgving sum bilmekanikari
• Góðan teldukunnleika
• Hegni til umsitingarligar uppgávur
Tú kannst vænta
• Møguleika fyri menning
• Gott og framtakshugað umhvørvi
• At tín ávirkan ger mun
– okkara samskiftisfyritøka
Stutt um Postverk Føroya
245 fólk starvast hjá P/F Postverki Føroya. Hin 1. januar 2005 varð postverkið umskipað frá almennum stovni til partafelag
við Føroya Landsstýri sum eigara. Høvuðsskrivstovan, miðdepilin fyri alt virksemi felagsins, er á Óðinshædd í Tórshavn.
Saman við samstarvsfelagum veitir Postverk Føroya bestu flutningstænastu og dygdarbestu viðgerð úti og heima.
Bilmekanikari til Postverk Føroya