fríggjadagur 30. januar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2009
13
viðmerkingar
Tað var rørandi at síggja
gomlu slitnu bønfaldaðu
hendurnar í Degi og viku,
sum nú hava mist eitt fast
stavnhald í gerandisdegnum.
Valið hjá nýggju leiðsl
uni í ÚF at strika endur
sendingina av morgun
lestrinum virkar bæði
arrogant og óumhugsað.
Vónandi verður mistakið
rættað sum skjótast.
Dagligt breyð hjá teimum
gomlu
Sjálvur eigi eg eina 88 ára
gamla ommu. Hon býr
heima og er sera frísk og
væl fyri. Hon elskar at
byrja dagin við einum
drekkamunni og morgun
lestrinum. Eg haldi, at hon
fær eina góða felagskenslu
av at lýða á og syngja við,
ímeðan orðið fer um alt
landið. Hon er sera vón
brotin av avgerðini hjá ÚF
leiðsluni. Hon heldur, at
dagurin er nóg fyltur við
undirhaldi og tónleiki og
skilir ikki, at man tekur
hesa løtu við signing burt
ur uttan víðari. Hin omma
mín, sum nú er deyð, sat
altíð klár við sálmabókini
og sang við, tá ið morgun
lestur var á skránni.
Hetta við morgunlestri
num er ein so stórur partur
av serføroyska kristna siða
arvinum, at tað er óskilj
andi, sum fer fram í løtuni.
Eisini er tað at siga, at tað
eru ikki bert tey gomlu,
sum hava gleði av morgun
lestrinum. Tað eru fólk í
øllum aldri, sum fáa gleði
og signing av hesi løtu.
Public Service
At senda tað í SvF í staðin
er als ikki tað sama. Tá
verður Tingvarpið avbrotið,
sum eisini er Public Ser
vice. Áhugavert kundi eis
ini verið at sæð hasa kann
ingina, sum ÚFleiðslan
sipar til. Sum eg havi skilt,
var lurtað minni eftir ÚF
frá kl. 10 og úteftir í for
hold til fyrr um morgunin.
Tað kann eisini vera, tí at
fólk hava ikki somu stundir
at lurta eftir kl. 10. Og hvat
so um fólk skifta eina løtu
eftir kl 10? ÚF fær nogvar
lurtararnar aftur til tíðind
ini á middegi.
Vit liva í eini tíð, har
fólk hava lætt við at skifta
ímillum ymisk tilboð. Tað
er eisini eitt frælsi, sum vit
øll hava. Eg veit ikki, hvar
hesin tvangstankin kemur
frá at skula hava fastatøkur
á lurtarunum alla tíðina.
Sjálvt BBC, sum helst er
ein av heimsins bestu
Public Service støðum,
hevur ikki lurtarar og
hyggjarar alla tíðina.
Tað munnu vera fáar
sendingar sum raka so væl
Public Service hugtakið,
sum júst morgunlesturin
her er gott og uppbygjandi
innihald, sum varðveitir
føroyska mentan og sið
aarv. Tað er skrivað av
vælútbúnum fólki, sum
duga væl at orða seg og
nýta vakurt føroyskt mál.
Innihald og formur eru á
einum høgum støði.
Fjølbroytni í ÚF
Føroyingar eru sera góðir
við ÚF, tí tað hevur givið
okkum so mangt gott í ein
mansaldur. Har hevur verið
fjølbroytt tilfar ikki minst
til børnini og tey eldru. Hjá
mongum eldri fólki stendur
tólið stillað inn á ÚF allan
dagin.
Tá ið Morgunlesturin
byrjaði í ÚF fyri umleið 50
árum síðani, var tað rela
tivt stórur partur av sendi
flatuni, tí ÚF sendi ikki so
nógvar tímar. Í dag sendir
ÚF alt døgnið og roynt
verður at trýsta morgun
lesturin niður í næstan
onki. Tað sær út, sum
arvurin eftir eitt nú Axel
Tórgarð ikki er høgt í
metum hjá stovninum í
dag. Men tað er skjótt at
bróta niður. Tað kann
tykjast sum um, at tað er
farin fram ein heldur stór
útskifting í ÚF, har man
ikki í nóg stóran mun
hevur ”gefühl”, men
heldur hugsar um marknað
og lurtarakanningar.
