Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 21 - 30. januar 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Sparing og íløgur Ikki hevur tað verið serliga hugaligt at frætta í sein- astuni, hvussu mangir stovnar og almenn arbeiðspláss verða skorin á fíggjarlógini og hvørjar fylgjurnar eru av hesum skerjingum, sum ganga út yvir tænastur til skúlabørn, lesandi, gomul og sjúk osfr. Eisini annað slag av almennum stovnum, sum arbeiða fyri at finna og troyta nýtt rávørutilfeingi verða eisini skerdir munandi. Stovnar, hvørs endamál er at víðka um teir avmarkaðu vinnu- møguleikar, sum finnast í dag. Ein av hesum stovnum er Jarðfeingi, sum er skorin við heilum 15%. Nú vil helst onkur siga, at her má bera til at spara, tí enn er hvørki olja ella gass funnið. Hví skulu so nógvir pengar setast av til nakað, sum ikki er. Føroyingar hava kanska meira enn nakar annar átt náttúrligu drívmegina og yvirlivilsisneistan, tá tað ráddi um at finna nýggjar vinnumøguleikar. Hesin neistin er enn ikki køvdur, vit tosa nærum dagliga um, hvussu vit kunnu troyta nýggj tilfeingi og møgueikar heima sum burturi. Og ein av hesum møguleikum er møgulig olja og gass í okkara egnu undirgrund. Men her má meira til enn egin drívmegi, tí til tess at staðfesta og troyta hesi ráevni, so mugu vit eisini fáa hjálp úr útheiminum, frá altjóða oljuverðini. Til tess at umsita og eisini tæna hesum íleggjarum hava vit bygt upp eina oljuumsiting. Og tað er nettupp henda, sum nú eisini merkir spariknívin. Eftir okkara tykki er tað at skjóta seg sjálvan í fótin at fremja sparingar á einum øki, sum nettupp skal skapa grundarlagið fyri at víðka um og menna okkara framtíðar vinnumøguleikar. Tað er eitt sera óheppið signal at senda teimum oljufeløgum, sum vit ynskja skulu brúka hundraðtals milliónir til kanningar og leiting á landgrunninum, at okkara myndugleikar nú skerja tann stovnin, sum skal umsita hetta økið og sum bæði skal eggja oljufeløgum til at koma henda vegin og byggja brýr millum Føroyar og oljufeløgini. Vónandi fer Jarðfeingi, sum eisini umsitur onnur øki enn oljuleitingina, at bera so í bandi, at skerjingin ikki seinkar oljuleitingini við Føroyar. Annars tykist hetta árið at gerast eitt spennandi ár fyri leiting eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini. Sjeyndi brunnurin verður boraður og greitt er, at jarðfrøðingar hava stórar vónir til júst henda brunnin. Men enn ein turrur brunnur í eini tíð, har fleiri av oljufeløgunum tykjast vilja taka seg aftur úr økinum og við einum lækkandi oljuprísi fer ikki júst at gagna víðari leitingini. Tó nýtist tað ikki at merkja, at allir møguleikar eru troyttir. Vit fara helst at síggja minkandi áhuga, um Anne Marie brunnurin er turrur, men kortini eru tað framvegis feløg, sum fara at leita, teirra millum Statoil, Chevron og Dong fyri at nevna nøkur. Vit seta kortini okkara vónir til Anne Marie. Og áhugavert er eisini at hoyra Jarðfeingisstjóran tosa um nýggjar tíðir kring leiting. At man ætlar at royna nýggjar hættir at skapa áhuga fyri økinum. Spennandi verður at síggja, hvat hetta fer at innibera. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Um Dimmalætting hevði gjørt sítt heimaarbeiði, áðrenn hon serveraði villeiðandi upplýsingar fyri lesarunum, hevði blaðið sæð, at einki »hokus- pokus« er í handfaringini av pengum hjá Tórshavnar kommunu. Her er eingin, sum hevur gjørt nakað aftan fyri bakið á fíggjar- nevndini og borgarunum í Havn. Álvaratos, tit á Dimma- lætting. Nú skrava tit botnin. Við stórari mynd á forsíðuni og yvirskriftini »Brúkt 84 mió. av tøkum peningi« rør Dimmalætting týsdagin 24 januar 2009 framundir, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu av sínum eintingum skal hava selt øll virðisbrøvini hjá kommununi aftan fyri ryggin á fíggjarnevndini. Av óvart? Lat verða sagt beinanvegin, at so lítið høpi er í greinini, at hon má vera komin í blaðið av óvart, áðrenn onkur við eitt sindur av skili fyri kommunalum roknskaparhaldi hevur fingið stundir at lisið hana ígjøgnum. Bæði á forsíðuni og í innganginum til greinina á síðu 2 inni í blaðnum verður skrivað, at »Heðin Mortensen hevur selt øll virðisbrøv