fríggjadagur 30. januar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 • 30. januar 2009
Vikuskifti 11
Heiðursgáva Landsins
Fram gekk ein av dvørgunum,
frá man frættast víða:
Ert tú komin at leika her,
ella ert tú komin at stríða?”
Martin Tórgarð og hansara ættarlið, ið nú
reikar um kempualdur, hava vunnið eitt
megnarstríð, og tað eiga vit Føroyingar
at vera takksamir fyri. Hesir menn og
hesar kvinnur megnaðu at stríðast fyri, at
dansinum var lív lagað.
Fyrst royndu teir við telgimuddi at kryvja
harmonikubjólgarnar. Tað vísti seg ikki at
vera mátin. Síðani tóku teir seg saman í
Dansifeløg. Nú gekst betur. Besta vápnið í
hesum stríði var dansigleði.
Tað var á hesum fronti, at Martin
Tórgarð vísti seg at vera kempa mikil.
Hvør liður, hvørt eygnabrá, hvør tóni og
hvørt orð hjá Martini er fylt av dansigleði.
Hann dansar so lættan, kvøður so reinan
og livir so inniliga, meðan hann skipar.
Tað er ein søga um Martin og abba mín
Jens Ludvík. Martin skipaði Runsival-
stríðið. Dansurin gekk væl, og frásøgnin
var livandi. Tá ið endurtøkurnar komu fyri,
gekk dansurin javnt, tá Langalív fall og
Dosmar Spaki fór foldum frá, var dansurin
treystur, mælskur og rungandi, tá ið
Tolvjavningarnir fullu, syrgjandi. Og væl
livdu teir við.
Tá ið ørindið, har Karlamagnus sær
Rólant sita deyðan, kemur fyri, møtast
Martin og Jens Ludvík í ringinum:
»Harra Guð Faðir av Himmiríki
meti keisarans neyð,
Hann sær hvar ið Rólant situr
undir steini deyður«
Martin skal byrja, men einki orð kemur
fram. Teir hyggja inn í eyguni hvør á
øðrum, men einki ljóð hoyrist. Hóast tøgn,
merkja øll í ringinum, at her er ein syrgilig,
rørandi løta. Dansilagið, rørslunar,
andlitsbráðini vístu tað. Her var einki at
ivast í: Keisarin kendi mikla neyð.
Martin tók síðani í aftur niðurlagið og
kvað víðari. Tað var ikki tikið aftur í aftur
ørindið. Ørindið var kvøðið uttan orð.
Umframt ein livandi dans áttu Martin og
hansara ættarlið eina rúgvu av kvæðum.
Kvæðini eru í dag komin á skrift, og
tónarnir festir á bløð og fløgur.
Martin Tórgarð eigur sín stóra lut í
hesum arbeiði. Við eini rødd, einum minni,
einum nótafesti, sum fáum er beskorið,
hevur Martin Tórgarð kvøðið og sungið
fleiri 1000 ørindi inn á band.
Í øðrum londum er tað óhugsandi
at duga slíka ørindamongd. Men her
heima hjá okkum eru enn fólk, sum duga
kynstrið. Enn finnast kvæðakempur í
Føroyum, sum lyfta arvin, ið Martin
Tórgarð og onnur góvu føroyingum í
varðveitslu.
Takk fyri arvagullið. Spurningurin er, um
vit megna at varða tað?
Flestu okkara, sum luttaka í føroyskum
dansi, síggja, at dansifeløgini vikna.
Dansifeløgini orka ikki einsamøll at varða
dansin sum fólksins ogn. Her má meiri
til. Eg havi ein dreym um, at dansurin og
kvæðamentan okkara kemur at hvíla á
fýra sterkum beinum.
Bein eitt eru dansifeløgini.
Dansifeløgini, sum áhaldandi mugu vera
hjartaslátturin í tí livandi dansinum.
Bein tvey er Mentamálaráðið.
Mentamálaráðið, sum metir
kvæðakempu, sum ein kempu í føroyskum
mentanarlívi. Mugu teir liva upp til sína
metan.
Bein trý er Kringvarpið.
Kringvarpið, sum má liva upp til sína
skyldu, sum varðveitari og ikki minst
mennari í hesum høpi.
Tað fjórða beinið er fólkaskúlin.
Fólkaskúlin, sum eigur at geva
næmingum okkara ein stoltleika og
lærdóm í barmin, kvæðunum og dansinum
viðvíkjandi.
Framyvir mugu øll hesi bein halda.
Svíkur eitt, kemur dansurin at ridla;
svíkja tvey, fellur hann. Dansurin hvílir á
okkum øllum. Og hvat annað skal fólksins
ogn gera? Sjálvsagt hvílir hon á fólksins
herðum.
Undanfarin ættarlið hava varðveitt ein
fjølbroyttan dans.
Frábrigdir bæði í dansi og uppskriftum
liva enn í dag, tó væl minni enn fyrr.
Tað er tódnað í fjølbroytta dansinum og
í rúgvismikla ørindavalinum, sum borið
verður fram á gólvi. Hinvegin kann sigast,
at fjølbroytni er størri enn nakrantíð.
Kór, sjónleikir, rockbólkar, songfuglar,
spælimenn, ung sum gomul bera kvæðini
fram á ymsan hátt.
Er hetta skapandi, ella er hetta
oyðandi?
Lat okkum ímynda okkum dansin sum
eitt træ.
Tann vakri aldargamli bulurin er tann
góði gamli føroyski dansurin við øldum á
baki. Hann er vakur, hugvekjandi nærmast
gandakendur. Av og á festir hann bløð. Tá
er vakurleikin rámandi, ja, ævintýrkendur.
Bløðini eru tey, ið náa dagsins menn-
iskjum. Bløðini eru tey, sum skulu vekja ta
kenslu í føroyinginum, at hetta er okkara
felags ogn. Eitt ár sæst kórsangur á
krúnuni, okkurt árið Eivør, okkurt árið Týr.
Dansurin og kvæðamenntanin, bulurin
á trænum má megna at bera krúnuna.
Verður krúnan ov stór, so fellur træið.
Fellur træið, er dansurin farin.
Líta vit aftur um bak og ímynda okkum,
at dansurin ikki var livandi, kunnu vit
hóma skaðan. Harkaliðið tók útgangsstøði
í kvæðunum, Enek í Harkaliðnum, Eivør
í Enek, Týr í Eivør, Valravn í Týr, og
áðrenn vit vistu av, var arvurin farin
av sporinum. Tíbetur hendi hetta ikki.
Tíbetur hava øll, sum spæla sær við
kvæðini, tikið útgangsstøði í dansinum.
Hetta má áhaldandi verða so. Vit mugu
leggja okkum í geyma, at størri krúnan er,
sterkari má bulurin verða. Meiri vit tora
at brúka dansin og kvæðini, betur mugu
vit fjálga um tann siðbundna dansin og
gomlu kvæðamentanina.
Megna vit hetta, verður dansurin
sterkari enn nakrantíð.
At enda vil eg takka fyri tað álit, mær
var sýnt her í dag, og vil eg ynskja
Martini Tórgarð hjartaliga tillukku við
heiðrinum.
Takk fyri
arvagullið
Heiðursrøða hjá Jónleif
Johannesen til Martin
Tórgarð
Hvør liður, hvørt eygnabrá, hvør tóni og hvørt orð hjá Martini Tórgarð er fylt av dansigleði. Hann
dansar so lættan, kvøður so reinan og livir so inniliga, meðan hann skipar