Hvat fáa vit ístaðin kunnu
vit spyrja? Jú morgunsend
ingin verður strekt 10
minuttir longur, helst við
minst einum lagi. Um vit
koyra endursendingina av
morgunlestrinum burtur,
missa vit meira fyri minni.
ÚF missir onki, um
føroyingar eru góðir við
aðrar rásir eisini.
Morgunlesturin
Erik
Biskopstø
Kringvarp Føroya
Tórshavn
att.: Annika Mittún
Jacobsen
Tað hevur vakt stóran ans
og miklan harm kring
landið, nú Kringvarp
Føroya hevur tikið tað
óskiljandi avgerð at taka
endursendingina av
morgunlestrinum í útvarp
inum av skránni, og mongd
av fólki hava saman við
Kristiligum Lurtarafelag,
Føroya Biskupi og Fólka
kirkjuni vent sær til Kring
varpið við áheitan um at
fáa hetta aftur á skránna.
Undirritaðu løgtings
menn úr øllum flokkum á
tingi fara við hesum
inniliga at heita á stjóran
og programmleiðsluna í
Kringvarpinum um at vísa
øllum hesum áheitanum ta
virðing at seta endur
sendingina av
morgunlestrinum á skránna
hjá útvarpinum aftur
beinanvegin.
Vinarliga
Bjarni Djurholm
Alfred Olsen
Kári P. Højgaard
Heini O. Heinesen
Andrias Petersen
Bill Justinussen
Jógvan á Lakjuni
Helgi Abrahamsen
Kári Petersen
Heðin Zachariassen
Annita á Fríðriksmørk
Eyðgunn Samuelsen
John Johannesen
Rodmundur Nielsen
Karsten Hansen
Edmund Joensen
Anfinn Kallsberg
Bjørn Kalsø
Poul Michelsen
Mikkjal Sørensen
Tórbjørn Jacobsen
Jaspur Vang
Jákup Mikkelsen
Gerhard Lognberg
Vinjard Johansen
Marjus Dam
Endursendið morgunlesturin
Í londum sum Zimbabwe
og Russlandi hava politisku
myndugleikarnir ein veik
leika, sum vit í vesturheim
inum vanliga halda lítið
um. Tey hava eina øgiliga
trongd til at vilja blanda
seg upp í, hvat lokala press
an ger. Altso stjórnirnar í
hesum londum.
Soleiðis gera vit ikki í
mentaða heiminum er
norðan og vestanfyri. Ikki
stjórnirnar í hvussu er.
Tó við einum undantaki
kortini. Í Føroyum hevur
lóggevandi tingið, Guð
hjálpi mær, funnið uppá, at
tað skal “heita á” leiðsluna
í landsins almenna kring
varpi um at leggja ávísa
sending ávísa tíð á degn
um. Slíkt er óhoyrt í sivili
seraðum landi.
Tað er sjálvsagt, at
biskupur og próstur, presta
felag, fyristøðufólk á
ellisheimum og sambýlum,
pensionistafelagskapir og
hundraðtals privatpersónar
heita á Kringvarp Føroya
um ikki at flyta morgun
lesturin. Tingfólk kundu so
passandi lisið og hildið seg
til Matteus 22.21.
Persónliga haldi eg, at
hasir tíggju minuttirnir
kundu gott verið latnir
teimum, sum lurta eftir
hasi sendingini. Tey eru
nógv. Kenni persónliga
fleiri, sum harmast um
hasa avgerðina.
Men at landsins lóggev
andi forsamling skal
blanda seg í slíkt umsiting
arligt mál, hóast tað enn
bara var við eini áheitan, er
nokk so langt úti. Hvat
verður tað næsta? Skal
Løgtingið kanska velja ein
programnevnd til Kring
varpið og eina sensurnevnd
fyri pressuna sum heild?
Tað gera tey í londum sum
Zimbabwe og Russlandi.
