fríggjadagur 30. januar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 • 30. januar 2009
Vikuskifti
7
arnar. Eg má siga, at tað er
ein veldig avbjóðing at gerast
borgarstjóri, serliga uttan eina
leiðaraútbúgving, ásannar Stein
bjørn O. Jacobsen.
Hevði tað latið seg gjørt, hevði
hann latið øllum pening, sum
lótu eina umsókn inn til býráðið.
Men resursirnar eru sjálvsagt ikki
óavmarkaðar.
Vit valdu at raðfesta klaksvík
ingar fremst. Soleiðis at pen
ingaligur stuðul altíð varð latin
borgarum úr kommununi fyrst og
fremst. Eitt stórt arbeiðið er gjørt
fyri at menna ítróttarlívið her
norði, sigur hann.
Tað skal eingin ivi vera um, at
fráfarni borgarstjórin í Klaksvíkar
kommunu, bert ynskti tað besta
fyri sín heimbý. Hann er ikki í iva
um at Klaksvík er vakrasti býur
í Føroyum. Hann hevur staðið á
odda fyri kanska størstu íløgurnar,
sum eru gjørdar fyri býin, men tað
rakk ikki til eitt tíðarskeið afturat
sum borgarstjóri fyri kommununa.
Eitt, sum kortini harmar hann, nú
hann er farin frá, er at tað ikki
eydnaðist honum at fáa politiska
undirtøku fyri orkuverkætlanini
fyri kommununa.
Vit gjørdu stórar íløgur í fram
tíðina. Norðhavnin kastar ikki av
sær sum er, men uppá sikt fer
hon at gera tað. Tað, sum eg eri
keddur av, er tað ólidna arbeiðið,
ið liggur eftir. Eitt samt býráð
tók undir við hesum íløgum, men
fortreytirnar broyttust skjótt, og
eg havi goldið prísin.
Ikki pláss fyri mær
meir
Fyri Steinbjørn O. Jacobsen hevur
borgarstjórastarvið einki við makt
at gera. Í staðin sær hann starvið
sum eina avbjóðing. Eina av
bjóðing, hann hevur trivist væl við.
Nú hann hevur avhendað sessin
til annan borgarstjóra, umboðandi
ein annan flokk, er hann spentur
uppá at síggja hvussu leikur fer.
Tað er eingin loyna, at Klaksvík ikki
hevur bestu útlitini fyri framman,
nú fíggjarkreppan ger um seg og
størsta arbeiðsplássið í býnum
noyddist at bukka undir.
Er tað nakar býur, ið kennir til
upp og niðurtúrar, er tað Klaksvík.
Fíggjarlig kreppa rakar ofta fyrst
í Klaksvík, tí vit eru so viðbrekin.
Eg hugsi nógv um hesi fólkini,
sum mistu sítt arbeiði, og sum
í dag ikki hava nakað arbeiði at
fara upp til. Og á ein hátt kenni
eg meg at vera í sama báti. Sum
at tað ikki er pláss fyri mær meir,
sigur hann álvarsliga.
Hann trívist ikki við einki at
gera. Øll borgarstjóraárini hevði
hann nógv og drúgt samstarv við
nevndarformenn og deildarleiðarar
í býráðnum, og nógvar uppgávur
fylgdu við borgarstjórastarvinum
so sum brúðarvígslur, røður,
móttøkur og so framvegis.
Alt tað fari eg at sakna. Eg
sakni at hava nógv fólk rundanum
meg.
1. februar fer hann aftur í starv
á Húsalánsgrunninum, og inntil
tá, verður stovan umvæld.
Eg fari at taka ein steðg frá
politikkinum fyrst. Men eg ætli
mær kortini at blanda meg, tá
høvi býðst. Eitt havi eg so lært av
borgarstjórastarvinum. Tú verður
ikki valdur fyri tað tú gert, men
fyri tað, tú lovar.
Heima fær stovan hjá fráfarna
borgarstjóranum eina kerliga
hond, nú stundir aftur eru til heim
og familjulív. Úr stovuni hevur
Steinbjørn O. Jacobsen útsýni yvir
vágna og býin, sum hann metir vera
vakrasta bý í Føroyum.
Mynd: Jens Kristian Vang
m. Eg gjørdi eitt gott val, og meðan eg
n fyri okkum. Fjølmiðlarnir hingu seg
enn, hevði valið kanska sæð eitt sindur