Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 21 - 30. januar 2009 Leiðari til Statoilstøðina í Gundadali Hevur tú evnini og førleika at leiða eina av okkara størstu Statoilstøðum, hevur tú nú møguleikan at søkja spennandi og avbjóðandi leiðarastarvið á Statoilstøðini í Gundadali. Arbeiðið umfatar m.a: • dagligu leiðsluna av Statoilstøðini • at leiða og menna starvsfólki • at tryggja at tænastan altíð er góð • at tryggja at vørur altíð eru á hyllunum Tú verður partur av einum leiðaratoymi av 12 Statoilstøðum kring landið. 20 fólk eru knýtt at Statoilstøðini í Gundadali. Tú hevur tilvísing til sølu- og marknaðarleiðaran á Statoil Føroyar. Umsøkjarin: Fyri at kunna røkja starvið best møguligt, rokna vit við, at: • tú hevur útbúgving og/ella royndir innan detailhandil ella líknandi. • ert fyrikomandi • hevur góð samstarvsevnir • er tænastusinnað/ur • kann arbeiða sjálvstøðugt Vit bjóða: Eitt avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Møguleikar eru fyri at luttaka á skeiðum. Lønin verður sett eftur royndum og útbúgving. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. Umsóknir: Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 16. februar og skulu sendast til: P/F Mentir (Statoil Føroyar) Postboks 3098, 110 Tórshavn frámerki “Leiðari til Statoilstøðina í Gundadali” ella við telduposti til hwa@statoil.fo Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Hans Waag, sølu- og marknaðarleiðara á tel 34 35 35. Allir umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Endamálið hjá Statoi Føroyar er at veita brúkarunum kring Føroyar oljuúrdráttir, og eitt nevt og gott vøruúrvæl. Vit stremba eftir at veita bestu góðsku og tænastu, eins og umhvørvisábyrgd á øllum økjum er eitt av okkara fremstu málum. Fyri Statoil arbeiða umleið 150 fólk. sansir.fo FT Samskifti mennir, marknaðarførir og selur tænasturnar, sum Føroya Tele veitir fyritøkum og einstaklingum. Marknaðar- og produktdepilin hevur ábyrgd av produktum og tænastum og skal tryggja, at hesi verða marknaðarførd á besta hátt. Vit kunnu bjóða einum komandi starvsfelaga eitt spennandi arbeiðspláss, har avbjóðandi uppgávur og menningarhugur eru í hásæti. Tann, sum fær starvið, fær møguleika at seta sítt sjálvstøðuga merki á arbeiðið og fer at arbeiða saman við dugnaligum starvsfólkum. Arbeiðið fevnir um at: • Samskipa menningina av okkara heimasíðum • Samskipa og framleiða tilfar til heimasíðurnar, soleiðis at tær eru greiðar, dygdargóðar og kundavinaligar • Dagføra heimasíðurnar • Kunna starvsfólkini á Føroya Tele um okkara produktir og tænastur umvegis intranetið • Gagnnýta heimasíðurnar á ein slíkan hátt, at tær skapa meirvirði fyri fyritøkuna Vit ímynda okkum, at tann, ið fær starvið: • Dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga • Hevur royndir í ella hugskot til at menna innihald á heimasíðum og í at brúka heimasíður til at røkka málbólkum • Hevur lætt við at gera hugskot til veruleika og sær møguleikar heldur enn forðingar • Dugir at arbeiða miðvíst við uppgávum, verkætlanum og tíðar- freistum • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi • Hevur viðkomandi útbúgving Umsóknir og starvsviðurskifti Starvið verður sett sum skjótast. Lønin verður eftir avtalu. Tú fært meira at vita um starvið frá Jónhild Rasmussen, leiðara á Marknaðar- og produktdeplinum, á tel. 243302 ella á jr@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til starvsfólkadeildina á tel. 303030. Umsóknir við CV og avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu vera starvsfólkadeildini í hendi í seinasta lagi 10. februar 2009 og skulu sendast til: Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postrúm 27 110 Tórshavn ella til: starvsfolkadeildin@ft.fo Heimasíðusamskipari til FT Samskifti Til Marknaðar- og produktdepilin á FT Samskifti søkja vit eftir einum starvsfólki, sum fær ábyrgdina av at menna og dagføra innihaldið á heimasíðunum hjá Føroya Tele. FT Samskifti er dótturfelag í Føroya Tele. Í felagnum er øll kundarøkt, øll søla og alt samskifti við privatkundar og vinnukundar, alt GSM-samskifti og øll staðarútgerð til fastnettelefoni og breiðband. Í felagnum starvast gott hundrað fólk. Tænastur frá FT Samskifti verða marknaðarførdar undir navninum Føroya Tele.