fríggjadagur 30. januar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 • 30. januar 2009
Vikuskifti 13
Mentanarvirðisløn landsins
Góða Ebba
Háttvirdi mentamálaráðharri
Og samkomugestir
Føroyar eru eitt undarligt samfelag.
Í mongum so tvívent, at tað er nærum
sum at detta mitt inn í ein uppspunnan
heim, eitt nú tann franskt-skrivaða
eystanjarntjaldsheimin, sum tjekkiski
rithøvundurin Milan Kundera manar fram
fyri eygu lesarans í ymsum verkum hjá
sær m.a. skaldsøguni Ótolandi lættleiki
tilverunar. Alskyns listafólk, rithøvundar,
tón-, films,- mynd- og leiklistafólk,
alskyns serfrøðingar í alskyns greinum frá
blóðrensli til havstreymar, frá jarðargróðri
til stjórnmál, frá búskapi til gud vit hvat,
alt hetta fólk fær í núlidna heiminum hjá
Kundera annaðhvørt løn fyri at tekkjast,
góða løn og bestu kor, ella hevur tað (t.e.
tey sum ikki eru rýmd) útkomu sína av at
bera post út, smíða, jarða lík, egna, spæla
popp, vaska almenn vesi o.s.fr.
Men Føroyar eru hvørki eystanmegin eitt
núliðið jarntjald, tíansheldur í bókunum
hjá Kundera, hóast tað sum sagt onkuntíð
kann tykjast soleiðis. Í Føroyum - og tað
er ikki sørt, at hetta vil kennast sum ein
glotti, viðhvørt enntá sum ein hjartafløvi
- forsøma hvørki tað kosna ella tað ókosna
valdið at viðmæla skapan og vitan í orði.
Tíðin er - og ikki bert vestanhavs í
Washington - full av pípukragarøðum.
Pípukragarøðan er politiskur móti. Tað
ráðandi rákið. Valla ein einasti dagur
gongur so í føroysku miðlum, á tingi,
á ráðstevnum ella á fundum, at ongin
pípukragarøða hoyrist.
Í pípukragarøðum eru líkindi altíð fyri
skapan og vitan, so vælsigna líkindi. Í
pípukragarøðum gongur sólin ovarlaga,
víðskygni skínur av hvørjum orði. Skapan
og vitan eru skorðurnar undir framtíðini,
búskapinum og føroyskum samleika, verður
sagt, tað er so vist, sum dagurin er ljósur
og sóljan er gul.
Men pípukragarøða dettur av
pípukragarøðu.
Fátt broytist.
Fátt og seint.
Treytirnar, sum samfelagið leggur
teimum við, sum skapa og vita í Føroyum,
eru óvikiliga tær somu, annaðhvørt at
tekkjast ella fáast við okkurt annað: egna,
spæla popp ella vaska almenn vesi.
Tá ið samanum kemur, tá ið
pípukragarøðurnar enda, ráða tey smáligu
atlitini, hvørt um annað hampuliga ílatin
sjálvdráttur, nossliga greitt vitanarstikni og
so ikki at gloyma tann kristiligi ampin av
frælsari hugsan.
Vitan skal tiga.
Listin skal biðja.
Soleiðis er tað mentunarliga verulagið í
Føroyum, so lítilsligt, so lurvut.
Nú kann onkur meiri enn so halda hesi
orðini vera hvassari enn eitt hátíðarligt
høvi sum hetta gevur íleiðing til - ella rætt
og slætt óhóskandi.
Men tað leggi eg álvaratos ikki so nógv
í.
Eg tori at siga, eg tori enntá at banna
tykkum upp á, at eingin veit betur enn
Ebba Hentze ella hevur kent á kroppi
sínum, hvussu tepran kost, føroyska
samfelagið bjóðar listarfólkum sínum, ikki
minst rithøvundunum og týðarum - bæði
so og so.
Men lat meg nú siga eitt sindur um Ebbu
sjálva.
Tað er jú hon sum er tilevnið, hóast alt.
Tað munnu vera eini rúm tretivu ár
síðani, eg fyrstu ferð hitti Ebbu á máli.
Minnist meg rætt, var hetta tíðliga
á heysti í 1976, helst í september, ið
hvussu er var tað sama kvøldið, sum
Rikard Long, sáli, fekk M.A. Jacobsen
virðislønina handaða fyri sítt drúgva
arbeiði til frama fyri føroyskar bókmentir.