hjá kommununi, uttan at fíggjarnevndin hevur verið vitandi um hetta«. Hetta skal, sambært Dimmalætting, vera gjørt í óðum verkum, tí býráðið hevur brúkt alt sítt inni- standandi og roynir tí at bjarga sær frá einum nulli á bankabókini við einari virðisbrævasølu, ið blaðið heldur vera illgrunaverda. Milliónir í samtyktar íløgur Fyri at siga tað stutt, so eru tær 84-85 milliónir krón- urnar heilt einfalt brúktar til tað, sum býráðið hevur samtykt, at tær skulu brúk- ast til. Talan er um íløgur, sum hava verið útsettar, tí arbeiðsmegi ikki fekst til at fáa tær framdar, men sum í 2008 eru settar í verk, so hvør einasta av hesum milliónunum er farin á rætta stað. Tær vóru ikki ætlaðar at verða standandi á bók ella at verða bundnar í virðisbrøvum, men at verða brúktar til sítt rætta endamál, so skjótt sum tað læt seg gera. Hyggjast skal við rætti- liga blindum eygum, skal ikki síggjast, hvat komm- unan hevur fingið av skafti við sínum mongu íløgum í 2008. Her er talan millum annað um 77 milliónir krónur til skúlar, so sum nýggja skúlan við Løg- mannabreyt, høvuðsum- væling av Eysturskúlanum og nýggjan skúla á Argj- um. 64 milliónir eru farnar til vegir og kloakkir. 16 milliónir til mentan og frítíð, so sum rennibreytina á Hálsi. Sjey milliónir til eldraøkið, t.d. røktarheim við Tjarnargarð og ellis- sambýlið oman Mattalág. Umframt 28 milliónir til byggibúning og útstykkingar. Fara væl um allar ognir Tá tað ikki ber til at fremja ætlaðar íløgur, verður óbrúkti peningurin stand- andi á bók. Borgarstjórin og fyrisitingin hava sum skyldu at fara væl um allar ognir hjá kommununi, og vanligt er og hevur verið, at ein partur er settur í trygg virðisbrøv. Soleiðis er eisini í hesum føri. Hóskandi kassapeningur hjá Tórshavnar kommunu er um 60 milliónir krónur, og tí er tað heilt vanlig mannagongd, at virðisbrøv verða seld, so kassin altíð hevur tað gjaldføri, ið krevst. Her kann viðmerkjast, at tá ein onnur kommuna kom í óføri av plaseraðum peningi, fekk Tórshavnar kommuna vitjan av komm- unala eftirlitinum, sum tó ongar viðmerkingar hevði til okkara handfaring av kassapeningi. Her var snøgt sagt einki at seta fingurin á! Fatar ikki kommunalan roknskap Kortini heldur Dimma- lætting, at okkurt er at seta fingurin á. Tí verður ein grein skrivað í óðum verkum, so øll orsøk held- ur er at seta fingurin á handverkið hjá tí skrivandi. Hóast Tórshavnar komm- una hevur almennar rokn- skapir og almennar fíggj- arætlanir, so bæði borgarar, fjølmiðlar og onnur kunnu síggja samanhangin, letur ikki til, at greinaskrivarin hevur fatað, hvussu hann skal lesa ein kommunalan roknskap. Tí var betri, um onkur kønari kundi lisið greinina ígjøgnum fyrst, áðrenn hon – helst av óvart – endaði í blaðnum, áðrenn hon var liðug og alt í henni var eftirkannað. Undirskriftin hjá Jan Christiansen Tað má tí helst eisini vera ein misskiljing, at býráðs- og fíggjarnevndarlimurin Jan Christiansen í greina- stubba niðan fyri greinina verður endurgivin fyri at siga, at »tað tykist mær løgið, at vit í fíggjarnevnd- ini einki fingu at vita, men eg eri vísur í, at tað er til- vitað, at vit ikki blivu kunnað,« tá hann opinbart verður biðin um viðmerk- ing til sama mál. Helst er hann skeivt end- urgivin, tí fíggjarnevndar- limir verða kunnaðir um fíggjarligu gongdina hjá kommununi. Somuleiðis er roknskapurin undirskrivað- ur, og har hevur Jan Christ- iansen saman við øllum hinum býráðslimunum skrivað undir, at hann hev- ur lisið grannskoðaraproto kollina. Einki hokus-pokus Við ársenda í 2008 hevði Tórshavnar kommuna onga skuld, hóast fíggjarætlanin javnvigaði við lántøku upp á umleið 100 milliónir krónur, sum vóru ætlaðar til íløgur. Men av tí at kommunan framvegis ikki hevur fingið gjørt allar tær samtyktu íløgurnar, varð lánið ong- antíð tikið, samstundis sum kommunan hevði tøkan pening í virðisbrøvum og á bók. Her er einki »hokus- pokus« og eingin, sum hevur gjørt nakað aftan fyri bakið á fíggjarnevnd- ini, sum í 2008 hevði somu møguleikar at fylgja fíggjarligu gongdini, sum hon altíð hevur havt! Onkur má hjálpa Dimmalætting at lesa kommunalar roknskapir borgarstjóri í Tórshavnar kommunu HEðIN MoRtENSEN