Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 • 30. januar 2009 Vikuskifti 6 Steinbjørn O. Jacobsen var 52 ár tá hann í 2000 gjørdist borgarstjóri fyri Klaksvíkar kommunu. Nú hann legði frá sær á nýggjárinum, er hann vorðin 60 ár, og vendir hann 1. februar aftur til starvið sum sýnsmaður á Húsalánsgrunninum. Hesi átta árini, Steinbjørn O. Jacobsen sat sum borgarstjóri, hava sett síni spor. Stórar íløgur eru í gjørdar vinnubygningar, ítróttarlív, ídnaðarøki, barnagarð og skúla. Kanska tað mest sjónliga og týðandi fyri býin, er undirsjóvartunnilin. - Her eru nógvir pengar brúktir, og eg haldi veruliga at borgarin hevur fingið nakað burturúr, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. Nógvir karmar eru gjørdir, vinnubygningar eru komnir upp, svimjihøllin er umbygd, badmintonhøllin er reist, Norðhavnin er næstan liðug, Barnahúsið Margit, nógvar útstykkingar, vatnverkið er útbygt í allar kommuni, reksar fráfarni borgarstjórin upp. Likviditeturin kostaði sessin Steinbjørn O. Jacobsen er kendur fyri sítt lætta lyndi, og tað hevur hann varðveitt hesi átta árini sum borgarstjóri. Alt hevur kortini ikki bert verið látur og lógvabrestir í hansara karrieru sum borgarstjóri. Serliga er tað seinasta kommunuval, ið situr fekst í minninum, og sum gevur honum ein beiskan smakk í munnin. - Eg varð ikki so skuffaður av ikki at gerast borgarstjóri aftur, men av valinum sjálvum. Eg gjørdi eitt gott val, og meðan eg sat sum borgarstjóri, gjørdi eg nógv góð ting. Men likviditetsstøðan var sera óheppin fyri okkum. Fjølmiðlarnir hingu seg uppá tað, eisini á sjálvum valdegnum. Høvdu tey viðurskiftini komið uppá pláss áðrenn, hevði valið kanska sæð eitt sindur øðrvísi út, heldur Steinbjørn O. Jacobsen. Nú hann ikki longur situr sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, er tað vorðið kvirt norði á Stangavegnum. Telefonin ringir ikki so ofta, sum hon plagdi at gera. - Eg brúkti nógva tíð og orku uppá borgarstjórasessin. Eg var trúfastur, og møtti væl upp til tær uppgávur, ið fylgdu við borgarstjórastarvinum, greiðir Steinbjørn O. Jacobsen frá. Av tí sama er familjan ikki vorðin raðfest, og tað royni eg at heinta inn aftur nú. Hann sigur, at um ein vil seta seg á ein so útsettan post sum borgarstjórapostin, skal ein vera gjørdur av serligum tilfari. - Ein skal vera fólksligur og duga at vera um fólk. At duga at samskifta, er ein stór styrki. Hvussu ein takklar truplar støður, og hvussu ein møtir fólki. Eg hugsaði nógv um hvussu tey fóru frá mær aftur. Kortini skal mann vera tann sami persónurin. Men mann skal ansa sær. Klaksvík fyrst og fremst Steinbjørn O. Jacobsen hevur brúkt sítt viðfødda lyndi til at reka borgarstjórastarvið. Hann hevur alt sítt lív havt eitt lætt lyndi, sum ger at tað fellur honum lætt at breiða seg í starvinum. Í 25 ár hevur hann verið ein av limunum í innandurafótbóltsliðnum, sum hittist tveir morgnar um vikuna at spæla fótbólt í Kí høllini. Klokkan 6.30 týsmorgun, og klokkan 8.00 hvønn leygarmorgun. Eftir seinasta dyst fyri jól gera teir upp. Tá sæst hvussu uppmøtingin var til hvønn dystin, hvør skoraði flest mál, og hvør segði oftast halt kjaft. - Av 92 dystum, møtti eg upp til 87. Teir dystirnar, eg ikki møtti upp, lá eg við influensu ella vr burturstaddur. Eg gangi annars høgt upp í at vera væl fyri, og havi kort síðan verið til heilsukanning. Bæði kondi og lungu hava tað gott. Til hvønn dyst hjá Kí og Stjørnuni møtir hann upp, og við Kvartettini í Betesda hevur hann sungið í mong ár. - Men eg eri ikki nakar serliga struktureraður persónur. Í stað- in hevði eg fólk arbeiðandi í býráðnum, ið høvdu teir eginleik- Eitt stórt tómrúm Soleiðis lýsir fráfarni borgarstjórin í Klaksvík best ger­ and­isd­agin, síðan hann á nýggjárinum fór frá sum borgarstjóri í býnum eftir átta ár í sessinum. Telefonin er tagnað, og tíðin er brád­liga nógv. Tað kennist, sum brúk er ikki fyri mær meir, sigur hann um tøgnina, sum nú fyllir tómrúmið. Tíðin verður í staðin brúkt til innand­urafótbólt, sang og umvæling av stovuni Samrøða Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo - Eg varð ikki so skuffaður av ikki at gerast borgarstjóri aftur, men av valinum sjálvum sat sum borgarstjóri, gjørdi eg nógv góð ting. Men likviditetsstøðan var sera óheppin uppá tað, eisini á sjálvum valdegnum. Høvdu tey viðurskiftini komið uppá pláss áðre øðrvísi út, heldur Steinbjørn O. Jacobsen.