Eg var sjálvur nústani farin at stetla
bókmentaliga um hetta mundið, hevði so
smátt fingið tevin av heimsbókmentunum
og átti eitt óútgivið savn av trilvandi
yrkingum í skriviborðsskuffuni. Eftir
virðislønahandingina, sum fór fram á
býarbókasavninum í Havn, endaði eg
saman við systkinabarninum Guðrið
Helmsdal og øðrum heima í stovuni hjá
Ebbu í Pløyensgøtu. Eg visti tá bert av
Ebbu sum umtalsevni millum fólk í Havn,
og helst mundi tað vera av onkrari ung-
øðisligari fáfongd, at eg gav meg í tos við
hana um bókmentir og dirvaði mær til at
koma við ymsum gáloysisligum metingum
úr egnum brósti um verk og høvundar, eitt
nú William Heinesen. Eg fekk tó skjótt at
sanna, at Ebba ikki hevði minsta feril í sær
av teirri bókmentaliga pípukragahugsan,
ið alt biður koma til sín og alt vil vælsigna
(men eg var líkasum vandur upp við,
at slík pípukragahugsan var algild í
Føroyum). Hendan, í mínum eygum tá
eitt sindur stórlátaða og grovkjaftvika
daman afturímóti, tók bókmentir í álvara,
í so romum álvara, at ein blaðungur
yrkjari við vónum um skaldaframa í
skriviborðsskuffuni, nærum misti pippið.
Men tað er nettupp hetta, sum
sermerkir Ebbu. Álvara. Tað blóðiga álvara,
sum bókmentirnar og listin eru henni.
Bókmentir eru ikki ítriv. Tær mugu ikki
takast fittliga, ikki við pípukragamildum
tøkum.
Tá ið um Ebbu ræður, slepst illa uttan um
danskt og ta samvist, ið føroyskt og danskt
hava í huga hennara. Av tí at ymiskt enn
liggur og gruggar í viðurskiftum okkara
við Danmark, av tí at vingl hevur verið
á føroyskari sjálvkenslu í hundrað ár, er
ikki leyst við, at føroyingar yvirhøvur hava
lyndi til at hugsa um tað føroyska og tað
danska sum mótsetningar. Spenningurin, ið
skapast av hesum, hevur stundum roynst
føroyskum mentafólki tvørligur, verið
teimum eitt samleikaspjaðandi andgletti
og tilelving til hamkent miðjuloysi ikki
ólíkt tí, sum írska skaldið William Butler
Yeats lýsir í yrking síni ”The Second
Coming”. Men mótsetningurin millum
tað føroyska og tað danska kann eisini,
tá ið lyndi og umstøður eru til tað, ganga
upp í eina hægri og avriksføra eind. Um
tað er Ebba eitt gott dømi. Hjá henni
samevnast tað føroyska og tað danska
í skapan. Hetta sæst aftur í eitt nú
týðingum hennara. Eg man neyvan siga
nøkrum nakað upp á bakið, um eg ætli,
at Ebba eigur bróðurpartin av teimum
bókmentatýðingum, sum hava verið gjørdar
úr føroyskum til danskt tey seinastu fjøriti
árini. Men samevningin av føroyskari og
danskari mentan kemur ikki bert fram í
týðingunum kortini, hon kemur eisini bein-
og óbeinleiðis fram í tí, sum Ebba sjálv
hevur yrkt og skrivað bæði á føroyskum
og donskum. Sama kann sigast um
ummæli og annað íkast hennara í føroyska
bókmentaumrøðu.
Umframt mongu ritstørv síni hevur Ebba
eisini gjøgnum árini gjørt eitt stórt og
virðismikið arbeiði fyri føroyskar bókmentir
sum umboð fyri Føroyar í norðurlendskum
nevndum, millum annað í norðurlendska
bókasavns- og týðingargrunninum, sum
var.
Samanumtikið hevur Ebba av ósjálvsøkni,
um ikki altíð av lítillæti, avrikað so nógv
góð og neyðug verk fyri bókmentir okkara,
at tann seinkomna heiður, sum henni
her verður vístur í dag, eigur hon væl og
virðiliga uppibornan.
Eg fari at enda hetta røðuspjaðið við
einari týðing, eg havi loyvt mær at gjørt til
høvið. Hetta er ein umyrking av yrkingini
”Alone” eftir amerikanska skaldið Edgar
Allan Poe, men hon er eisini, eftir mínum
tykki, ein í mangar mátar beinrakin lýsing
av teirri serstøðu og teimum tilveruligu
korum, ið listin setir henni ella honum, sum
vil útinna hana í fullum álvara.
Einsamallur
Frá vøggustabba eg aldri var
sum annað fólk; tað annar sær
eg aldri sá; mín minsta trongd
aldrin við annara var fongd,
sjálvt sorgin eitt tilsig so egið
og mótsett; ei heldur fann í gleði
mítt hjarta við onnur eitt samlag
og alt eg yndi, einastur yndi eg tað.
Tá - tá eg var barn, tá ein ævi,
so vágmikil tók við, kom undan kavi
Úr djúpum av góðum og vondum
Gátan, sum heldur meg enn í bondum:
úr strongum ella úr lindum,
úr glóðbjørgum ella av tindum,
frá sólini sum skurðreyð mól
Í ring uttan um meg sum hjól,
Úr ljósinum, sum skygdi blátt
Og streyk framvið mær dátt,
Úr toruni ið við heglingi gekk
Og skýnum sum alt í einum fekk
(luftin annars so púra klár)
skap av djevli í ókomin ár.
Leysliga eftir Edgar Allan Poe
í blóðugum álvara
Heiðursrøða hjá Carl Jóhan Jensen
til Ebbu Hentze