Onkra klára løtu megnaði
Jeltsin tó at taka hetta av,
men eftirmenn hansara
hava innsett góða, gamla
KGB eftirlitið við pressuni
aftur. Og teir journalistar,
sum eru so mikið tápuligir,
at teir siga sína meining,
verða bara skotnir. So er
friður.
Ikki tí. Í Føroyum er
hetta ikki ókent kortini, at
tingmenn vilja blanda seg í
slíkar avgerðir. Tí hevur til
dømis Strandferðslan livað
við í áravís. Varð ein ferða
ætlan lýst, var næstan víst,
at lokali tingmaðurin reisti
stórmál á Løgtingi fyri at
flyta rutuna ein hálvan
tíma ella nakrar fjórðingar
til næstu bygd, sum eisini
skuldi hava sjóvegis sam
band við umheimin. Slíkar
eru treytirnar, umsitingin
virkar undir í Føroyum. Og
vit grenja um, at hon er
dýr. Vælsignaði tingfólk.
Fáið handan Sandoyar
tunnilin gjørdan, so vit um
ikki annað sleppa undan
klandri um ferðaætlanina
hjá Teistanum í framtíðini.
Men kanska var tað bara
eitt kærkomið høvi hjá ting
fólki at lætta samvitskuna
mótivegis stóra skaranum
av pensionistum?
So ivaleyst átti Kring
varpið at sent morgun
lesturin aftur fyrrapart.
Tingfólk hava í hvussu er
brúk fyri nøkrum góðum
og uppbyggjandi orðum,
áðrenn tey fara til arbeiðis.
Tað gera tey í Zimbabwe og Russlandi
journalistur
Edvard í
skorðini
JoEnsEn
Tað var eitt rættuliga jaligt
valstríð, sum var fyri valið
í fjør. Allir flokkar tosaðu
jaliga um fleiri útbúgving
armøguleikar og nýggjar
skúlar, hettar fyri at halda
uppá tað unga fólki, sum
býr í Føroyum.
Føroyar skuldi verða eitt
vitunarsamfelag.
Tað er staðfest, at ein
stórur partur av tí unga
fólkinum, sum fer utta
landa at lesa, ikki kemur
aftur til Føroyar eftir
lestrarenda og serliga eru
tað, tær ungu kvinnurnar,
sum ikki koma aftur.
Hettar førir við sær at
Føroyar missur ein stóran
part av sínum dýrgripum,
sum tað unga fólki er.
Núverandi fíggjarlóg
leggur ikki upp til, at fleiri
útbúgvingar skulla verða í
Føroyum, ella at verandi
útbúgvingarmøguleikar
skulu betrast.
Heldur tvørturímóti.
Vit hoyra bert um
skerjingar á útbúgvingar
økinum, bæði á hægri
lestrarstovnum og eisini í
fólkaskúlanum.
Tað vil siga, at ein onki
gerð, fyri at halda uppá tað
unga fólki, sum ætla at fáa
sær eina hægri útbúgving.
Tey verða tvingaði, at fáa
sær eina útbúgving
uttanlanda.
Vit skula ikki langt vekk
fyri at sýggja hvat fyri
fylgir ein sovorin politikur
kann føra til fyri Føroyar.
Okkara nærmastu
grannar fyri eystan,
Hetland, har er fólkatalið
minka í stórum, og tað eru
tey ungu, sum eru flutt
burtur og ikki koma aftur.
Fólkatalið er minka við
meira enn einum 1/3 eftir
nøkrum fáa árum.
So vælsignaðu valds
harrar, satsi heldur uppá
útbúgving, legg líka í um
undirskot er á fíggjarlógini
nú og kanska nøkur ár
fram.
Sýggji hettar heldur sum
eina sunna íløgu, í okkara
dýrabærasta tilfongið,
ungdómin, fyri at tryggja
vøkstur í Føroyum í fram
tíðini, heldur enn sum eina
útreiðslu sum veksur um
undirskotið á fíggjarlógini.
Tað er ongin framtíð fyri
Føroyar, uttan ein væl
skúlaðan ungdóm.
Meira útbúgvingartilboð her og nú í Føroyum
pætur
niclasEn