Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 21 - 30. januar 2009 Síðan 1. januar hevur onki dagtilhald verið fyri eldri fólk í Runavíkar kommunu, tí tað almenna ikki longur stuðlar tilhaldinum. Nú umhugsar kommunan at gjalda fyri hetta sjálv, men fíggjarliga er kommunan eitt sindur trongd. Rósa Samuelsen, lands­ stýriskvinna, sigur, at sjálvandi skal kommunan gjald Kommunu­ politiKKur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Runavíkar kommuna hevði sín fyrsta almenna býráðs­ fund í gjár. Har avgjørdi kommunan, at hon skuldi kanna nærri, um at lata stuðul til dagtilhaldið Fløvan á Glyvrum. Higartil hevur landið latið stuðul til tilhaldið, ið hevur verið til í 18 ár. ­ Tað er greitt ein uppgáva hjá landinum at gjalda fyri hesi tilhaldini, men vit kunnu verða noydd at gera okkurt við tað, sigur Magnus Rasmussen, borgar­ stjóri í Runavíkar kommunu. Hann leggur afturat, at spurningurin um hvat kommunan fer at gera eisini hevur nógv við tað fíggjar­ liga hjá kommununi at gera. ­ Vit vilja sjálvandi hava eitt tilhald, men peningurin er ikki so nógvur, sigur borgarstjórin. Rósa Samuelsen er ósamd við borgarstjóranum um hetta mál. ­ Fløvin er eitt tilhald fyri frísk fólk, og tí er tað ein kommunal uppgáva, júst á sama hátt sum ítrótt og ung­ dómstilboð. Bara tí fólk fylla 67, so merkir tað ikki, at tey ikki skulu vera ein partur av kommununi longur, sigur Rósa Samuel­ sen. Hon vísir somuleiðis á, at tað bara eru nøkur fá til­ hald, ið hava fingið stuðul frá landinum, og nýggj tilhald eru øll goldin av kommununum. ­ Hinvegin skulu heim við teimum, ið eru verri fyri, stuðlast av landinum, tí tað er greitt ein landsupp­ gáva, staðfestir landsstýris­ kvinnan. Sum heldur tað vera undarligt, at tey eldru tilhaldini fyri frísk hava fingið studning frá landinum, meðan nýggjari tilhald eru goldin av kommunum. Rósa Samuel­ sen er tó av tí sannføring, at tilhald fyri frísk er ein týdn­ ingarmikil partur av fyri­ byrgjandi viðger og heldur tí, at hetta er nakað kommunurnar skulu rað­ festa. Í Runavíkar kommunu samtykti mann eisini í gjár, at verður stuðul latin til eitt tilhald í kommununi, so verður tað bara eitt tilhald. Hans Jákup Johannesen, Arnfinn Langgaard, Fríðbjørg Weihe, Kári Jacobsen, Sæunn Hansen, Magnus Rasmussen, Borgarstjóri, Dinna Jensen, skrivari, Beinta Olsen, Kristian Gaardbo, Bjarni Kjeld, Karl Rasmussen og Klæmint Østerø vóru til fyrsta almenna fundin hjá Runavíkar býráð Mynd: Álvur Haraldsen Runavík umhugsar eldratilhald Grønlendingar eta minni fisk Grønlendingar hava eins og onnur broytt sínar matvanar tey seinnu árini. Ein kanning hjá heilsustovninum í Nuuk vísir, at grøn­ lendingar eta minni fisk og kópakjøt nú enn fyrr, og at teir eru farnir at eta meiri frukt og grønmeti. Hinvegin siga teir ikk nei takk, kemur ein góður hvakabúffur á borðið. Kanningin vísir, at grønlendingar eta á leið líka nógv hvalatvøst nú sum fyrr, men kemst tað helst av, at hvalakvotan hevur verið at kalla óbroytt í mong ár, sigur KNR. Býráðsfundur í Runavík Á býráðsfundinum í gjár, vóru eisini onnur mál á skránni. Hitt stóra málið, uttan tilhaldið, var at søkja viðarstuðul til verkætlanir í kommununi fyri at fríðka um. ­ Vit hava valt at søkja innlendismálaráðið um stuðul til tvær ymiskar verkætlanir. Eina við Prestá á Skála, har ein verkætlan hevur koyrt í eina tíð, og so er ein nýggj í Æðuvík, greiðir Magnus Rasmussen, borgarstjóri frá. Eisini vórðu fleiri ymiskar nevndir valdar. Hegn­ sýnisnevndir vóru valdar fyri ymiskar partar av kommununi, umframt, at limir vórðu valdir í barna­ verndartænastuna, ið er umboðað við limum úr Sjóvar kommunu, Runavíkar kommunu og Nes kommunu. Harumframt vóru limur og varalimur valdir í Skattakærunevndina og í nevndina fyri SEV.