Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 • 30. januar 2009 Vikuskifti 5 hondbóltin fram um fótbóltin, tá saman um kom. Eg spældi kortini á góðum, yngri liðum hjá B36, m.a. saman við Klæmint Matras og Áka Mørk, og var eisini við til at vinna her. Men fyri mín egna part, so haldi eg, at tað er stuttligari at spæla hondbólt, enn at spæla fótbólt. Greiðir Levi frá. Ungdómslandslið Seinast í 1990-unum hevði hond- bóltssambandið við Petur Ova Petersen, Jústines Justinussen og Kára Mortensen á odda ein framúrskarandi ungdómspolitikk, har nógv varð gjørt við yngri landsliðini í hondbólti. Og júst tað, at Levi slapp upp í part her, var ein avgerandi faktorur fyri, at hann í síðsta enda valdi hondbóltin. Venjarnir hjá ung- dómslandsliðunum, Svein Rógvi Nielsen og Jakob Jónsson gjørdu eisini eitt rimmar arbeiðið fyri tey yngru landsliðini. Levi eftirlýsir ein líknandi leist fyri yngru landsliðini í dag. Tí mennandi avbjóðingar eru ofta avgerandi fyri hvørja ítrótt- argrein fólk velja. Og tá fótbólturin hevur U-14, U-15, U-17, U-19 og U-21 landslið við spennandi uttanlandsferðum og avbjóðingum til tey ungu fótbóltstalentini, so er hondbólturin ikki kappingarførur, um hann ikki kann bjóða teimum ungu hondbóltstalentunum líknandi avbjóðingar. Levi heldur, at nevndin sum sat í hondbólts- sambandinum báðumegin aldar- skiftið, gjørdi eitt fyrimyndarligt arbeiðið í so máta. “Heim” til Hoyvíkar Levi varð 18 ára gamal, tá hann í 2001 kom “heim” til Hoyvíkar, fyri at spæla við H71. Levi sat á beinkinum onkran dystin, tá Neistin gjørdist Føroyameistari í 2000. Neistin hevði tveir fram- úrskarandi útlendskar málverjar, og varð tað tí ringt hjá tí unga Levi at sleppa fram at: - Men so ringdi Halgir Dahl Olesen ein dagin, og Hallur Danielsen ringdi eisini, og teir søgdu, at H71 hevði tørv á einum málmanni. Teir høvdu ongan málmann tá. Og Sverri Jacobsen gav mær møguleikan, og tað eri eg sera glaður fyri. Undirstrikar Levi. Undantikið, tá Levi var í Noregi í arbeiðsørindum í ein mánað, so hevur hann verið partur av 1. liðshópinum hjá H71 hesi seinastu 8 árini. – Eg havi einki vunnið besta liðnum hjá H71 enn. Eg havi verið í einari steypafinalu ímóti StÍF, og hana taptu vit. Og so hevur verið talan um bronsu í 2005. Levi tykist týðiliga at verða svangur eftir at vinna gull. – Vit hava tað ótrúliga gott í felagnum, og har er nógv gott fólk. Samanhaldið í hópinum hevur altíð verið gott, og nevndin í felagnum ger eisini eitt ótrúliga stórt arbeiðið. Levi dregur fram Halgir Dahl Olesen, sum við árunum er vorðin ímyndin av H71. Levi heldur, at tað er fantastiskt, at Halgir enn drívur á í bestu mansdeildini í hondbólti. – Halgir er ótrúliga góður fyri samanhaldið á liðnum, og eg vil siga, at tá ein íðkar liðítrótt, so fær ein ótrúliga nógvar góðar vinir, og eisini eitt stórt netverk. Sigur Levi, tá hann setur orð á allar teir jaligu ringvirkningarnar, sum liðítróttur kann hava við sær. H71 hevur eisini nakrar ídnar stuðlar úti á síðulinjuni, m.a. Høgna Hoydal og Jákup Símun Simonsen. – Ja teir hyggja og stuðla væl, men teir siga so sanniliga eisini sína meining um spælið hjá okkum. Sigur Levi flennandi. Hoyvíkshøllin hevur týdning At hoyvíkingar loksins fingu ein veruligan heimavøll og egnar venjingarumstøður metir Levi verða av alstórum týdningi. Hann minnist aftur á tíðina, tá teir máttu venja á Hálsi, og venjingartíðirnar vóru mangan ólagaligar. Viðhvørt vóru tær millum kl. 22 og 23 um kvøldið. – Høllin hevur eisini týdning, tá tað kemur til at savna hoyvíkingar har, sum Hoyvíkar Skúli er. Og nú verður eisini ein nýggjur skúli bygdur. Levi metir, at sjálvt um summi fólk, sum eru flutt niðan í Hoyvíkshagan hava røtur í Kyndli og Neistanum, so enda tey flestu børnini kortini í H71, og gerast tey soleiðis eisini hoyvíkingar á leikvøllinum. Virkar í Hoyvík Levi hevur eisini havt sítt ar- beiðslív í Hoyvík seinastu árini. Hann hevur verið í læru, sum sølumaður hjá Reyni Service. Men nú hann er avlærdur, so hevur hann saðlað ein annan arbeiðshest í grannalagnum. Nú hevur hann eitt arbeiðspláss, sum liggur í sama grannalagi, og nakrar metrar nærri Hvítanesi. Levi er fyri stuttum settur í starv hjá Føroya Tele, og í snotuliga bygninginum kann hann eisini skoða yvir Hvítanes. Levi er eisini aktivur limur í fríkirkjuni “Oasini”, sum fyri fáum árum síðani bygdu ein snotuligan bygning tætt við Hoyvíkar Kirkju. Viðhvørt skal nakað av koordinering til, fyri at fáa arbeiðslív, trúarlív og ítróttarlív til at ganga upp í eina hægri eind. Men tað hevur gingið higartil, og Levi væntar, at tað fer tað eisini at gera í framtíðini. 26 ár er ikki høgur aldur, og so slettis ikki, tá ein er málmaður. – Nógvir málmenn, sum vóru mínar fyri- myndir, tá eg var smádrongur, Eli hjá VÍF, Óla Christian hjá KÍF, og Jens spæla enn. Endar Levi, sum leggur upp til, at hann ætlar ikki at gera tað verri enn teir. Gamalt er at siga, at eftir 7 rak ár, koma 7 feit ár. Levi vónar at hetta verður galdandi fyri seg, nú hann spælir við H71 á áttanda ári. Og heldur hann verandi støðið, so verður Hvítanes framvegis síðsti skansin hjá Hoyvík! ... um Kasper Hvidt: Eg vil siga, at av øllum HM-málmonnunum, so er danski Kasper Hvidt tann stóra fyrimyndin. Vit síggja jú eisini mest Danmark í sjónvarpinum, og tí verður hann jú eisini náttúrliga tann málmaðurin ein sær mest til. ... um Tottenham: Sjálvt um eg íðki hondbólt, og haldi tað er stuttligari at spæla hondbólt enn fótbólt, so eri eg ikki í iva, um eg skal velja millum ein dyst hjá Tottenham, og ein hondbóltsdyst í sjónvarpinum. Eg velji altíð Tottenham. Navn: Levi Nybo Aldur: 26 ár Bústaður: Hvítanes Starv: Sølumaður Feløg: Neistin og H71 Fakta Hoyr samrøðuna við Levi Nybo á Rás2, fríggjadagin 6. februar kl. 11.10 av Hvítanesi